Brævkassin Spyrs so livst

Hvat skal eg gera? Dreingirnir savnast í telduhúsunum, et hati fartelefonyvirgang og sonurin er arbeiðsleysur. Les spurnarkassan Spyrst so livst hjá Rigmor Dam

Hey Rigmor

Eg havi ein stóran trupulleika við 10 ára gamla soninum. Hann hevur eina kvotu til telduspøl uppá 2 tímar dagliga. Hetta ger, at vinmenninir tíma ikki heim til okkara, tí teir halda tað vera rotið, at vit seta mørk fyri nýtsluna. Heima hjá øðrum sita teir óavmarkað við telduna. Eg kann ikki nokta soninum at spæla við teir, og eg kann heldur ikki siga við hini foreldrini, hvussu tey skulu uppala síni børn. Hevur tú eitt gott ráð?

Blíðar heilsur Joensen


Góða Joensen

Hatta er dilemma, sum flestøll dreingjaforeldur dragast við. Tí sjálvandi flokkast dreingirnir um heimini, har ongi teldumørk eru.

Dreingir, sum verða teldomanar, er eisini vanlukkuliga avleiðingin av, at vit hava so fá pedagogisk frítíðartilboð til størru skúlabørnini.

Foreldur í dag eru til arbeiðis allan dagin. Tað krevur, at vit taka ábyrgd og leggja gerandisdagin til rættis, so børnini ikki sita og ”steina” framman fyri skíggjanum allan dagin. Tí tað kann ongantíð vera sunt – har eru vit samdar!

Fyri at tryggja, at dagliga teldunýtslan ikki kemur upp um teir báðar tímarnar, sum tú metir vera hóskandi, mást tú tí bjóða soninum onnur frítíðartilboð umframt.

Gongur hann til eini 2-3 frítíðartilboð, til dømis ítrótt og tónleik, koma nakrir góðir seinnapartar burtur úr har. Ein dag um vikuna kanst tú sjálv gera okkurt saman við honum, til dømis fara at svimja ella á bókasavnið. Eisini kann hann vera við til at keypa inn og gera mat ein dag um vikuna. Restina av frítíðini kann hann so spæla við vinmenninar.

Ongi prógv eru fyri, at telduspøl eru skaðilig í sjálvum sær. Men sum við øllum øðrum: Alt við máta!

v. rigmor


--


Fartelefon-yvirgangur


Hey Rigmor

Tað er ongin loyna, at fartelefonin hevur fingið fastatøkur bæði í børn og vaksin. Men viðhvørt haldi eg, tað er blivið ov nógv av tí góða.

Til dømis var døgurðaborðið fyrr kanska einasta tíðin á degnum, har familjan kundi savnast eina løtu at práta um leyst og fast. Men eisini henda løtan er oyðiløgd av fartelefonini, tí tað bimlar og ringir fyri oyrunum alla tíðina. Tey ungu hava ikki tíð at eta, sum tummilin gongur kykur at senda sms, sum apsalutt skulu sendast beint nú.

Einaferð bannaði eg fartelefonum við borðið. Men har var úrslitið, at børnini sótu við havgron og koyrdu matin í seg, og so vóru tey vekk.

Eg havi eisini verið í veitslum, har fólk sita og venda reyv til døgurðaborðið, tí tey sms’a ella tosa í telefon. Eftir mínum tykki er hetta botnurin av respektloysi móti hinum gestunum og vertunum.

Hvussu heldur tú, at man kemur hesi fartelefon-basilluni til lívs?

Heilsan pápin


Hey pápin

Sum við øllum øðrum nýggjum tólum, noyðast vit at læra okkum markið millum brúk og misbrúk. Og ikki minst, at tey ungu brúka tólini øðrvísi enn vit eldri.

Eg síggi tykkum fyri mær. Lítla kjarnufamiljan kring døgurðaborðið. Við borðendan pápin, skúmandi av øði inn á børnini, sum heldur vilja sms’a enn at hugna sær við súra pápanum - haha… nei, hetta er ikki lætt.

Eitt danskt orðatak sigur: ”Vælg dine kampe med omhu”. Kanska skuldi tú eisini vanda tær um dystirnar? Tí tað ljóðar sum um, at tú longu hevur tapt handan fartelefondystin við børnini.

Mítt ráð til tín skal tí vera hetta: Hygg upp og smíl til konuna meðan tit eta. Og lat so børnini hava frið. So verður stemningurin beinanvegin betri, og kanska - bara kanska - tíma børnini at luttaka í hugnanum eisini.

Leypur tú forrestin ikki eisini eftir fastnettelefonini, um hon ringir mitt í frikadellunum? Tað gera tey flestu.

Eg eri samd við tær í, at tað er virkuliga ófólkaligt at fólk ikki duga sær hógv við fartelefonum í almenna rúminum. Men enn einaferð: Sig við teg sjálvan, at tey so ikki skulu sleppa at taka títt góða humør. So hygg upp og smíl til onkran annan.


v. rigmor


--


Arbeiðsleysur sonur


Góða Rigmor.

Eg fari at biðja teg um ráð, tí eg veit ikki, hvussu eg skal hjálpa 19 ára gamla soninum. Aftan á fólkaskúlan fór hann í handilsskúla, men tað tímdi hann ikki. So fór hann at arbeiða. Men sum ungur og ófaklærdur reyk hann beinanvegin út, tá sparast skuldi. Síðan hevur hann einki gjørt. Svevur til út á seinnapartin og situr við telduna stóran part av náttini. Eg havi roynt at tosað við hann um at fara á HF ella av landinum at lesa ella arbeiða, men onki nyttar.

Hann vil einki og tímir einki, og ikki so frægt, at eg fái hann at taka eina hond við her heima. Hvat heldur tú, at eg skal gera?


Heilsan S.


Góða S

Tú ert ikki tann einasta mamman, sum í hesum døgum stríðist við ein ungling, sum kennir seg vrakaðan av samfelagnum. Arbeiðsloysi fær sjálvt tann besta at falla í fátt, tí arbeiði og útbúgving hava so stóran týdning í samfelagnum sum heild og fyri samleikan hjá tí einstaka.

Tú – og pápin, um hann er til staðar – noyðast einaferð med alla at traðka í karaktér og krevja, at sonurin samstarvar. Hetta kunna tit gera, tí hann býr heima – annars má hann út!

ALS hevur næstan ongi tilboð til ung í hansara støðu. Tí er lívsneyðugt fyri unga mannin, at tit vísa, at tit vilja honum tað besta, og tí skal hann víðari longu í ár.

Á bókasavninum finna tit bøkur sum ”Hvad kan jeg blive?”. Farið eisini til ein lestrarvegleiðara, sum kann hjálpa soninum at spora seg inn á eina yrkisleið. Og forrestin – farið líka ein túr framvið hjá læknanum fyri at útiloka, at ógvusliga møðin ikki er sjúklig.

Eg ynski tykkum góða eydnu við øllum.


v. rigmor