og er onki løgið í, at meiningarnar eru sera ymiskar. Fari annars ikki at koma inn á sjálvan fyrilesturin og enn minni geva nakað ummæli, og tað er heldur ikki tí, at eg trái eftir at grava upp í gomlum [...] subjektiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp hjá einum sjálvum, eigur at verða rópt varskó, og tá ivasamt er, um keldan nú er álítandi. – Tað er tað ætlanin er við hesi grein. Ljót atsókn at trimum pørtum Í [...] eina og hvørja tíð kunna prógva, at keldan hann brúkar í fyrilestri, er álítandi, og tá hann tekur upp keldu, sum ikki ber til at prógva, t.d. hetta at, »Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde
úrslitini verður lagt aftrat, at hesi vísa, at tað í ein ávísan mun ber til at minka um veiðina av smáum fiski við at brúka ávís sløg av agni og við ikki at brúka ov smáar húkar. Við at brúka ávís sløg av agni [...] neyðuni. Lagt verður aftrat, at bæði fyri fiskivinnuna og fyri landsbúskapin er tað sera óheppið, at so nógv verður veitt av smáum fiski. - Nógv er at vinna, um sleppast kann undan at taka fiskin, meðan hann [...] verður brúktur fyri at sleppa undan at taka stórar nøgdir av smáum fiski, er at steingja leiðir, har serliga nógvur smáfiskur er. Í sjálvum sær er mannagongdin effektiv, men vansin er, at allur fiskiskapur
Banka vórðu uttan iva bidnir um at fara, tí bankin at enda gjørdist insolventur. Hevur tú staðið teg væl, verður tú ikki biðin um at fara, men gerst endin, at fyritøkan er um at lata lívið, og uppruddarar standa [...] so stórur, at stjórin at enda maktaðist og legði frá sær. Fyrimunurin við, at nógvir stjórar eru farnir úr starvi í seinastuni, kann so vera, at fleiri mans við stjóraroyndum eru tøkir at seta í onnur [...] n vóru vorðin so ósamd, at tey kundu ikki arbeiða saman. Fyrisitingarstjórin kærdi forstjóran til Fíggjarmálaráðið, men knúturin var eftir øllum at døma so trupul at loysa, at Fíggjarmálaráðið bað bæði
sum tey hoyrdu. Tað vóru setningar av ymsum slag, soleiðis at tey ikki fingu varhuga av, hvat ið ætlanin var at kanna. Tey fingu bara at vita, at okkurt av tí møguliga ikki var heilt rætt, men tað skuldu [...] børnini bæði orðarað so at siga hvørt um annað. Børnini í tí elsta bólkinum vóru nógv samdari í sínum málsliga atburði. Mótsett øllum tí, sum væntað var – at børn undir skúlaaldur fóru at vísa færri dømi um [...] »minnist tú, hví Pippi tímdi ikki at ganga í skúla« sum »minnist tú, hví Pippi ikki tímdi at ganga í skúla«. Tey halda sostatt fast við orðarað, sum annars millum vaksin tykist at vera á veg út. Tá ið orð verða
aftaná, at hon tók avgerðina um at stilla upp. Hon heldur tó, at tað kundu gjarna verið fleiri valevni til ÌSF-forsetastarvið. Tað átti at verið sjálvsagt, at fleiri hildið seg framat. Hon metir, at Heðin [...] sær, at hon fer at stremba eftir at sita líka leingi í sessinum, sum hann. Aðalsetningurin verður at gera eitt gott arbeiðið, ítróttinum at frama. Annsy heldur ikki tað spælir nakran leiklut, at hon er [...] fyri at halda setunnarrøðuna á Òlavssøku í fjør. Men eftir framda bragdið í Lítlu Dímun, fór øll stúranin fyri at halda setannarrøðuna. Eg má siga, at tað var ein fløvandi avbjóðing at sleppa at seta
tað aftur fer at bragda, og tað aftur fer at bera til at savna krefturnar til ymsu átøkini og soleiðis mennast í samljóði við umheimin. Okkurt bendir á, at vit hava rokkið á botn, og at lukturin í bakaríðinum [...] neyðugt at stabilisera kommunubygnaðin. At skipa kommunalu eindirnar og at finna eina skipan, har uppgávurnar vera soleiðis skipaðar, at tað ber til í felag lyfta hvørji einstakari uppgávu, men at hvør partur [...] við atliti at vinnu, mentan, umsiting o.ø. Hesa tiðina setti føroyska tjóðin føtur undir egnan bygnað og skipaði landið soleiðis, at tað bar til at arbeiða í felag. Vit kunnu eisini siga, at tjóðin setti
bæði londini. Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur [...] verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur [...] ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika
fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan. Pensjónsskipanir Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór [...] sigur víðari, at ein hin størsta orsøkin til, at bankin nú er farin undir hetta stigið, er, at við fallandi lánsbræavarentuni er tað við tíðini vorðið alsamt minni lokkandi hjá privatfólkum at seta pening [...] Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað? Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað
heldur ør at byrja við, sigur hann, men tá tey so hava verið roynd, hevur tað mangan víst seg at verða »succes«. So hann metir sjálvur, at tað fer at bera til við góðum vilja og fíggjarligum íløgum at gera [...] Birgir Enni er av teirri áskoðan, at hetta er so øðrvísi enn alt annað, vit kenna frá ferðavinnuni, at tað eigur at verða roynt. Og hann metir ikki, at tað skal tann heilt stóra íløgan til. Hann vil tó ikki [...] nevna nakað ávíst tal kortini, men metir, at tað er ikki størri íløga enn so, at hon kann fáast innaftur, tá fólk fara at brúka hana. Birgir Enni vísir á, at alla tíðina, hann hevur siglt við Norðlýsinum
til, at hesi feløgini einki hava fingið, er tann, at tey hava søkt soleiðis, at fingu tey einki í ?Gullhorninum?, so vildu tey einki hava. Umframt at søkja um teigar í Gullhorninum hava tey eisini søkt [...] mótpartar Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað [...] roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur. Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera