Agn og húkastøddir hava ávísan týdning

- Tað ber til í ein ávísan mun at minka um veiðina eftir smáfiski við at brúka ávís sløg av agni – og størri húkar, siga teir tríggir, Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert, sum nú hava skrivað frágreiðing um húka-og agnroyndirnar hjá 38 fót stóra útróðrarbátinum Tóru

ROYNDIR

Havstovan hevur í heyst gjørt royndir við ymiskum húkastøddum, ymiskum agni og eftirgjørdum agni. Í stuttum er úrslitið av verkætlanini, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best.
- Royndirnar vísa eisini, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk.
Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning, og her fiskar tann minsti húkurin mest av smáari hýsu. Agnið hevur eisini sín týdning, tá ræður um hýsu, og tað er makrelur, ið fiskar mest.
Royndin vísir eisini, at munur er á fiskileiðunum fyri bæði tosk og hýsu.
- Í Álinum var fiskurin meira smáttfallandi enn í Nólsoyarfirði, og munandi meira var eisini av hýsu í Álinum.
Tað sigur Havstovan í niðurstøðu síni um húka-og agnroydirnar í heyst, sum 38 fót stóri útróðrarbáturin Tóra í Nólsoy hevur gjørt fyri stovnin.
Verkætlanin, sum er fíggjað av Fiskivinnugransking, verður rópt ”Selektivur línufiskiskapur”. Hon snýr seg um, hvørt húkastøddir og ymisk sløg av agni á línu hava nakra ávirkan á støddarbýtið av toski og hýsu. Royndirnar vórðu gjørdar í heyst á leiðum nær landi, ávikavist í Álinum og sunnarlaga í Nólsoyarfirði.
Teir, ið vegna Havstovuna standa aftan fyri verkætlanina, eru Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert.

Nógvur smáfiskur
Í síni frágreiðing vísa teir tríggir á, at tilgongdin av toski og hýsu á landgrunninum er rættiliga ymisk ár undan ári. Hetta ger, at nøgdin av smáum fiski summi ár er lutfalsliga stórur partur av veiðini. Árini, tá góðir árgangir av toski og hýsu eru á veg, verður lutfalsliga nógv veitt av smáum fiski.
- Í løtuni er nógv av smáum toski í fiskiskapinum, og hóast tilgongdin av hýsu hevur verið stak vánalig í fleiri ár, so er nú ein heldur frægari árgangur á veg, ið hevur alla vernd fyri neyðuni.
Lagt verður aftrat, at bæði fyri fiskivinnuna og fyri landsbúskapin er tað sera óheppið, at so nógv verður veitt av smáum fiski.
- Nógv er at vinna, um sleppast kann undan at taka fiskin, meðan hann er so smáur. Um ein tvey ára gamal toskur livir eitt ár aftrat, er hann í miðal tyngdur eini 70%. Livir hann enn eitt ár, hevur hann í miðal lagt 50% aftrat síni vekt í mun til tað, hann vigaði árið fyri og 2,5 ferðir meira, enn hann vigaði, tá hann var tvey ár.
Teir tríggir vísa í síni frágreiðing á, at hýsa, ið veksur eitt sindur seinni enn toskur, hevur frá tvey til trý ára aldur lagt 43% aftrat síni vekt.
- Livir hon, til hon er fýra ára gomul, vigar hon umleið dupult so nógv, sum tá hon var tvey ár. Aftrat hesum kemur, at kiloprísurin vanliga er betri, um fiskurin er størri. Nógv bendir eisini á, at sannlíkindini fyri at fáa góðar árgangir eru størri, um hampiliga væl av fiski er á grunnunum.

Mest við húki
Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert vísa í síni frágreiðing á, at nógv mest av smáum fiski verður veitt við húki, og tí er tað her, at setast má inn.
- Við húkareiðskapi er ikki so einfalt at solda smáan fisk frá í veiðini, sum eitt nú við troli. Einasti háttur, sum í dag verður brúktur fyri at sleppa undan at taka stórar nøgdir av smáum fiski, er at steingja leiðir, har serliga nógvur smáfiskur er. Í sjálvum sær er mannagongdin effektiv, men vansin er, at allur fiskiskapur verður steðgaður á hesum leiðum, og tí verða bert leiðir stongdar, sum tíðiliga hava nógv av smáum fiski.
Lagt verður aftrat, at við stongdum leiðum ber til at minka eitt sindur um fiskiskap eftir smáfiski, men ógjørligt er at gera munagóð inntriv, uttan at stórar leiðir verða stongdar tey árini, tá góðir árgangir eru á veg.

Húkur og agn
Endamálið við hesi verkætlan var at kanna í hvønn mun, størri húkur er førur fyri at solda tann smæsta toskin og ta smæstu hýsuna frá. Samstundis hevur verið kannað í hvønn mun, toskur og hýsa í ymiskum støddum taka ójavnt ymisk sløg av agni, sum í hesum førinum vóru gágga, makrelur, sild og høgguslokkur.
Men hvussu eru hesar royndir so gjørdar?
Nakrar setur eru gjørdar í Nólsoyarfirði og nakrar í Álinum, sum – fyri tey, ið ikki vita – er í ein landnyrðing úr Stongini í Nólsoy.
- Brúktar vórðu 4 Lanka-línur, 4,5 mm. tjúkkar við 300 svøvlum og trimum húkastøddum, ávikavist nummar 10, 12 og 13.
Sambært søluumboðum av húkum í Føroyum, er EZ10 mest vanliga húkastøddin hjá smáu útróðrarbátunum. Húkurin EZ12 verður brúktur av stállínuskipunum, meðan tann størsti húkurin í royndini - EZ13 - vanliga ikki verður brúktur í føroyskum línufiskiskapi.
Húkarnir vórðu knýttir undir línuna blandaðir, soleiðis at 100 húkar av hvørjum slagi vóru á hvørjari línu. EZ10 húkurin hevði reyðan teym, EZ12 bláan teym – og EZ13 hevði grønan teym. Fýra sløg av agni vórðu brúkt, ávikavist gágga, høgguslokkur, makrelur og sild. Eitt agnslag varð egnt á hvørja línu, og línurnar vórðu settar í einum strekki og blandaðar til hvørja setu.
- Væl gekst at draga, og við at brúka ymiskar litir til hvørja húkastødd, var eisini lætt at síggja mun á húkastøddunum. Fyri hvønn fisk, sum kom á línuna, varð skrásett, hvørja húkastødd og hvat agnslag, fiskurin hevði tikið. Haraftrat varð hvør fiskur longdarmátaður og vigaður. Longd og vekt av fiskunum vórðu førd inn í excel-rokniark, har ymiskar útrokningar og stabbamyndir við úrslitum vórðu gjørdar.

Smærri í Álinum
Royndirnar við útróðrarbátinum Tóru vístu, at Nólsoyarfjørður hevði nakað størri fisk enn Álurin. Eingin týðiligur munur sást á teimum trimum húkastøddunum, men gágga tykist at fiska smærri fisk enn hini agnsløgini.
- Royndirnar vístu eisini, at gágga og høgguslokkur í Nólsoyarfirði fiska meira av toski enn makrelur og sild. Um bert verður hugt at toski, smærri enn ungfiskamátið (50 cm), er heilt týðiligt, at gágga fiskaði munandi meira enn hini agnsløgini.
Teir tríggir, Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert, endurtaka, at eitt av endamálunum við verkætlanini var at kanna, um húkastøddin hevur ávirkan á, hvussu nógvur smáfiskur verður veiddur.
- Hetta er ikki týðiligt fyri Nólsoyarfjørð, men í Álinum tykist samband verða við húkastøddina og støddina á fiski – og í Nólsoyarfirði í ein ávísan mun, tá egnt verður við sild. Her er talið á fiski tó nakað lítið til slíka niðurstøðu. Einki týðiligt samband tykist vera millum húkastødd og veiðu av stórum toski.
Teir vísa á, at yvirhøvur var hýsan meira smáttfallandi í Álinum enn í Nólsoyarfirði, og í Álinum er ein ábending um, at tann minsti húkurin fiskar meiri smærri hýsu enn hinir báðir.
- Týðiligur munur var á agnsløgunum. Makrelur fiskar væl betri enn hini sløgini, og høgguslokkur fiskar eisini væl.
Lagt verður aftrat, at sera lítið var av smáari hýsu í Nólsoyarfirði.

Niðurstøður
- Úrslitini av hesi verkætlan eru, at húkastøddin ikki hevur avgerandi leiklut í fiskiskapi eftir stórum toski, men eftir smáum toski eru ávísar ábendingar um, at tann minsti húkurin fiskar best. Royndirnar vísa haraftrat, at gágga fiskar meira smáfisk enn hini agnsløgini, og at høgguslokkur fiskar mest stóran tosk. Fyri smáa hýsu hevur húkastøddin stóran týdning. Tann minsti húkurin fiskar mest av smáari hýsu. Agnið hevur eisini týdning, og tað er makrelur, ið fiskar mest.
Um úrslitini verður lagt aftrat, at hesi vísa, at tað í ein ávísan mun ber til at minka um veiðina av smáum fiski við at brúka ávís sløg av agni og við ikki at brúka ov smáar húkar. Við at brúka ávís sløg av agni ber eisini til at minka um veiðina av antin toski ella hýsu, og hetta hevur týdning, um annar av stovnunum er verri fyri enn hin. Royndirnar hava eisini víst, at økisfriðingar kunnu nýtast til stovnsrøkt, men av tí, at so stórur munur var á hesum báðum leiðunum, sum liggja tætt saman, er neyðugt við umfatandi kanningum av øllum teimum innaru leiðunum og gjøgnum alt árið, áðrenn hetta kann gerast sum best.
- Tað er trupult at gera endaligar niðurstøður bert við støði í úrslitunum frá hesi verkætlan, serliga tí at royndartíðarskeiðið var nakað stutt og átti at verið alt árið. Eisini áttu fiskileiðirnar at verið spjaddar kring alt landið, siga teir tríggir í sínari frágreiðing um hesar línu-og agnroyndir, Sigvald Kristiansen, Petur Steingrund og Jákup Reinert.