Eitt valdømi – fjølbroytt umboðan
Eingin veit, hvussu skipanin við einum valdømi kemur at virka í longdini. Tað veldst um, hvussu Føroya fólk røkir skipanina. Lítil ivi er um, at fyrsta royndin hepnaðist væl. Tingið umboðar landið bæði við atliti at ymsu økjunum í landinum og eisini á annan hátt.
Men veruliga uppgávan liggur fyri framman – tá ið eitt nýtt ættarlið um nøkur ár skal taka við og tá ið valevnini ikki, sum hesuferð, eru kend andlit kring landið.
Strategiska støðið hjá Føroya Løgtingi
Løgtingið – eins og aðrir stovnar – hava eitt strategiskt støði, harav søguligu røturnar eru tær mest týðandi. Søguleysur stovnur er eitt strategiskt pinkubarn. Føroya Løgting er helst ellisforseti í demokratiska heiminum við síni 1000 ára gomlu søgu heilt aftur til 900-talið. Hetta var skipan, sum helst aftur hevur sínar røtur í gomlu germansku urdemokratisku skipanunum í fyrsta ártúsundi eftir okkara tíðarrokning.
Hetta rótfesta føroyska fólkaræðið livdi seg ígjøgnum eina einaræðisbylgju, sum floymdi um Europa í miðjuni av næsta ártúsundinum. Við kongalógini frá 1665 gjørdist Danmark eitt av mest víðgongdu einaveldum í Europa. Føroyska løgtingið, føroyska tjóðin, var - eins og danska tjóðin - undir støðugum trýsti tey næstu tvey hundrað árini, til løgtingið í 1816 varð avtikið. Leiðsla føroyinga, løgmansembætið, var við hesum burtur.
Hendan “endaliga” royndin at avtaka føroyska fólkaræðið varð gjørd umleið somu tíð, sum demokratisku átøkini í Europa festu rót. Fyrsta royndin at demokratisera danska ríkið hesa tíðina varð gjørd við sonevndum stættartingum. Roynt var eisini at gera eina skipan til teir 7.781 føroyingarnar (fólkateljing í 1845), men uttan stættir í vanligari merking vóru teknisku trupulleikarnir ikki til at vinna á. Harafturat høvdu føroyingar ikki umboðan í nøkrum stættartingi fyri neyðini.
Hesi árini vóru tvey skriv send niður til Danmarkar við ynski um at endurreisa løgtingið. Á øðrum skrivinum var ein undirskrift og á hinum vóru 28. Rokna vit í mun til fólkatalið telja hesi 28 fólkini 0,36% av føroya fólki. Har fólkaræði hevði fest røtur, eitt nú í Bretlandi, høvdu um 3-5% av fólkinum valrætt. Tær 28 undirskriftirnar í Føroyum umboða sostatt 5-10% av samlaðu veljarafjøldini í Føroyum eftir tátíðar viðurskiftum – um annars føroyska tjóðin hevði fólkaræðisskipanir sambærligar við tær frægastu í heiminum tá.
Úrslitið kenna vit í dag, at løgtingið varð endurstovnað í 1852.
Tá ið tað í okkara søgubókum stendur so sjálvsagt, at føroyingar vóru politiskt óbúnir, er tað neyvan allur veruleikin. Kanska er tað øvugt, at føroyska tjóðin var serstakliga politiskt búgvin – og realistisk.
Politiskir lágkonjunkturar í Føroyum 1990-2008
Føroya Løgting hevur upplivað skiftandi tíðir hesi 1000 árini. Frá einum einføldum fólkaræði við einum íkasti av høvdingadømi um fyrsta ártúsundskiftið, yvir eina rættiliga stabila skipan í gerandisdegnum fram til 1600-talið og síðani ein politiskan lágkonjunktur fram til 1852. Hareftir gongst spakuliga framá. Í tíðini fram til heimastýrið í 1948 man aldarskiftið 1900 vera tann mest týðandi politiski hákonjunktururin. Hesi árini stungu føroyingar saman við dønum út í kortið fysiska infrastrukturin, umframt føroyska vinnu, føroyskt mál, føroyska mentan o.a. Føroyingar røktu síni áhugamál og danir síni.
Heimastýristíðin frá 1948 fram til 1990 er ein menningartíð, har allir tættir í nærsamfelagnum verða mentir við atliti at vinnu, mentan, umsiting o.ø. Hesa tiðina setti føroyska tjóðin føtur undir egnan bygnað og skipaði landið soleiðis, at tað bar til at arbeiða í felag. Vit kunnu eisini siga, at tjóðin setti eina leiðsluskipan í verk, bæði innan privata partin og innan almenna partin.
Størsta avbjóðingin hesi árini mundi vera, tá ið fiskimørk kring okkum fluttu út á 200 fjórðingar í sjeytiárunum, tá ið fiskivinnan yvir eina nátt at kalla skuldi flyta sítt rakstrarstøði frá fjarleiðum til føroyska landgrunnin. At hetta hepnaðist er einki minni enn eitt politiskt roysni sæð við søguligum fólkaræðisligum eygum.
Tíðin frá 1990 til og við hetta valstríðið fram til fríggjadagin tann 18. Januar 2008 meti eg sum djúpasta lágkonjunktur í nýggjari føroyskari politiskari søgu. Eyðkennini hava verið stuttskygni, gandaorð, fiksar loysnir, uppgávulyndi, sjálvdráttur og ómegd. Vit hava sitið í strategiskum kyksendi.
Fyrri parturin av hesi tíðini frá 1990 til 2008 eru eisini eyðkend við einum stórum trýsti frá donsku tjóðini, sum við væl skipaðum diplomatiskum amboðum útspældi politisku og vinnuligu leiðslu føroyinga í nýtiárunum. Tað var eitt diplomatiskt trýst, tá ið danska stjórnin málaði myndina av trøllakendu áttatiárunum, sum nógvir føroyingar tóku til sín og summir gera tað enn. Tað var diplomatiskt trýst – fyri ikki at siga ótíðarhóskandi valdsmisnýtsla – tá ið danska stjórnin brúkti bankaeftirlitið til at niðurskriva øll føroysk virði niður í helvt at kalla. Tað var diplomatiskt trýst, tá ið danska stjórnin “hjálpti” føroyingum at skipa landið “betur” í almennu umsitingini, í fiskivinnufyrisitingini, í kommunala bygnaðinum og í Føroya Fiskasølu. Har vit áður høvdu leiðsluamboð, fingu vit nú maktamboð.
Hvørki vanligi føroyingurin, føroyski politikarin, politiski viðmerkjarin ella fjølmiðlafólkið hevur enn megnað at seta orð á hetta diplomatiska trýst. Men kjarnin er rættiliga einfaldur. Føroyska tjóðin skal røkja síni áhugamál, og danska tjóðin røkir síni áhugamál.
At hetta diplomatiska trýst hepnaðist so væl – sæð frá einum donskum sjónarmiði – er tí føroysku tjóðini fyri at takka. Síðani fyrst í áttatiárunum var føroyski bygnaðurin fallin í órøkt, serliga í sambandi við ættarliðskifti á ymsum stovnum, virkjum og skipanunum. Í 1990 hevði Føroyar ongan bygnað skilt í strategiskum týdningi. Summar funktiónir virkaðu betur, aðrar verri. Samansjóvandi bygnað høvdu vit ongan – og samansjóvandi bygnað í strategiskum týdningi hava vit ongan tann dag í dag, skjótt 20 ár eftir.
Men spurningurin er, um hetta ikki er vorðið søga nú.
2008 – ein nýggjur luktur í bakaríðinum?
Við øllum teim fyrivarnum, sum kunnu hugsast á politiska leikvøllinum og í sambandi við eina meting um framtíðina, eru ørindini við greinini tó hesi, at mær tykir, at føroyska tjóðin enn einaferð hevur megnað at fáa Føroya Løgting á kós aftur. Uttan mun til hvør samgongan verður, eru tekin um, at 2008 verður byrjanin til ein hákonjunktur, tá ið tað aftur fer at bragda, og tað aftur fer at bera til at savna krefturnar til ymsu átøkini og soleiðis mennast í samljóði við umheimin.
Okkurt bendir á, at vit hava rokkið á botn, og at lukturin í bakaríðinum er vorðin ein annar hetta valskeiðið.
Nakrar uppgávur í hesum valskeiðinum
Mítt boð uppá tær mest týðandi uppgávurnar til tess at stabilisera eina positiva gongd er, at trý høvuðsmál eiga at avgreiðast – ella fáast rættiliga væl áleiðis.
Í fyrsta lagi at fáa eina floksskipan, sum kann gjøgnumarbeiða kjakevni í landinum so gjølliga, at eitt veruligt kjak er møguligt á einum slíkum støði, at tað ber til at kóka politiska súpan uppá úrslitini. Fyri samgonguna kann eitt fyrsta átak vera at opna almennu stovnarnar aftur, soleiðis at vanligir tekniskir upplýsingar aftur eru tøkir hjá almenninginum. Fyri andstøðuna kann eitt fyrsta átak vera at brúka fíggjarlógina aktivt í sambandi við eftirlitið við samgonguni. Við tíðini ber til at menna umsitingarnar hjá flokkunum á tingi.
Í øðrum lagi at fáa ein almennan bygnað, sum megnar at savna krefturnar, soleiðis at umsitingin stendur mát við skjótt vaksandi krøv. Eg vil í hesum sambandi staðiliga ávara ímóti at seta fleiri fólk inn í somu skipan í eini roynd at “styrkja umsitingina”. Úrslitið kann skjótt gerast tað øvugta, at vit fáa alt vánaligari góðsku fyri hvørt nýtt starvsfólk, sum verður sett.
Í triðja lagi er neyðugt at stabilisera kommunubygnaðin. At skipa kommunalu eindirnar og at finna eina skipan, har uppgávurnar vera soleiðis skipaðar, at tað ber til í felag lyfta hvørji einstakari uppgávu, men at hvør partur hevur sín leiklut í uppgávuni. Hetta uttan at øll skulu bíða eftir øllum, og uttan at skipa seg við tilvildarligum leikum, eitt nú har kommunur leggja orku í ætlanir, sum landsstýrismaður síðani fær í bunka, fyri at velja nakrar verkætlanir burturúr og kasta hinar fyri borð. At leggja heilar almennar uppgávur út til pinkukommunur við 2-5.000 íbúgvum hevur einki samband við veruleikan anno 2008.