Fýra samtøk loyvi í Gullhorninum

Tvey samtøk fáa einki loyvi yvirhøvur

Tekin eru til, at1. útbjóðing á føroyska landgrunninum - longu áðrenn boring er byrjað - er við at gerast ein succes fyri bæði føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, sum hava fingið loyvi. Bæði Oljufyrisitingin, landsstýrismaðurin og oljufeløg, sum Sosialurin hevur tosað við siga seg vera væl nøgd. Tey fýra samtøkini, sum hava fingið tað, sum verður mett at vera tann besti bitin - sokallaða Gullhornið í landssynningspartinum av landgrunninum - eru The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni - BP Amoco - AMG-bólkurin við Statoil, Phillips, Veba og Enterprise og síðani Agip og Føroya Kolvetni.

Hesir bólkarnir hava játtað at bora íalt 8 brunnar komandi árini. Sosialurin heldur seg vita, at BP skal bora 3 brunnar, Statoil og Amerada Hess bólkarnir 2 brunnar hvør og Agip 1 brunn.

Okkurt bendir á, at BP Amoco, Statoilbólkurin og Amerada Hess bólkurin ætla sær at bora næsta summar, men Agip neyvan borar fyrr enn nakað seinni.

Talan hevur verið um eitt sera torført puslispælarbeiði at ganga teimum ymsu samtøkunum á møti. Sosialurin skilur, at øll samtøkini eru nøgd við úrslitið av loyvisgevingini, hóast eingin hevur fingið alt hann hevur peikað á. Umframt seks áraloyvini, sum bera í sær boring, so eru eisini latin trý 9 ára loyvi. Sambart hesi skulu feløgini gera forkanningar í nøkur ár, men eftir trimum árum skulu tey so gera av, um tey vilja bora á einum ávísum øki í hesum tillutaðu økjum ella lata tey aftur til myndugleikarnar.

Amerikanska oljufelagið Anadarko hevur fingið eitt slíkt loyvi einsamalt og eitt saman við Statoilbólkinum. Harumframt hevur Agip og Føroya Kolvetni fingið eitt líknandi loyvi.

Tað, sum helst kemur óvart á mong, er, at Texaco, Conoco og Murphey, sum eru saman í bólki og hava latið skrivstovu upp, einki loyvi hava fingið. Heldur ikki Norsk Hydro hevur fingið nakað loyvi. Sosialurin skilur, at ein orsøk til, at hesi feløgini einki hava fingið, er tann, at tey hava søkt soleiðis, at fingu tey einki í ?Gullhorninum?, so vildu tey einki hava. Umframt at søkja um teigar í Gullhorninum hava tey eisini søkt um teigar longur norðuri í útboðsøkinum.

Tað skilst, at feløgini, sum hava skrivstovu í Havn, fara helst at lata hesar aftur. Ein møguleiki er tó, at okkurt av teimum kann koma sær uppí ein av hinum bólkunum. Men hvørki BP, Amerada Hess ella Statoil-bólkarnir tykjast áhugaðir at taka fleiri feløg upp.

Spurningurin er so, hvat eitt felag sum Agip kann gera. Felagið hevur fingið tillutað ein góðan bita av Gullhorninum og hevur tað 93% av hesum lisensi, meðan Føroya Kolvetni hevur 7%. Felagið Marathon var annars eisini í hesum bólkinum, men tók seg úr honum, tí felagið ynski aðrar partar av Gullhorninum enn Agip loksins fekk. Um okkurt av tapandi feløgunum kunnu gerast partur av Agip-lisensinum má metast sum ein møguleiki, men tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa nakra viðmerking til hetta.

Samlaðu arbeiðsskyldurnar sambært teimum sjey loyvunum hava eitt virði millum 1 og 1,5 mia. kr. Økið, sum er boðið út var uppá 14.000 ferkilometar á 56 heilum og 26 partteigum. Samlaða økið, sum verður tilluttað er 4.214 ferkilometrar ella millum ein triðing og ein fjórðing av tí, sum søkt varð um.artænastan, sum hava havt beinleiðis arbeiðsuppgávur av kanningarvirkseminum.

Nú verður annarleiðis, tí nú verða nógvir myndugleikar onkursvegna við í fyrisitingini. Her kunnu nevnast uppgávur sum arbeiðsloyvi, umhvørvisgóðkenningar, radio- og fjarskiftis-loyvi, góðkenningar á heilsuøkinum o.s.fr.

- Tað er mín vón og ? við tilbúgvingarverkætlanini í huga ? so vænti eg eisini, at umsitingin fær í lag eitt dygdargott samstarv, soleiðis at myndugleika- uppgávurnar í sambandi við oljuleitingina verða greiddar til fulnar.


Samstarvspartar ikki mótpartar

Eyðun Elttør segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, oyðileggja okkara náttúru, mentan, vinnumynstur, og fara avstað við okkara ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi.

- Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast við at síggja oljufeløgini sum okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu segði hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava alsk og virðing fyri náttúru og mentanarligum virðum, og sum har afturat kunnu veita okkum eina vitan og kunnleika, sum vit kunnu fáa stórt gagn av.

Ein grundleggjandi munur millum forkanningar-skeiðið og leitiskeiðið er, at leitiloyvini, sum í dag fyri fyrstu ferð verða latin, geva feløgunum nakað í býti fyri leitiskyldurnar, nevniliga rættin til tey kolvetni, sum vónandi eru at finna í undirgrundini á teimum veittu loyvisøkjunum.Og hetta avspeglar eisini tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund.

-Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar hvør í sínum lagi ynskja at ogna sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuvirkseminum. Men um treytirnar ikki verða gjørdar í virðing fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum, spyrst neyvan nakað gott burturúr í seinasta enda.

Samstarvið er longu byrjað. Ikki bert millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini, men á so nógvum økjum. Á vinnuøkinum, á útbúgvingar-økinum og á granskingarøkinum, har samstarv er millum oljufeløgini og føroyskar kanningastovnar, einamest á náttúru- og umhvørvisøkinum.

Alt hetta tekur støði í ætlaða oljuvirkseminum, men samstundis kastar tað av sær vitan og kunnleika og hjálpir til at seta í verk tiltøk, sum eru samfelagnum at gagni í so nógvar aðrar mátar.

Talan er tí um eina nýggja og umfatandi vinnugrein, sum so sanniliga setur okkum stórar avbjóðingar, men sum samstundis kann verða við til at menna okkara samfelag, vinnuliga, mentanarliga og búskaparliga. Oljufeløgini skulu vita, at vit seta teimum krøv, men at vit samstundis ynskja teimum vælkomnum til eitt vónandi langt og mennandi samstarv til gagns fyri báðar partar.


Loyvistilgongdin

Tá freistin at søkja um leitiloyvi var úti 17. mai, høvdu 17 oljufeløg, skipað í 8 umsóknarbólkar, søkt um tilsamans 22 loyvi. Ein umsókn er seinni tikin aftur. -Tað er einki dulsmál, at stór umskaring hevur verið millum umsóknirnar, serliga í lands-synningshorninum á føroyska landgrunninum. Harafturat hava nakrar umsóknir verið soleiðis skipaðar, at umsøkjarin bara vildi átaka sær leitiskyldur í ávísum øki, um hann eisin fekk tillutað annað øki segði Eyðun Elttør og legði dent á, at teir høvdu helst viljað gingið umsóknum frá øllum umsøkjarunum á møti, soleiðis at fleiri verða um at lyfta byrðuna, tá oljuleitingin verður flutt longri inn á landgrunnin, har basaltfláirnar eru tjúkkari og avbjóðingarnar verða somikið størri.

- Tað hevur kortini ikki verið møguligt at býta fáu basaltfríu teigarnar soleiðis, at allir umsøkjarar kunnu fáa ein part. Harða kappingin um teigarnar í landssynningshorninum hevur eisini havt við sær, at eingin umsøkjari hevur fingið alt tað, ið hann hevði søkt um. Vit hava roynt at hildið eina javnvág ímillum ynski um flest møguligar boringar og tað ikki at krevja fleiri boringar enn jarðfrøðin í økinum krevur.

Endaliga úrslitið er, at fýra 6-ára loyvi við skyldum at gera leitiboringar verða givin í landssynningshorninum. Hetta gevur tilsamans 8 leitiboringar komandi árini. Harafturat verða givin trý 9-ára loyvi við skyldum at gera ymiskar fyrireikandi kanningar, men ikki leitiboringar.

Landsstýrismaðurin takkaði at enda teimum umsøkjarunum, sum ikki høvdu eydnuna við sær í hesum umfarinum, fyri arbeiðið, sum teir hava lagt í virksemið á føroyska landgrunninum higartil. -Tað er mín vón, at hesi feløgini hava hug at royna seg aftur í seinni umførum. Samstundis fari eg at ynskja okkara komandi loyvishavarum til lukku við loyvunum og góða eydnu við leitingini. Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi samstarv komandi árini.