Høvdini rulla í glóðheitum stjórasessum

Fyrr í tíðini sótu stjórar í sínum sessum í 30-40 ár, tí teir vórðu hildnir at vera álitismenn, ið ikki kundu nertast. Í dag sita stjórarnir nógv leysari í sessinum. Síðan á sumri í 2009 eru 10 stjórar farnir úr starvi, antin tí teir vórðu koyrdir til hús, samdust við arbeiðsgevaran um at fara ella fóru av persónligum ávum. Stjórarnir í dag eru ofta undir hørðum almennum trýsti, og ministeriella stýrisskipanin hevur við sær, at landsstýrisfólk ofta bjarga sær sjávum við at senda stjórar til hús

Kom tær upp á tindin hjá tí almenna ella í einum banka, og tú verður stjóri restina av lívinum. Soleiðis var tað fyrr. Eitt dømi um ein tílíkan stjóra var Mikkjal Helmsdal, ið var stjóri hjá Lands­verk­frøðinginum í 40 ár frá 1948 til 1988. Ein annar var Niels Juel Arge, ið var útvarpsstjóri í 30 ár frá 1960 til 1990. Ein triði var Hjalgrím Winther, sum var stjóri á SEV í 30 ár frá 1953 til 1983. Thomas Thomassen var stjóri á Tryggingini í 25 ár frá 1948 til 1973, og Birgir Danielsen røkti stjórastarvið á Føroya Fiskasølu í 22 ár frá 1969 til 1991.
 Hesir stjórarnir og aðrir, ið sótu leingi í sínum sessum, vóru mangan í andgletti, tí teir stóðu á odda fyri stovnum og fyritøkum, ið høvdu stóran týdning fyri mong fólk. Men at koyra teir úr starvi var óhugsandi, tí hugsanin manna millum var, at hevði álitismaður fingið stjórasess at røkja, sat hann í honum, til hann fór frá við eftirløn. Um hendan skipanin var góð ella ring, munnu ymsar meiningar vera um, men teir dagarnir eru nú farnir, at stjórar kunnu kenna seg púra tryggar í sínum sessum, tí seinasta hálvtannað árið eru ikki færri enn 10 almennir og privatir stjórar farnir til hús.
 
Ósemjur og kreppur
Á sumri í fjør frættist í fjølmiðlunum um ósemju, ið hevði tikið seg upp á TAKS, har forstjórin og fyrisitingarstjórin vóru vorðin so ósamd, at tey kundu ikki arbeiða saman. Fyrisitingarstjórin kærdi forstjóran til Fíggjarmálaráðið, men knút­urin var eftir øllum at døma so trupul at loysa, at Fíggjarmálaráðið bað bæði stjóran, Arnhold Hjelm Nielsen, og fyri­sitingarstjóran fara til hús.  
Í bankaverðini eru eisini fleiri stjórar farnir frá. Marner Jacobsen og Bjarni Olsen máttu leggja kongin í Eik Banka, tá Finansiel Stabilitet yvirtók virksemið har, og Eyðfinn Reyðberg fór eisini frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Hvør orsøk­in var til tess, kom ikki heilt greitt fram, og alment varð boðað frá, at nevnd og stjóri vóru samd um at enda sam­starvið. Ið hvussu er var sessurin vorðin heitur, og stjórin fór.
Atlantic Petroleum kom í harðan fíggjarligan andróður í fjør. Kursurin skramblaði í botn, og støðan gjørdist so trupul, at felagið í nakrar mánaðir einans tóktist ana orsakað av náði frá bank­unum. Turbulenta støðan hevði fyri knøppum ári síðan við sær, at stjór­in í 11 ár, Wilhelm Petersen, mátti siga stjóra­sessin frá sær.
Á Smyril Line boðaði nevndar­for­maðurin, Klaus Kjærulff, brádliga frá í summar, at samstarvið við Peter Holm sum stjóra var endað. End­aða sam­starvið minti meira um eina uppsøgn enn um eina sjálvvalda avgerð at fara, og hóast fjølmiðlarnir royndu at bora í mál­inum, komu teir ikki framá annað enn, at ósemja hevði verið millum stjór­an og summar nevndarlimir.
 
Órógv og gølur
Á Posta hevur seinastu árini verið ein øgiligur goragangur, tí nógv fólk eru upp­søgd, og umleggingarnar hava ver­ið umfatandi. Miðdepil í rokinum var Sofus Clementsen, ið tók við sum stjóri har í 2006. Umfatandi ónøgd við hans­ara leiðslustíl tóktist ikki rína við stjór­an, men brádliga herfyri boðaði hann so frá, at hann legði frá sær. Hann hevði brúk fyri einum time-out, tí tíðin á Posta hevði verið slítandi, segði hann.
Á Landssjúkrahúsinum valdaði frið­ur og í fólki góður tokki, eftir at Allan Skaalum gjørdist stjóri har, kanska tí diplomati var hansara størsta dygd. Men so kom undan kavi, at útreiðslurnar til heilivág vóru vaksnar óvan­liga nógv. Hóast stjórin tíðliga gjørdi landsstýrismannin varugan við, at eyka­útreiðslur vóru á veg, og at hetta stóðst av serligum umstøðum, var lands­stýrismaðurin við heilsumálum, Aksel Johannesen, eirindaleysur og sendi stjóran til hús.
Framhaldssøgan um byggigøluna í Hovi kostaði at enda eisini eitt stjóralív. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, ið hevði evstu eftirlitsskyldu við bygg­ingini, kom í so harðan andróður av skúladeplinum, m.a. tí stovnurin hevði latið landsstýriskvinnuni við skúla­mál­um, Helenu Dam á Neystubø, skeivar upplýsingar um byggikostnaðin, at Annika Olsen, landsstýriskvinna við inn­lendismálum, ongan annan møgu­leika sá enn at siga honum úr starvi.
Og júst sum hesi tíðindini vóru farin afturum, boðaði Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, frá, at hann leggur frá sær 1. januar 2011. Hann valdi kærleikan fram um ar­beiðslívið, segði hann um orsøkina við Portalin.
Mistøkini kosta
Spurningurin er so, um tað er vorðið nær­um óliviligt at vera stjóri, um stjór­arnir eru verri nú enn fyrr, ella um tað kanska er vorðið móti, eitt nú hjá politik­arum, at finna syndabukkar í málum, ið kunnu raka teir sjálvar. Verður hugt at málunum um teir 10 stjórarnar, ið eru farnir úr starvi síðan 2009, hómast nøk­ur viðurskifti, ið eru øðrvísi í dag, enn tey vóru fyrr, tá stjórarnir sótu megin­partin av lívinum.
Fráfarnu stjórarnir í Eik Banka vórðu uttan iva bidnir um at fara, tí bankin at enda gjørdist insolventur. Hevur tú staðið teg væl, verður tú ikki biðin um at fara, men gerst endin, at fyritøkan er um at lata lívið, og uppruddarar standa í gong­ini og skulu fáa fyritøkuna á føtur aftur, má gamla leiðslan fara. Tað fór hon so í Eik Banka. Kanska vóru reyð tøl á botnlinjuni í Norðoya Sparikassa og Atlantic Petroleum eisini orsøkin til, at aðrir stjórar sluppu at royna seg har.
Orsøkin til stjóraskiftið á TAKS stóðst av, at ovasti myndugleikin, Fíggjar­málaráðið, ikki sá seg ført fyri at loysa eina innanhýsis ósemju og tí gjørdi av at biðja topparnar fara heim. Kanska varð hetta gjørt, áðrenn málið menti seg til at gerast ein stórur trupulleiki fyri fíggjar­málaráðharran sjálvan. Í øll­um førum vóru arbeiðsviðurskiftini vorðin so ónøkt­andi, at okkurt mátti gerast.
At Allan Skaalum og Oyvindur Brimnes vórðu uppsagdir, var beinleiðis úrs­lit av ministeriellu stýrisskipanini frá 1994, har landsstýrismenn sita við evstu ábyrgdini av tí, sum hendir á stovnum undir teimum. Aksel Johannesen helt, at meirútreiðslur til heilivág vóru nóg góð grund til at senda Allan Skaalum heim, hóast stjórin vísti á serligar umstøður sum orsøk til meirútreiðslurnar. Mest sannlíkt gjørdi landsstýrismaðurin hetta, tí hann óttaðist fyri at enda í somu støðu sum undanmaðurin í lands­stýris­sessinum, Hans Pauli Strøm, ið noyddist frá orsakað av meirnýtslu.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevði ítøkiligar grundir at geva Oyvindi Brimnes boð um at fara. Landsverk var beinleiðis orsøk til, at Helena Dam á Neystabø gav løgtinginum skeivar upplýsingar, pengar vórðu út­goldnar av skeivari konto í sambandi við skúlan í Hovi, og skúladepilin sum heild var og er ein endaleys gøla. Tað fekk so avleiðingar. Hetta hevði tó verið rættiliga óhugsandi í 50'unum, 60'unum og 70'unum, tá Lands­verkfrøðingurin nærum var eins makt­fullur og landsstýrismenninir í kollegialu stýrisskipanini.
 
Ov stórar broytingar
Fallið hjá stjóranum á Posta var rætt­iliga áhugavert, verður havt í huga, hvussu stórur hansara broytingarhugur var. Summir ráðgevarar í leiðslu siga, at um tú miseydnast sum stjóri teir fyrstu 100 dag­arnar, er stórur vandi fyri, at tú mis­eydnast heilt. Nýggir stjórar vilja ofta fremja broytingar skjótt, men verð­ur farið ov skjótt og ov harðliga fram, kann bakslátturin gerast so stórur, at tú bæði leggur teg út við starvsfólk, fak­feløg og fjølmiðlar.
Hetta tóktist at gerast trupulleikin hjá Sofusi Clementsen á Posta. Broyt­ingarnar vóru nógvar, nógv fleiri, enn gomlu stjórarnir, ið sótu 30-40 ár í sínum sessum, høvdu framt upp á so stutta tíð. Kanska vóru broytingarnar á Posta neyðugar, tí stovnurin var ótíðar­hóskandi. Kanska vóru allar broyt­ing­ar­nar ikki neyðugar og framferðin ov harðlig. Ið hvussu gjørdist bakslátturin so stórur, at stjórin at enda maktaðist og legði frá sær.
Fyrimunurin við, at nógvir stjórar eru farnir úr starvi í seinastuni, kann so vera, at fleiri mans við stjóraroyndum eru tøkir at seta í onnur leiðandi størv. Van­ligt hevur ið hvussu er verið millum ráðharrar í øðrum londum, at fyri tí, um teir mugu siga ein ráðharrasess frá sær, merkir tað ikki, at teir ikki seinni kunnu fáa onkran annan ráðharrasess. Har ein starvsleiðin endar, byrjar sum kunnugt mangan ein onnur, og soleiðis má tað kanska at vera, nú stjórastarvið langt frá altíð gerst eitt lívsstarv.