- Ífjør var eg við hvalbingum í Lítlu Dímun, eg var sígd niður í bjørgini við einari 40 favna línu. Hon helt! Tað var ein heilt ótrúlig kensla at hanga har í línuni, og njóta friðin, sjógvin og náttúruna. Vit vóru eisini heilt uppi í toppinum av Lítlu Dímun. Eg eri ein persónur, sum dámi væl at flyta mørk, bæði sum persónur, og sum ítróttarfólk.
53 ára gamli Annsy Høghamar er ikki bangin fyri avbjóðingum, hon takkaði ja til tað stóru avbjóðingina útí í Lítlu Dímun, har mong okkara høvdu sagt nei takk.
- Eg stúrdi eitt sindur fyri at halda setunnarrøðuna á Òlavssøku í fjør. Men eftir framda bragdið í Lítlu Dímun, fór øll stúranin fyri at halda setannarrøðuna. Eg má siga, at tað var ein fløvandi avbjóðing at sleppa at seta Ólavssøkuna. Tað var ein ótrúlig kensla at standa og halda eina røðu, meðan túsindtals fólk stóðu pinnastill og lurtaðu.
Annsy ger greitt, at røðurnar verða eingin forðing fyri hana, um ein meiriluti velur hana til ÍSF-forseta á aðalfundinum, leygardagin tann 24. mai. Hon er vorðin ein garvaður røðari til brúðleyp og veitslur og hevur ikki trupuleikar við at røða um tað hon hevur á hjartað.
Tað eru tó ikki røðurnar, sum eru størsta viðførið hon hevur í førninginum, um hon gerst komandi ÍSF-forsetin.
Hon leikti hondbólt líka frá tí hon var 11 ár, til hon fór at nærkast teimum hálvthundrað, og hon hevur meir enn 30 ára royndir frá nevndararbeiðnum í Kyndli. Bæði sum kassameistari, og sum skrivari. Hon hevur eisini sitið í Tórshavnar Ítróttarráði, og var við til at senda tað fyrsta føroyska ítróttarliðið til fyrstu oyggjaleikirnar á Man í 1985.
Tók avgerðina 2. mai
Meðan avgerðin hjá mótvalevninum, Sølva Reinert Hansen at stilla upp til ÍSF-forsetavalið hevur verið væl kend millum manna í longri tíð, so er ikki ein vika farin, síðani Annsy tók avgerðina um at stilla upp.
- Avgerðin var tikin 2. mai. Hondbóltssambandið ringdi og spurdi, um eg ikki kundi stilla upp. At byrja við var eg ógvuliga avgjørd, og eg spurdi tey í HSF, um tey høvdu etið bláseym! Nei! Tey meintu tað í ramasta álvara, og tá fór spírin í gongd, og tankin føddist, sum segði: “Hví ikki!”. Eg eri nú leys av Kyndli, og í tómrúminum, sum er uppstaðið síðani eg fór úr nevndini í Kyndli, er ein longsil borin í mær at gera nakað munagott fyri føroyskan ítrótt. Eg sigi so við tey í HSF, at eg og familjan máttu røða um hetta málið fyrst. Tí uttan stuðul og samtykkji frá familjuni, er nyttuleyst at bjóða seg fram. Eg kenni tað eisini, sum eitt stórt herðaklapp, at eg verið biðin um at stilla upp. So eg tók eina skjóta avgerð, um at stilla upp til ÌSF-forsetavalið.
Annsy hevur gjøgnum sítt drúgva virksemið sum nevndarlimur í Kyndli verið við til at taka nógvar skjótar avgerðir. At handla skjótt er ein dygd, bæði á leikvøllinum, og tá ein situr har avgerðirnar skulu takast.
Annsy sigur, at hon hevur fyrst lisið mailin, Sølvi Reinert Hansen sendi til ítróttarfeløgini, aftaná, at hon tók avgerðina um at stilla upp. Hon heldur tó, at tað kundu gjarna verið fleiri valevni til ÌSF-forsetastarvið. Tað átti at verið sjálvsagt, at fleiri hildið seg framat. Hon metir, at Heðin Mortensen hevur gjørt eitt dygdargott arbeiðið seinastu fjórðingsøldina, og um hon verður vald, sær hon ikki fyri sær, at hon fer at stremba eftir at sita líka leingi í sessinum, sum hann. Aðalsetningurin verður at gera eitt gott arbeiðið, ítróttinum at frama.
Annsy heldur ikki tað spælir nakran leiklut, at hon er ein kvinna. Talan er um tvey valevni, sum kappast á jøvnum føti, og sum bæði hava visjónir, og vilja gera nakað munagott fyri ítróttarfólkini í Føroyum. Sum er, so er peningurin til ÌSF oyramerktur, og tað er so eisini nakað komandi ÌSF-forsetin má arbeiða út frá.
Annsy verður ikki vónsvikin, um ein meiriluti ikki velur hana til ÍSF-forseta 24. mai. Hon tekur stríðsvalið, sum eina stóra uppliving. Eitt møguligt tap fær hana ikki at fella í fátt. Hon hevur eitt ríkt lív við einum góðum arbeiði, børnum og ommubørnum, og hon er nógv úti í náttúruni, og sæst ofta renna ein túr eisini.
Byrjaði á grúsi
Tað var miðskeiðis í sekstiárunum, at Annsy byrjaði at leika hondbólt við EB. Mamman og mosturin høvdu báðir vunnið føroyameistaraheitið við EB í hondbólti, og tí var tað natúrligt, at Annsy fór somu leið, sum tær. Tá í tíðini leiktu tær á einum avmáldum øki á fótbóltsgrúsvøllinum á Mølini.
Hon heldur, at tann hondbólturin tey leiktu á grúsinum hevur lítið at gera við tann hondbóltin, sum verður leiktur í einari ítróttarhøll. Tað var nærmast ógjørligt at dribla, og at leypa inn frá strikuna kundi geva nógv skursl. Kortini var hon hugtikin av felagslívinum frá barnsbeini av.
Petur Reinert og Sølvi Jespersen, sum báðir komu uttanifrá til Eiðis góvu ungdóminum á Eiði nógv, við teirra virksemi, sum venjarar hjá EB. Sølvi og Birni Dam skipaðu eisini fyri borðtennisvenjingum, og meðan Annsy enn búði á Eiði, so fekst hon eisini nógv við borðtennis.
Tá í tíðini komu ítróttarfólk nógv saman. Tá tær spældu í Havn, gistu tær hjá onkrum Neista- ella Kyndlaleikara. Og ein dystur ímóti KÍF í Kollafirði, ella ein dystur ímóti StÍF á Strondum kravdi nærum eina heila dagsferð. Mong ítróttarfólk lógu eisini nátt á Eiði, og ótu døgurða har.
-Tað manglar tað sosiala í dag samanborið við fyrr. Tað, sum fer fram uttanfyri vøllin, hevur eisini alstóran týdning. Mær hevur altíð dámt at verða saman við ítróttarfólki, og tað er nakað, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan her í lívinum.
Annsy er sera fegin um hvussu væl móttikin hon var í Kyndli, tá hon sum 16 ára gomul genta flutti til Havnar. Fyrstu árini leikti Annsy við unglingum, og í 2. deild. Hon var við til at vinna FM við Kyndli í bestu kvinnudeildini, í bæði 1975 og í 1981. Eitt, sum hon minnist serliga væl frá fyrstu tíðini í Kyndli, er Olga Frederiksen, sum hevði eina fortíð, sum danskur landsliðsleikari. Olga Frederiksen lyfti alt liðið, og føroyskan kvinnuhondbólt á eitt hægri støðið. Annsy hevur eisini leikt landsdystir ímóti Íslandi og Grønlandi. Tó hevur hon ikki leikt landsdystir uttanfyri landoddarnar.
- Kyndil hevur verið, sum ein stór familja fyri meg. Nú kenni eg eftirhondini fleiri ættarlið í felagnum, eg kann síggja á andlitinum á børnunum, hvør tað er, sum eigur tey.
Uppistova
Sum so mong onnur Kyndlafólk fær Annsy stjørnur í eyguni, tá hon tosar um Uppistovu.
- Vit høvdu eitt serstakliga gott samanhald. Vit savnaðust ofta í Uppistovu, har spældu vit sjavs, har sungu vit, og har høvdu vit hugnakvøld. Hvønn týsdag var opið hús. Tíðin í Uppistovu var ein rík tíð. Tað er synd fyri yngru kyndlarnir, at tey ikki hava upplivað Uppistovu.
Annsy leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið at verða góð við teir ungu leikarnar. Tí er ein góður við teir, so fær ein foreldrini við. Hon hevur havt stóra frægd og gleði av at venja børn og ung. Hon heldur tað er týdningarmikið, at ein sum venjari finnur sær sín egna stíl. Kortini hevur hon verið á fleiri venjaraskeiðum. Hon hevur eisini verið uttanlands við liðum til hondbóltskappingar í bæði Dronninglund í Danmark, og til Partille-Cup í Göteborg í Svøríki. Hon hevur eisini verið við Kyndli í Vejle í Jútlandi.
- Eg dámi væl at sita niðra á gólvinum tá vit hava venjingar í mini-hondbólti og rulla bóltin eftir gólvinum. Ein dagin tá vit høvdu 50 smábørn til venjingar, tá kemur ein fittur og eygagóður smádrongur yvir til mín og sigur: “Hey! Nú eri eg komin!”.
Annsy flennur tá hon fortelur um fitta smádreingin, sum helt, at tað var nakað heilt serstakt fyri Annsy, at hann var møttur til venjing.
Royndirnar hjá Annsy fevna bæði frá ljósu løtunum í Uppistovu, og mini-hondbóltin til tey stóru og tungu tøkini at fáa Gundadalshøllina bygda, at fáa kekkan, Igor Kmec til Føroya – sum Annsy metir verða besta fong Kyndil hevur havt – og at fáa felagið at hóra undan í kreppuárunum í 1989-1995.
Nú er tað so upp til ítróttarfeløgini at gera av, um ítróttarráðgevin, Sølvi ella um tað skal verða eiðiskvinnan, Kyndlakvinnan, og bjargakvinnan í Lítlu Dímun, sum skal gerast ÌSF-forseti.