Frá 1. mars at rokna, kom eitt nýtt íkast til føroyska peningamarknaðin. Í litføgrum lýsingum bjóðaði íløgubankin, Kaupthing, seg fram til áhugaðar íleggjarar, og eftir øllum at døma, hevur hetta sett ferð á hugin hjá føroyingum at seta pening í láns- og partabrøv.
Í hvussu so er tykjast peningastovnarnir rokna við, at so er, tí nú er eisini Føroya Banki komin á marknaðin í so máta.
Í donskum felag
Í mun til stigið hjá Kaupthing, har eitt føroyskt partafelag varð sett á stovn, er tað tó í samstarvi við danskt felag, at Føroya Banki nú bjóðar seg fram.
Talan er um felagið, BankInvest, sum er eitt íløgufelag, sum fleiri danskir peningastovnar, og altso ein føroyskur, eiga í felag.
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sigur við Sosialin, at talan sum so ikki er um nakað spildurnýtt stig, sum bankin nú hevur tikið: - Vit hava í eina tíð verið við í BankInvest, men tað er ikki fyrr enn nú, at samstarvið er rættuliga formaliserað, greiður stjórin frá.
Hann sigur víðari, at ein hin størsta orsøkin til, at bankin nú er farin undir hetta stigið, er, at við fallandi lánsbræavarentuni er tað við tíðini vorðið alsamt minni lokkandi hjá privatfólkum at seta pening í eitt nú donsk lánsbrøv.
Rentan av hesum er nevnliga fult skattskyldug í Føroyum, og tá so rentan av innistandandi peningi eisini hækka, mótvegis lánsbrævarentuni, er tað ein náttúrlig avleiðing, at áhugin fyri hesum fellur.
Betri møguleikar
- Hjá privat fólkum eru møguleikarnir fyri at seta pening í partabrøv rættuliga avmarkaðir, og tí hava hesi stórar fyrimunir av at vera við í einum íløgufelagið, greiðir Janus frá.
Tá er tað nevnliga við eini stórari pulju, at farið verður út á marknaðin, og við hjálp frá serkønum (íløgufelagið), verður so gjørt av, hvar pengarnir skulu plaserast. Størri peninganøgdin er, betri er møguleikin fyri at spjaða tilboðini, og tað er júst í hesum, at fyrimunurin er við einum stórum íløgufelag, sigur bankastjórin. Hetta tí felagið á tann hátt kann bjóða viðskiftafólkunum eina breiða viftu av tænastum, har kundin so sjálvur er við til at gera av, hvussu samansetingin skal verða.
Sostatt kann ein velja, um talan skal vera um »tryggar« íløgur í eitt nú lánsbrøv, ella um man heldur vil vera nakað vágafúsur, soleiðis at møguleikarnir eru fyri einum størri vinningi, men samstundis við størri tapsvanda.
Júst støddin á peninganøgdini heldur Janus Petersen annars vera stóra styrkin hjá BankInvest, og vísir hann á, at hetta er eitt av teimum íløgufeløgum í Danmark, sum hava størst umsetning.
Ráðgeva eisini sjálvir
Sum nevnt, so er tað serliga hjá privatfólki, at talan er um fyrimunir við einum íløgufelag. Skattalóggávan viðførir, at talan ikki er um somu skattligu avmarkingar hjá virkjum, og harumframt kunnu virkini aloftast arbeiða við størri peninganøgdum enn privatpersónar.
Føroya Banki hevur eisini í nógv ár arbeitt við ráðgeving hjá virkjum og størri privatum uppspararum, og hesum arbeiði heldur bankin eisini fram við, sigur stjórin.
- Samstarvið við BankInvest er fyrst og fremst ein møguleiki, sum er ætlaður »smærri« uppspararunum, og stjórin ivast ikki í, at hesi kunnu fáa fyrimunur av nýggja íløgumøguleikanum. Hann er tó minni avgjørdur, tá vit at enda spyrja, hvørjar fyrimunir teirra íløgufelag hevur fram um kappingarneytan á føroyska marknaðinum:
- Tað so vera nakað, sum íleggjararnir mugu mugu meta um. Talan er somu mekanismur, sum eru galdandi hjá báðum feløgum, so kappingin hesum viðvíkjandi er á jøvnum føti, sigur Janus Petersen at enda.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.
Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.
Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.
Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard









