syftu við sær, at støðan í toppinum er tann sama, sum hon var undan vikuskiftinum. Men tað er einki at taka seg aftur í, at vegurin til FM heitið hjá skálamonnum er knortlutari nú, enn hann var undan [...] sunnudagin sannførandi í Gøtu. NSÍ er fimm stig frá oddasessinum, og í fyrstu atløgu er neyvan rætt at rokna teir ella EB/Streym millum evnini til FM heitið. Tað er ikki torført at vísa á, hvar NSÍ hevur [...] fer at resta í. Hjá tí, sum skal vinna FM, er neyðugt at vinna heimadystirnar. Ikki minst móti botnliðunum og tað er her, at fleiri kiksarar eru at finna. HB er einasta av teimum trimum, sum kappast um FM
vanliga leiktíðin var farin, stóð tað á jøvnum 1-1. KÍ legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki, og lítla løtu seinni javnaði NSÍ. Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini. So varð spælt tvær ferðir tíggju
Við 225 tinglimum aftan fyri seg er tað Angela Merkel, sum skal royna at skipa stjórn, men tað kann gerast ein tungur burður. Tann fyrsti møguleikin, sum hon hevur, er at venda sær til Gerhard Schröder [...] Hennara næsti møguleiki er at royna at fáa Tey Grønu at skipa stjórn saman við verandi andstøðu. Formaðurin hjá Teimum Grønu, Joschka Fischer, segði sunnukvøldið, at hann er sjálvandi sinnaður at tosa [...] nir halda seg til Merkel. Hin møguleikin hjá Schröder er at gera eina vinstrasamgongu saman við Teimum Grønu og Die Linke, men tað fer í hvussu er at krevja, at alt agg verður lagt til viks. Ein vanlukka
slíka hóast hon er í lítlari bygd. Her er einki við, at bara lata alt standa til: Í einum horni stendur ein telda, sum alla tíðina skiftir myndir við tí nýggjasta hármótanum úr útheimi. Marna er sjálv í ferð [...] suðuri er mítt arbeiði meiri at kalla eitt sesong-arbeiði. Eg kann hava sera nógv at gera eina tíð, og so kann tað minka niður í nærum einki aftaná. - Tað er tó serliga uppundir høgtíðir at mest er at gera [...] eru í Havn, so er kortini neyðugt at biðja um tíð har frammanundan, um tú skalt vera vís ella vísur í at fáa hárið gjørt ella klipt ein ávísan dag. Hjá Marnu er tað heldur øðrvísi. Her er ikki beinleiðis
sum eitur skýming, nei, 1-2-3 so er myrkt, so tíðin er stutt frá tí at skúlin er liðugur og til myrkt er, táið ein helst má halda seg innandura. Í nógvum av skúlunum er vanligt, at børnini verða sligin [...] teimum er Josva yngstur, hann er 14 ára gamal, og kom hann við okkum til Afrika. Tað er møguliga lættari at fara á okkara aldri, táið ein ikki hevur smábørn, men vit hava sæð og upplivað, at tað er als eingin [...] lastbilarnir, teir eru frá 50/60-unum, ja tað er ófatuligt, at teir kunnu haldast koyrandi, ein grund er møguliga, at teir ikki rusta, tí her er heitt, luftin er tunn, og vit ligga á umleið 1.900 meturs hædd
hevur longri veg til heiðursmerkini, enn vegurin hjá NSÍ er. Men avrikini seinastu ferðirnar hava víst, at samansetta liðið kanska er tað, sum er best fyri av øllum í løtuni. Teir hava móti KÍ, HB og NSÍ [...] seg aftur, og Vlad hevur verið Skála sera stinnur. Nú er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá Skála, tá ið fyrsta valið millum stólparnar er burtur. Fyrsta og sera týdningarmikla svarið fer at fáast [...] endaspurtin, sum tykist skula gerast ógvuliga tættur og spennandi. Uppskriftin er heldur at vinna meiri enn mótstøðuliðini megna. Skráin er væl skrúvað saman í ár. Í fimm teimum síðstu umførunum eru fleiri rættuliga
havt ómetaliga stóra ávirkan á samfelagið alt. Ein av yrkingum Finnboga, sum er prentað í skúlasangbókini "Starabókini", er ein barnaríma um hondina og fingrarnar. Yrkingin prógvar hansara listarligu og [...] politikk, journalistikk og poetikk sum síni fremstu virkisøkir. --- Longstur er hann longutong, longst hann frá tær røkkur, fimur er at fáa fong, um alt annað støkkur. Fimur var Finnbogi at fáa fong. Uttan [...] yrkir í einum ørindi í sanginum: "Far lítli útum eina løtu og spæl": "Og spyr ikki meira, um verðin er rund er tríkantað ella ein flata, men, bygg tær ein bátin og sigl yvir sund, tú skalt av tær sjálvum tað
fleiri økjum. Eitt nú er Arbeiðaraflokkurin fyri at fara undir oljuvinnu í Barentshavinum, men tað vilja partar av Sosialistiska Vinstraflokkinum ikki hoyra talan um. Arbeiðaraflokkurin er fyri at byggja fleiri [...] eina meirilutastjórn, og fyri fyrstu ferð sleppur Sosialistiski Vinstraflokkurin í stjórn. Harafturat er tað fyrstu ferð, at Miðflokkurin skipar stjórn saman við teimum báðum flokkunum á vinstravonginum. [...] væl. Flokkurin hevði stóra afturgongd og fekk 8,7 prosent. Miðflokkurin hevði harafturímóti eina lítla framgongd og fekk 6,5 prosent av atkvøðunum. Tilsamans fingu teir tríggir flokkarnir 87 tinglimir
Hóast rúm tíð er fráliðin, nívir sorgin og saknurin er framvegis stórur. Elskaða mamma, tað er við inniligum takksemi í hjarta, at eg siti og minnist aftur á barnaárini og tíðina, ið farin er. Takk fyri allar [...] allar tær mongu ferðir, tínar signaðu hendur troystaðu, leiddu, stuðlaðu og hjúklaðu um mín lítla, hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við s [...] bað tú faðir vár, signaði meg og til seinast sang tú góða mamma eg vil sova ella nú dagurin at enda er, so lótust barnaeygu aftur, eymliga kýndi tú barnakinn, og við einum brosi varð eg tryggur leiddur
bedingini í Skálavík er sera rímiligur einans 1000 kr. fyri tveir dagar. Tá er lán av trýstspulara íroknað prísin. Kommunan er eisini lagalig, tí menn skulu eisini hava møguleika at mála bátin. Er sjaskveður, og [...] Skálavík: - Bátaeigararnir, - teir lata væl at hesum staðnum. - Teir siga, at tað er gott at bátarnir standa so høgt, og at tað er so lagaligt at sleppa til og frá hesum staðnum. Tað sigur Palli Olsen, sum hevur [...] og teir ikki fáa málað, so er kommunan til at tosa við. - Annars so taka vit 200 kr. eyka um dagin, um báturin stendur longri enn ásett. - Hetta er gjørt fyri at menn ikki skulu brúka hetta plássið sum