Týskland
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Týskarar sótu sum á nálum sunnukvøldið og gjáranáttina. Líka síðani Gerhard Schröder, kanslari, skrivaði út val, høvdu veljarakanningarnar givið andstøðuni og Angelu Merkel sigurin, men longu tann fyrsta forsøgnin vísti, at so var ikki.
Andstøðuflokkarnir fingu als ikki ta framgongd, sum roknað varð við. Tvørturímóti hevði tann borgarliga samgongan hjá CDU og CSU afturgongd. Á seinasta vali fekk hon 38,5 prosent, men hesaferð bara 35,2 prosent og 225 umboð í ríkisdagin. Tann lítli borgarligi flokkurin, Fríu Demokratarnir, hevði kortini framgongd og fekk 9,8 prosent av atkvøðunum og 61 tingmenn, men tað var kortini als ikki nóg mikið til at útvega andstøðuni meiriluta í ríkisdegnum.
Sosialdemokratarnir taptu eisini valið. SPD fekk á seinasta vali 38,5 prosent, men sunnudagin bara 34,3 prosent og 222 umboð, og harvið misti Schröder meirilutan, sum hann hevur havt saman við Teimum Grønu, sum høvdu eina lítla afturgongd og fingu 8,1 prosent og 51 tinglimir.
Vinstraflokkurin Die Linke, sum hevur fyrrverandi SPD-formannin Oscar Lafontaine sum ein av sínum oddamonnum, hevði tað besta valið og fekk 8,7 prosent og 54 tinglimir.
Fáir møguleikar
Við 225 tinglimum aftan fyri seg er tað Angela Merkel, sum skal royna at skipa stjórn, men tað kann gerast ein tungur burður.
Tann fyrsti møguleikin, sum hon hevur, er at venda sær til Gerhard Schröder og sosialdemokratarnar fyri at vita, um tað ber til at skipa eina stórsamgongu av CDU/CSU og SPD, men sunnukvøldið tóktist sitandi kanslarin ikki serliga hugaður fyri hesum hugskotinum.
Hennara næsti møguleiki er at royna at fáa Tey Grønu at skipa stjórn saman við verandi andstøðu. Formaðurin hjá Teimum Grønu, Joschka Fischer, segði sunnukvøldið, at hann er sjálvandi sinnaður at tosa við Angelu Merkel, sendir hon boð eftir sær, men at samgongumøguleikarnir teirra millum eru smáir.
Miseydnast hesar báðar royndirnar hjá Angelu Merkel, kemur Gerhard Schröder aftur fram á pallin. Hann hevur tvinnar møguleikar. Hann kann royna at skipa stjórn saman við Fríu Demokratunum, men formaðurin í FDP, Guido Westerwelle, segði sunnukvøldið, at Fríu Demokratarnir halda seg til Merkel. Hin møguleikin hjá Schröder er at gera eina vinstrasamgongu saman við Teimum Grønu og Die Linke, men tað fer í hvussu er at krevja, at alt agg verður lagt til viks.
Ein vanlukka
Týsku bløðini vóru í gjár á einum máli um, at valið sunnudagin var ein vanlukka fyri Angelu Merkel. Bløðini vístu á, at hon fekk færri atkvøður enn undan-maðurin Edmund Stoiber, sum tapti ímóti Schröder fyri trimum árum síðani.
Merkel hevur bæði vunnið og tapt, og úrslitið var eitt stórt bakkast í royndum hennara at gerast kanslari, skrivaði blaðið Bild.
Hennara framtíð er ótrygg, og ta næstu vikuna fer onkur at umhugsa, hvør skal loysa hana av sum kanslaraevni. Hon noyðist at stríðast fyri at røkka tí, sum hon hevði væntað at vinna, skrivaði Die Welt.
Angela Merkel er ættað úr gamla Eysturtýsklandi, og blaðið Leipiger Volkszeitung heldur, at tað vóru hennara fyrrverandi landsmenn, sum revsaðu hana.