Finnboga Ísakson til minnis

Ljós Finnboga er slóknað. Í 62 ár brann tað og lýsti upp allastaðni, har hann valdi at lata tað lýsa og kveikja. Á mongum, fjølbroyttum leiðum - og serliga har ongin hevði verið áður. Finnbogi Ísakson var í sínum alt ov stutta lívi ein vitugur viti í føroyska samfelagnum, sum hevur havt ómetaliga stóra ávirkan á samfelagið alt.
Ein av yrkingum Finnboga, sum er prentað í skúlasangbókini "Starabókini", er ein barnaríma um hondina og fingrarnar. Yrkingin prógvar hansara listarligu og málsligu gávur Men hon lýsir eisini hansara lívsvísdóm og nógv av teimum virðum og dygdum, hann setti høgt, og sum vit minnast hann fyri. Fari tí at endurgeva ørindini í yrkingini í úrvaldari raðfylgju í hesum minningarorðum.
---
Lítlifingur, lítli mín
lítil er - men knáur.
Mangan fjala smæstu trýn
ríkiligar gávur.

Finnbogi var úrmælingur og evnini vísti hann longu sum blaðungur. So gávuríkur, at hann kundi valt sær ta lívsleið, ta útbúgving og tað lívsstarv honum lysti. Hann kundi verðið fiskimaður, astrofysikari, vinnulívsmaður, heimspekingur, prestur ella lærari - hann hevði megnað tað, hann vildi.
Men hann valdi ikki at ganga nakra traðkaða gøtu. Hann valdi orðið og pennin til hugans og andans arbeiði - til tess at skapa nakað nýtt. At velta burturúr nýggjum í føroyska samfelagnum. At upplýsa og ávirka sína samtíð, sítt samfelag og tjóðina alla. Hann valdi politikk, journalistikk og poetikk sum síni fremstu virkisøkir.
---
Longstur er hann longutong,
longst hann frá tær røkkur,
fimur er at fáa fong,
um alt annað støkkur.

Fimur var Finnbogi at fáa fong. Uttan mun til, hvat hann setti sær fyri.
Í politikki varð hann valdur longu fyrstu ferð hann stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, bert 23 ára gamal í 1966. Hann var síðani drívmegi at skipa nýggja og til tá ókenda samgongu millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin frá 1975 til 1980. Í fyrsta skeiðnum var hann sjálvur landsstýrismaður og fekk framt stórar broytingar í føroyska samfelagnum: Nýggi Smyril, sum var ein kollvelting í føroyskari samferðslu; Postverkið á føroyskar hendur og føroysk frímerki sum útflutningsvøra; skúlaverkið undir føroyska umsiting, og HF-skeið sett á stovn kring landið.
Í journalistikki var hann partur av tí valaliði, sum menti og bygdi Útvarp Føroya upp sum týdningarmesta mentanarberan í nútímans, føroyska samfelagnum. Føroyskar sendingar burturav, sum bæðu upplýstu, undirhildu og víðkaðu sjónarringin hjá okkum út í heim. Og eitt málsligt nærlagni, sum hevur stóran part av heiðrinum fyri, at føroyskt hevur megnað at ment seg sum nútímans mál. Røddin hjá Finnboga og pennurin hjá honum í tíðindum, sendingum og tættum, gjørdust fólkaogn.
Við at geva út og skriva Tíðindablaðið í 1974 framdi Finnbogi saman við Árna Absalonsen tað, sum onnur síðani bert hava droymt um: Fekk eitt óheft blað at rigga og bera seg, sum stóð partapolitisku bløðunum kurl.
Í Sjónvarpi Føroya var Finnbogi frá byrjanini í 1984 ein drívmegin aftanfyri at fáa tíðindasendingar, orðaskifti, upplýsandi sendingar og undirhaldssendingar á føroyskum. Við sínum málsliga og listarliga snildi, átti Finnbogi eisini flestu heitini á føstu sendingunum, sum hava verið í SvF, harav fleiri eru enn, eitt nú: Rætt og slætt lætt; Kennir tú land títt; Á sýnini; Lítlating; Grannar Okkara og Dagur og Vika.
Í poetikkinum hevur Finnbogi ikki bert yrkt, men nýtt sínar listarligu gávur til m.a. at umseta fagrar bókmentir til føroyskt; at geva út søguligu bøkurnar "Tilburðir í okkara øld"; at skriva og geva út árbøkurnar "Aftur og Fram", sum umframt at lýsa árið dag fyri dag, rúmaðu hópin av áhugaverdum hagtølum, upplýsandi greinum, analysum og skemti. Finnbogi legði eisini fong uppá land í søguskriving. Hann stóð sum Løgtingsformaður fyri at geva út Løgtingssøguna og skrivaði sjálvur part av søgu Løgtingsins.
Finnbogi var sostatt ein politiskur listamaður. Hann fekk anda í politiska lívið. Og hann nýtti sín samfelagsáhuga og sína politisku sannføring at skapa mentaverk.
---
Tummil einsamallur fer
sína leið so staka.
Tummil altíð tøkur er
brókatøk at taka.

Egin var Finnbogi. Og gekk stundum sína støku leið í politikki. Tað skapti ofta samanbrestir við aðrar flokkar, men eisini við floksfelagar og floksstuðlar. Men hann var til reiðar at taka tað stríðið. Tá Tjóðveldisflokkurin í 1989 var í tveimum skiftandi samgongum - og eisini fyri fyrstu ferð saman við Sambandsflokkinum - stóð nógv á, og báðar samgongurnar slitnaðu.
Men í 1993 vísti Finnbogi, at hann vildi taka á seg eina ta torførastu uppgávuna, sum nakar politikari hevur tikið á seg í Føroyum. Hann gjørdist fíggjarmálaráðharri í ringastu krepputíð, Føroyar hava upplivað. Hann stóð uppgávuna til fulnar og tók á seg ábyrgdina at gera eina fíggjarlóg, leggja uppskot fram um fíggjarognaravgjald o.a. í 1993. Hann hevur greitt frá, hvussu hann við eini teldu undir hondini einsamallur læsti seg inni á einum hotellkamari á Hafnia og skrivaði alt fíggjarlógaruppskotið.
Hetta gjørdi Finnboga til tann kanska mest útskeldaða mannin í Føroyum, og tað er helst fáur politikari, ið hevði hórað undan tí trýstinum, ið var. Ikki fyrr enn seinastu árini fekk Finnbogi uppreisn millum fólk fyri sítt stóra arbeiði sum fíggjarmálaráðharri í kreppuárunum.
Men Finnbogi lat seg burturav ikki trýsta av ágangi frá fólki. Hann var merkiliga ópopulistiskur. Ja, hann gjørdist kanska enn treiskari at standa við sítt, tá hann merkti stóra mótstøðu. Tað eru ikki nógvir politikarar, ið høvdu torað at sagt sum hann, tá hann fekk handað 6000 undirskrivtir úr Havn sum mótmæli móti at taka gamla Løgtingshúsið niður. Hann helt fyri, at hetta var ikki nakað stórt tal, tí tað var ikki meira enn 12% av øllum føroyingum!
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 1993 til 1994 vísti Finnbogi eisini undir trýstinum síni analytisku evnir og sínar gávur at lýsa eitt mál stutt og greitt. Tað tiltikna partabrævabýtið, har landsstýrið keypti ein skuldarfongdan Føroya Banka frá Den Danske Bank, var longu farið fram, áðrenn Finnbogi tók við. Men tað var Finnbogi, sum á fundi við Richard Mikkelsen spurdi: "Har vi købt katten i sækken?" Og fekk svarið: "Det kan jeg ikke udelukke!" Eftir hetta setti Finnbogi Landsgrannskoðaran at endurmeta bankabjargingarnar og fekk longu í 1994 metingar á borðið um óreglusemi, sum ikki vórðu endaliga staðfestar fyrr enn í 1998.
---
Fremstifingur fremstur er,
navnið hevur hjá sær,
peikandi um heimin fer,
øll hann styggir frá sær.

Finnbogi var tikin úr leikum í politiskum orðaskifti. Hansara røður, viðmerkingar og greiningar vóru hárhvassar og beinreiknar. Men hann nýtti ikki persónliga brigslið og peikifingurin sum amboð í politiska orðaskiftinum.
Hinvegin nýtti hann sína stóru vitan og sín kvikleika í hugsan og talu til at skemta - bæði við at gera teiti burturúr sær sjálvum og burturúr øðrum. Aftursvar, tiltøk og orðaspøl, sum Finnbogi hevur sett saman á veljarafundum kring landið og á tingsins røðarapalli, eru vorðin fólkaogn.
Sum tingformaður frá 1998-2002 tók Finnbogi ikki nógv lut í politiska orðaskiftinum á tingi. Men tær ferðirnar hann tók orðið undir eini viðgerð, lurtaði allur salurin við andakt, og hann kundi koppa hugsanunum hjá tingmonnum úr øllum flokkum fullkomiliga á við sínum greiðu grundgevingum og væl orðaðu innleggum.
Sum Løgtingsformaður var hann rættiliga kontantur og formellur í at halda disciplin í orðaskiftinum. Onkuntíð kundi hann tó ikki bara sær, men kom við onkrari spoyskari viðmerking úr formansstólinum. Tiltikið er, tá ið Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum á einum tingfundi beint undan løgtingsvalinum í 2002, neys, so tað dundi um allan salin. Tá læt í løgtingsformanninum: "Hatta var helst seinasta nosið hjá Sjálvstýrisflokkinum!"
Og einaferð hevði Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum tikið nóg so ramliga til orðanna um ein annan flokk á tingi. Hendrik Old vildi vera við, at tá hann og Javnaðarflokkurin høvdu verið í samgongu við hendan ávísa flokkin fyrst í 90unum, tá bar onki til, tí teir vóru saman við "bavianum". Fleiri tingmenn murraðu beinanvegin um, at formaðurin átti at átala hetta, at Hendrik Old skírdi persónar úr øðrum flokki "bavianar". Finnbogi var skjótur at svara úr formansstólinum: "Um so er, at Hendrik Old meinar við tingmenn, tá hann sigur, at hann hevur verið saman við "bavianum", so eigur formaðurin sjálvandi at átala tað. Men formaðurin kann ikki átala hetta, tí formaðurin veit ikki, hvørjum Hendrik Old heldur saman við uttanfyri arbeiðstíð!".
---
Hondin tín er fríð og fín,
verjir móti illum.
Legg tí ikki lítli mín, -
fingrarnar ímillum.

Finnbogi legði ikki fingrarnar ímillum í sínum politiska arbeiði. Heldur ikki innanfloks. Ofta kundi hann vera rættiliga kubbutur og irritabul um smærri ting, og tá fólk ikki hugsaðu eins skjótt og hann.
Hjá okkum yngru, sum komu inn í flokkin í 1998, vísti Finnbogi kortini stórt tol og gav okkum álit. Hann brúkti nógva orku at analysera politikkin og meta um politisku telvingina, men hann royndi ikki at siga, júst hvussu hann helt, vit skuldu gera.
Hann lat okkum gera royndirnar, eins og hann yrkir í einum ørindi í sanginum: "Far lítli útum eina løtu og spæl":

"Og spyr ikki meira, um verðin er rund
er tríkantað ella ein flata,
men, bygg tær ein bátin og sigl yvir sund,
tú skalt av tær sjálvum tað fata."

Vit báðir Finnbogi vóru eisini sera ósamdir um fleiri avgerðir, ið flokkurin tók frá 1998-2002. Tað sigur seg tí sjálvt, at vit mangan kundu vera í hørðum orðadrátti. Finnbogi segði sína hugsan bart út við meg, síðani var ein avgerð tikin, og so var tað yvirstaðið. Onki við at sita í langa tíð og viðgera ósemjur ella at ganga ónøgdur aftanfyri kulissurnar. Á sama hátt hevur Finnbogi eisini sum politiskur viðmerkjari alment funnist at leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum og at avgerðum, ið eru tiknar. Tað haldi eg, vit øll høvdu virðing fyri og tóku væl ímóti, og tað elvdi ikki til nakað persónliga ósemju okkara millum.
---
Lekifingur lekja kann,
so er sagt í søgum.
Lekti kvinnu eins og mann
heilt frá Aralds døgum.

Finnbogi hevur vunnið á nógvum avbjóðingum í lívinum, men tað stóð ikki í hansara makt at vinna á deyðiligari sjúku. Hann var fattur og avkláraður til tað síðsta og vildi ikki, at tey vitjandi skuldu taka synd í sær. Vit sum onkuntíð hava upplivað tað sera kensluborna lyndið hjá Finnboga handan tann knappa og snubbuta framburðin, vita, at hann hugsaði mest um Ásu.
Ása og Finnbogi hava saman upplivað bæði størstu gleðina, ið hjún kunnu hava - og ringastu sorgina, tá Glæma lítla slóknaði. Nú hevur Ása mist tey bæði, ið hon elskaði mest av øllum á fold.
Men eitt skalt tú vita, Ása. Tú gavst Finnboga so nógv góð ár og størstu gleði. Uttan teg, hevði hann ikki fingið nýtt sínar gávur so væl í lívinum. Og at tú vart um hann hesa sváru sjúkutíðina, har hann kundi vera heima hvørt kvøld til tað síðsta, hevur fingið Finnboga at hugt afturá eitt gott og skapandi lív.
Okkara samkensla leitar til tín, til Jón, Høgna og øll sum standa tykkum nær. Máttu tit saman funnið troyst og styrk.
Finnbogi er farin av foldum. Men hann livir víðari í øllum tí, sum hann hevur lagt eftir seg. Hansara rødd, hansara tekstir, hansara søgur og skemt og hansara politisku úrslit fara at vera ljóslivandi millum okkum í ókomin ættarlið.
Vit í Tjóðveldisflokkinum eru takksom fyri alt, ið Finnbogi hevur avrikað fyri flokkin og landið - og fyri ta tíð okkum untist at starvast dagliga saman við Finnboga.
Friður verið yvir minnið um Finnboga Ísakson.

Høgni Hoydal