Skála eigur brattastu brekkuna

Meðan HB ikki á heimavølli hevur kiksað móti teimum undir miðstrikuni, so misti B36 sunnudagin fyri aðru ferð tvey stig móti botnliði, og Skála hevur mist fimm stig á heimavølli móti botnliðum

FORMULADEILDIN
23. UMFAR SAMANUM

Farið er av álvara undir endaspurtin í longstu landskappingini nakrantíð. Veðrið var buldrasligt sunnudagin, men kortini spældi tað merkiliga væl av, tá ið 23. umfarið í landskappingini varð avgreitt. Alla staðni uttan á Mølini á Eiði. Har var vindurin so mikið nógvur, at tað ikki bar til at spæla. Tí gjørdi dómarin av eftir lítla løtu, at dysturin skuldi ikki spælast. Harvið noyddist TB longu leiðina suður aftur uttan at hava spælt, og nú skulu feløgini og FSF finna fram til nýggjan leikdag. Tað kann gerast eitt sindur torført, tí dagarnir eru av álvara farnir at styttast.
Fleiri av spælarunum hjá EB/Streymi sóu 2. hálvleik á Skála. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá EB/Streymi, og hóast kappingin er farin at styttast, og teir eru níggju stig frá toppinum, so rokna teir framvegis upp á, hvussu teir kunnu røkka fyrstu heiðurskrónunum nakrantíð og kanska eisini fyrsta FM heitinum nakrantíð.
Um tað skal eydnast, so verður í fyrstu atløgu neyðugt hjá teimum at vinna á TB. Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er stórfavorittur móti botnliðnum, men í hesum kappingarárinum hevur tað fleiri ferðir víst seg at vera torført hjá favorittunum at fáa fult á heimavølli. Síðsta dømið um hetta var sunnudagurin, tá ið ÍF fór við einum stigi úr Gundadali, har teir kundu havt fingið øll stigini, um B36 ikki hevði átt málverja, sum er betri enn allir hinir.
At tað endaði við javnleiki á Skála bar við sær, at B36 hevði oddasessin á silvurfati, men teir tóku ikki av. Sama møguleika hevði B36 19. juni, tá ið teir í 13. umfarinum høvdu vitjan av TB, men eisini ta ferðina kiksaði B36. Ta ferðina endaði tað málleyst í Gundadali.
Javnleikurin á Skála ber í fyrstu syftu við sær, at støðan í toppinum er tann sama, sum hon var undan vikuskiftinum. Men tað er einki at taka seg aftur í, at vegurin til FM heitið hjá skálamonnum er knortlutari nú, enn hann var undan vikuskiftinum, og at møguleikarnir fyri at talan verður um finalu, tá ið B36 og HB fara at spæla í síðsta umfarinum, eru størri nú, enn teir vóru undan 23. umfarinum.
Úrslitini higartil siga, at HB hevur trívst nógv verri á bygd, enn teir hava gjørt í Gundadali. Um teir høvdu havt tapt á Skála, so hevði FM møguleikin verið langt burtur. Men HB fekk stigið, sum framvegis ger tað hugaligt hjá teimum at venja og stríðast, og nú eru teir eisini farnir at spæla! Eftir HB avrikið sunnudagin kann ikki annað staðfestast enn, at tað er harmuligt, at lið, sum er mannað við so knáum fótbóltsspælarum, so leingi skal hava sparkað so nógv og langt í staðin fyri at hava spælt fótbólt!
Sunnudagin eigur HB á pappírinum lættari uppgávu, enn hini bæði oddaliðini bíða eftir, og tað skal avgjørt ikki síggjast burtur frá møguleikanum, at meistararnir sunnudagin fara at endurvinna oddasessin.
Skála er oddalið, og um skálamenn fáa fulla úrtøku í fýra teimum seinastu umførunum, so fara teir at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð. Men avbjóðingarnar hjá Skála tykjast størri, enn tær eru hjá HB. Skála skal sunnudagin spæla í Runavík, har teir fyrr í ár hava tapt 1-0, so skulu teir suður á Sevmýri og so til Eiðis, áðrenn GÍ í síðsta umfarinum fer at vitja á Skála.
HB skal spæla tríggjar ferðir í Gundadali. Sunnudagin fáa teir vitjan av illa sperda VB, so skulu teir til Fuglafirðar, so skulu teir spæla móti KÍ í Gundadali, og í síðsta umfarinum skulu teir spæla móti B36.
B36 avbjóðingarnar mugu roknast størri, enn tær á pappírinum eru hjá HB. Sunnudagin skal B36 norður á Mølina, síðani fáa teir vitjan av KÍ, so skulu teir spæla í Gøtu, áðrenn teir fara at runda av við kassadystinum móti HB.
NSÍ vann sunnudagin sannførandi í Gøtu. NSÍ er fimm stig frá oddasessinum, og í fyrstu atløgu er neyvan rætt at rokna teir ella EB/Streym millum evnini til FM heitið. Tað er ikki torført at vísa á, hvar NSÍ hevur mist stigini, sum teir nú resta. Eftir summarsteðgin var fyrsti setningurin at vinna heimadystirnar móti KÍ, HB og B36. Tað eydnaðist. So snúði tað seg um útidystin á Tvøroyri og heimadystin móti EB/Streymi. Burturúr teimum báðum spurdist bara eitt stig. Tað vil siga, at NSÍ í hesum báðum dystunum misti tey fimm stigini, sum teir nú eru frá oddasessinum.
NSÍ kann styrkja um sína støðu sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av Skála. So skulu teir til Vágs og spæla á heimavølli móti ÍF, áðrenn teir runda av í Klaksvik.
Og so er tað EB/Streymur. Roknistykkið hjá teimum er áhugavert, so tað verður tikið upp í serstakari grein.
Tá ið endaliga uppgerðin verður 22. oktober fara tey, sum hava kappast um FM heitið, men sum ikki gerast meistarar, at leita eftir tí, sum fer at resta í. Hjá tí, sum skal vinna FM, er neyðugt at vinna heimadystirnar. Ikki minst móti botnliðunum og tað er her, at fleiri kiksarar eru at finna. HB er einasta av teimum trimum, sum kappast um FM, ið ikki hevur kiksað á heimavølli móti teimum undir miðstrikuni.
Skála hevur tapt 1-0 móti VB og spælt 3-3 móti ÍF, og B36 hevur mist í javnleikum á heimavølli móti TB og nú ÍF.

Suðuroyggin hevur tað torført
Klaksvíkingar síggja eitt sindur ljósari upp á tað, enn teir leingi hava gjørt. 5-1 stórsigurin á VB bar við sær, at KÍ flutti seg longri frá botninum. Men støðutalvan sigur, at KÍ framvegis er í vanda, hóast teir hava fingið tíggju stig síðani summarsteðgin. ÍF hevur fingið seks stig, GÍ hevur fingið fýra stig, VB tvey stig, og TB hevur í fimm teimum seinastu umførunum bara fingið stigið móti NSÍ. Og so er tað útsetti dysturin móti EB/Streymi.
GÍ legði sunnudagin rygg til enn eitt tap. Sunnudagin skal GÍ spæla á Sevmýri. Um TB einki fer at fáa burturúr, so verður tað mest sum vónleyst hjá TB at halda sær í bestu deildini. Um tað eydnast TB at fáa fult, so fer tað í seinastu umførunum at brenna undir GÍ, sum í trimum teimum seinastu umførunum skal spæla móti EB/Streymi, B36 og Skála!
Men í løtuni sær tað svartast út hjá feløgunum í Suðuroy. Tey eru niðast, og tað er torført at finna dystirnar, har tey skulu skava neyðugu stigini saman.
VB avrikið í Klaksvik boðaði ikki frá, at vágbingar eru serliga væl fyri. Hugburðurin tóktist lítið sannførandi, og tað tóktist avgjørt ikki at vera gott hugskot, at teir yrkakvøld skuldu til Klaksvíkar at avgreiða týdningarmikla landskappingardystin, og at teir síðani so at siga um somu leið skuldu til Íslands at spæla vinardyst.
ÍF er eisini í vanda. At teir so at siga við høkjuliði fingu eitt stig í Gundadali eigur at geva íblástur, umframt at úrslitið var staðfesting av, at tað framvegis er soleiðis - hóast munurin á støðutalvuni er stórur - at eingin dystur er avgjørdur, áðrenn hann er spældur. Tað eigur at geva øllum botnliðnum áræði at leggja allar árar í sjógv undir venjingum og síðstu og avgerandi avbjóðingunum.