NSÍ skal spæla unglingafinaluna móti HB. Tað varð greitt fríggjakvøldið, tá ið NSÍ í góðveðrinum í Runavík vann í hálvfinaluni móti KÍ.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin, stóð tað á jøvnum 1-1. KÍ legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki, og lítla løtu seinni javnaði NSÍ.
Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini. So varð spælt tvær ferðir tíggju minuttir. Heldur ikki tá kom nakað mál. Tað skýmdi rættuliga, tá ið farið varð undir brotssparkskappingina. Hana vann NSÍ 6-5. Eftir at báðir partar høvdu skotið fimm spørk, var støðan 4-4. Báðir partar skoraðu, tá ið teir royndu fyri sættu ferð. So misnýtti KÍ sjeynda sparkið, og tá ið NSÍ síðani skoraði, tryggjaðu teir sær pláss í finaluni.
HB vann mikukvøldið hina hálvfinaluna móti B36. Komandi mikukvøld skulu HB og NSÍ spæla finalu á uttanveltaðum vølli, og sama kvøld skulu B36 og KÍ spæla um bronsumerkini.