Ein vakran heystardag fyri góðum ári síðani, andaðist mín høgt elskaða mamma, 84 ára gomul.
Hóast rúm tíð er fráliðin, nívir sorgin og saknurin er framvegis stórur. Elskaða mamma, tað er við inniligum takksemi í hjarta, at eg siti og minnist aftur á barnaárini og tíðina, ið farin er. Takk fyri allar tær mongu ferðir, tínar signaðu hendur troystaðu, leiddu, stuðlaðu og hjúklaðu um mín lítla, hjálparleysa barnakropp. Sera klár eru minnini um tær løturnar sum barn, har tú hvørt kvøld sat við songarstokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust av svøvni, bað tú faðir vár, signaði meg og til seinast sang tú góða mamma eg vil sova ella nú dagurin at enda er, so lótust barnaeygu aftur, eymliga kýndi tú barnakinn, og við einum brosi varð eg tryggur leiddur inn í dreymaland.
Upp í gjøgnum øll barnaárini var tað tú sum myndaði heimið, pápi hevði sítt starv á sjónum, so tú syrgdi fyri, at vit systkin fingu tað sum vit høvdu tørv á, bæði andaliga og handaliga. Ófør var tú til hendurnar, bæði at seyma, brodera og binda, og var tað ikki so lítið, sum lá eftir teg, nú tú endaði lívsleið tína, hesi minni goyma vit sum dýrgripir. Takk fyri at tú í tolni, trúfesti og kærleika stríddist øll árini frá morgni til myrkurs fyri at skapa trivna, hugna og vælferð í okkara barnaheimi; og síðst, men so sanniliga ikki minst fyri tær bønir tú sendi upp til hin livandi Gud.
Eitt sum hevði tín stóra áhuga, var urtagarðurin sum tú var sera glað fyri, og sum tú røkti fyrimyndarliga; serliga var tað rhodondendrontræið við sínum mongu bláu rósum á hásumri tú frøddist yvir, hugnaligt var at støkka inn á gólvið og síggja hvussu tú gleddist yvir at siga frá hvussu nógvar rósur nú vóru á komnar, ella at tú hevði skorið rabarburnar o.s.fr. Urtagarðurin gav tær nógvar ríkar løtur, tú plagdi mangan summardag sita á havabeinkinum og líta á blómurnar, eftir at hava lúka og hampa um, hetta vóru løtur, tá tú kanska hugsaði um barnaárini inni í Skúla, har tú vaks upp ella hendingar á longu lívsleið tínari.
7. september, ein vakran heystardag, tá urtagarðurin ílatin í heystarbúna, tá rósurnar á trænum vóru følnaðar, tá allur vøkstur ger seg kláran til vetrarsvøvn, tá flytifuglar eru á veg yvir um hav, andaðist mín elskaða mamma, lívsleiðin var enda, fjørðurin rógvin, árarnar lagdar inn fyri seinastu ferð, men kortini grønt og vakurt alt árið, hóast tú er farin úr hesum heimi, so eru minnini eftir tær eins og tey grønu bløðini. Takk fyri, at tú var mamma mín.
10. september í fagrasta heystarveðrið var mamma jarðað undir liðini á maka sínum, hóast sorg, fløvaði tað hjartarøtur, at síggja ta stóru mannafjøld sum sýndi mammu tann seinasta heiður, takk fyri øll somul.
Eg vil at enda takka øllum tykkum í grannalagnum, sum vóru so góð við mammu, takk til tykkum á Hædd fyri trúfesti ímóti heimi okkara og tit við Sjógv, sum mamma nógvar ríkar løtur hevði saman við.
Har eingin grætur og eingin pína er
ei myrkar nætur, sum undir homrum her,
teg einglar leiða í Harrans blómugarð,
og tú skalt eiga so vøkur blomstur har,
sum her vit breiða á svørðin fyri tær.
Hvíl í friði.
Finnbogi