rektarin í Hoydølum, at hann upprunaliga ynskti, at skúlin í Hoydølum skuldi vera verðandi ein skúli fyri seg, men at hann tíverri kom í minniluta í fyrireikingarnevndini. Rektarin í Hoydølum vísir í grein [...] lagt fram í tinginum í heyst, verða umframt tríggjar deildarstjórar ein yvirstjóri og eitt depilsstýri. Ein slíkur superstjóri, sum als ikki finst í skipanini í dag, fer ikki at fáa einki í løn. Depilsstýrið [...] ungu í miðøkinum skulu hava somu møguleikar at velja sum tey ungu í hinum pørtunum av landinum. Tí tað er neyvan nakar sum hugsar um at flyta Tekniska Skúla í Klaksvík og HF-Skeiðið í Klaksvík í ein depil
Miðskeiðis í fyrr hálvleiki hevði Jens Erki Rasmussen nevnliga sent fríspark beinleiðis í málið, og tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna umfarinum, økti brasiliumaðurin, Santos, um leiðsluna. Mistu í 10 minuttir [...] tað hevði verið við einum 2-0 sigri. Skal Leiftur vinna seg víðari í kappingini, er nú neyðugt hjá teimum at skora í Sveis. Sum skilst í íslendsku fjølmiðlunum, so var málverjin og venjarin hjá Leiftri, [...] at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal
Vágadal hevði trygga leiðslu við sínum 17 stigum í mun til Tummas, sum hevði ognað sær 13 stig í trimum teimum fyrstu greinunum. Búktalari í heimsklassa Í steðginum var skipað fyri einum øðrum slagi av [...] undirhalda í steðginum, og haraftrat var hin navnframi íslendingurin, Magnus Ver Magnusson, dómari í kappingini. Millwalk Fyrsta kappingargreinin, sum teir seks luttakararnir skuldu royna seg í, var tann [...] var deadlift. Vanligt hevur verið, at tá ið deadlift hevur verið á skránni í kappingini um at gerast sterkasti maður í Føroyum, so hevur tað snúð seg um at lyfta so nógv sum gjørligt, men soleiðis var ikki
framleiddar í Føroyum, sigur Jóhan Samuelsen. Gekkurin og Globus Næsti ummælarin í røðini er Annika Joensen. Hon er 30 ára gomul, uppvaksin í Klaksvík, býr í Havn, og er útbúgvin cand. mag. í enskum og søgu [...] ummælir ein teirra sendingar í útvarpi og sjónvarpi farnu vikuna, og fyrstur er Jóhan Samuelsen í blaðnum í dag. Jóhan Samuelsen var ein teirra, ið ummælti sendingar í síni tíð í Sosialinum. Hann er 52 ára [...] Seinastu sjey árini hevur hon verið búsitandi í Keypmannahavn, har hon í lestrartíðini starvaðist á Oyggjaskeggja í uml. 6 ár, m.a. sum blaðstjóri í 2 ár. - Í sjónvarpinum dámar mær væl reportagur um eitthvørt
náttúruna á sama hátt sum nú. Í vikuni hava vit sæð í sjónvarpinum frá stóru oljuvanlukkuni í Alaska, tá ið risaoljuskipið Exxon Valdez fór á land, og øll oljan lak út í sundið. Tíbetur vísti tað seg, [...] broytt innihald. Upprunaliga er dagurin til minnis um Grækaris páva 1., ið ráddi í Rom. Hann doyði 12. mars í árinum 603. Í miðøld hevur dagurin verið hildin sum javndøgursmark, og tá var serligt veitsluhald [...] stórt tal av fólki. Men hvør er so orsøkin til hesa ræðslu. Í yrking síni, Móses á Sinaifjalli, sigur Janus soleiðis í 3. ørindi: Sum bál í stormi skulvu allar rúmdir Við Jahves veldisferð Og burðarbúnar
arbeiðaran, tí í hansara eygum er hesin nógv hægri í metum enn til dømis embætisfólk í landsstýrinum og onnur. Jógvan Adolf Johannessen heldur tað sama vera galdandi fyri Tjóðveldisflokkin í dag, sum í 1962. Flokkurin [...] sínar greiðu meiningar um politikkin, førdur verður í Føroyum í dag. Og tá Sosialurin spyr hann, um tað er hugsandi, at hann fer at stilla upp til næsta val, svarar hann, at hetta er nakað, sum lokalfelagið [...] landsstýrinum vera serliga neyva. Talan er um ov nógv mál, ið hanga í leysari luft, og tí haldi eg, at tað ber til at siga, at ætlanin hongur í leysari luft. Hvítubók hevur Jógvan Adolf ikki serliga stórt álit
orðini í »Endurminningum«, og tey gera vart við eina aðallind í frásøgnini og í pørtum av skaldskapinum við. Tað er kenslan av at vera heilsuveikur og tískil forfjónaður. Hann eigur ikki lut í felagsskapinum [...] m, tey sum eg nú havi lagt í at skriva og sum eg havi lagt í at minnast«. Kortini er hetta »sindrið« nærum 400 síður til longdar. Barnaár »Tað man hava verið lítið veiggj í mær, líka frá tí eg kom undan [...] eitt býtisbarn, eitt, sum eisini í eygunum á teimum allarnærmastu ikki megnar at gera tað rætta. Líðandi kemur kenslan av at vera órættaður, og nú eru vit í námindu av Høgna í »Lognbrá«. Tann mest livandi
míni. Total við í útbjóðing í Hvíta økinum Total er eitt av feløgunum, sum hevur fingið lutað øki vestan fyri Hetland. M.a. hevur felagið fleiri teigar tætt upp at føroyskum øki. Eitt nú í økjunum, sum liggja [...] tí vit løgdu kanska ikki nóg stóra orku í at fáa blokkarnar. Tony Rochester sigur, at møguleiki er helst at finna olju í nýggja blokkinum, nú olja er funnin í grannablokkinum, sum BP umsitur. -Eg rokni [...] bora fleiri brunnar her í komandi ári. Onnur øki meira áhugaverd Hvat heldur so Totalstjórin um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa oljufeløg at gera íløgur javnmett við onnur øki í heiminum -Øll oljufeløg
heyst, og so at eg nú skuldi spæla í einum felag í 2. deild í Føroyum, sigur Jann Ingi Petersen. Men hevði tú ikki roknað við, at 2. deildar fótbóltur í Føroyum fór at hava við sær, at vánirnar fyri lands [...] á liðið í 2003, fekk hann miðvallarplássið, sum Julian Johnsson í fleiri ár hevði so at siga havt patent uppá. Julian varð settur á beinkin, og ikki minst í undankappingardystinum í Íslandi í 2003 mundi [...] ofta venja tit í B68, tá ið sammett verður við Fremad Amager? - Í Fremad Amager vandu vit eina ferð hvønn dag. Tað hava vit eisini gjørt í B68 undan kappingarbyrjan. Tá ið vit fara at spæla í landskappingini
integreraður partur í sjálvari jóansøkuni og eg haldi, at tað er neyðugt at broyta innihaldið og kanska eisini navnið, tí eg haldi, at tað er komið inflatión í festivalhugtakið í Føroyum. Sostatt haldi eg [...] samstundis, at tað vánaliga úrslitið hevur alt annað enn fingið tey at fella í fátt. Tvørturímóti hava tey tikið í egnan barm. Tey eru nú í ferð við at reisa seg aftaná teir fíggjarligu timburmenninar eftir j [...] øðrvísi, bæði í sniði og í innihaldi. Óheppið útgangsstøði Kristian Holbæk ásannar, at útgangsstøðið fyri jóansøkufestivalinum varð eitt sindur óheppið. - Festivalurin varð provokeraður ígongd í 2005, tí hann