At ummæla sendingar í útvarpi og sjónvarpi er ikki eitt nýtt tiltak í Sosialinum. Hetta hevur verið roynt fleiri ferðir áður, men eftir eina tíð er tátturin dottin niðurfyri. Nú eru seks fólk, sum hvør í sínum lagi duga skrivikynstrið og tora at hava og siga sína meining, til dystin fús. Hvønn fríggjadag ummælir ein teirra sendingar í útvarpi og sjónvarpi farnu vikuna, og fyrstur er Jóhan Samuelsen í blaðnum í dag.
Jóhan Samuelsen var ein teirra, ið ummælti sendingar í síni tíð í Sosialinum. Hann er 52 ára gamal, er útbúgvin lærari, og hevur starvast í Kommunuskúlanum í Havn í skjótt 30 ár.
Hann hevur altíð fylgt væl við í almenna kjakinum og blaðskriving, og hevur javnan sagt sína hugsan alment um dagsins mál. Umframt tað, so hevur hann verið ein íðin avíslesari, eisini av útlendskum avísum.
- Eg havi altíð skeitt eftir, hvat útlendsku ummælararnir av sjónvørpum og útvørpum hava upp á hjarta. Hesir miðlar, sum hava so stóra ávirkan á hvørt mansbarn í hesum landi, - danir t.d. hyggja eftir sjónvarpi 3 tímar dagliga, man støðan ikki vera tann sama her, - eiga eisini at verða ummældir og viðmerktir í okkara egna blaðheimi, og serliga sendingarnar, ið eru framleiddar í Føroyum, sigur Jóhan Samuelsen.
Gekkurin og Globus
Næsti ummælarin í røðini er Annika Joensen. Hon er 30 ára gomul, uppvaksin í Klaksvík, býr í Havn, og er útbúgvin cand. mag. í enskum og søgu av Århus Universiteti.
Seinasta hálva árið hevur Annika verið avloysari fyri setursskrivaran á Fróðskaparsetri Føroya, og er nú farin í starvið sum samskipari av altjóðu ráðstevnuni um smátjóðir, ið verður í apríl.
- Av útlendskum tilfari í sjónvarpinum dámar mær best filmir ella stuttar røðir - og allarhelst enskar. Langar røðir tími eg ikki at hyggja at, so tað eru fleiri kvøld, har eg ikki hyggi at sjónvarpi, tá Dagur og Vika er liðug.
- Heima halda vit Weekendavisen og har dámar mær sera væl at lesa filmsummælini hjá Bo Green Jensen. Bogart við Ole Michelsen royni eg eisini altíð at síggja, men oftast liggja sendingarnar so seint, at eg noyðist at lata tær fara.
- Skal eg ávara um nakað av tí, eg kundi hugsað mær at skriva um, so verður tað um Gekkin og Globus. Onnur sendingin er beinleiðis keðilig og liggur í bestu senditíð - og hin er synd at kalla eina føroyska sending. Tað er betri ógjørt at skoyta hasar tveir setningarnar uppí á føroyskum.
- Hinvegin eru nógvar sendingar í Útvarpinum mær dámar væl. Vetrarbreytin er ein av favorittunum, men eisini ungdómssendingin Grugg hevur fingið meg at verið hangandi við lurtitólið. Tíðindasendingarnar eru nakað heilt fyri seg bæði í ÚF og SvF, so tær fáa helst eitt kapittul einaferð høvi býðst, sigur Annika Joensen.
Spenningsfilmir
Einar Petersen er best kendur sum krimihøvundur. Beint fyri jól gav hann triðju bók sína út, "Alicia er horvin", sum er krimisøga fyri stór børn og ung.
Einar Petersen gongur á 60. ári, er føddur og uppvaksin í Sørvági, og hevur meginpartin av lívi sínum arbeitt á sjónum. Sum ungur fekk hann júst um endan á slupptíðini og hevur annars í fjórðingsøld silgt á heimshøvunum við farmaskipi.
Og ikki so løgið kanska dámar krimihøvundinum úr Sørvági væl spenningsfilmir og ljóðmyndir við spenningi í sera væl.
- Eg síggi altíð Dag og Viku, allar føroyskar sendingar, og serliga tær, sum eru um veiðu og fuglalív. Filmir við spenningi, til dømis um inspektor Morse eru ikki at forsmáa.
- Í Útvarpinum eru tað serliga Fimmarin og tíðindasendingarnar. Tilveran og líknandi sendingar plagi eg eisini at hoyra. Góðar útvarpsleikir og so sjálvandi Vetrarbreytina. Fótbólt og annan ítrótt hvørki hyggi ella lurti eg eftir, sigur Einar Petersen, sum sigur seg fara undir ummælarateigin við opnum sinni.
Útvarpið heldur enn Sjónvarpið
Áttanda bókin úr hennara hondum er júst komin út, "Í morgin er aftur ein dagur", ið er søgulig skaldsøga. Oddvør hevur skrivað átta bøkur og umframt eru viðmerkingar og hugleiðingar hennara mangan at lesa í bløðunum. Viðmerkingar um dagsins mál og spurningar, ið nema okkum øll.
Oddvør er 57 ára gomul, er fødd og uppvaksin í Havn, og er útbúgvin orgelspælari. Hon spælir orgel í Havnar kirkju.
Hóast hon sigur seg hyggja alt ov lítið í sjónvarp, hevur hon áður roynt seg sum ummælara.
- Eg síggi Dag og Viku, Krosskast, Kvørnina og so dámar mær eisini væl franskar filmir. Men Útvarpið er oftari frá enn Sjónvarpið. Har dámar mær væl at lurta eftir Tilveruni, Vetrarbreytini og Á Sanganna veingjum, sigur Oddvør Johansen.
Miðlarnir sleppa veruliga at royna seg
Hann er mest kendur sum ein av frændunum og sum telvari, men nú skal hann royna seg sum ummælari í Sosialinum.
Steintór Rasmussen er 38 ára gamal, er útbúgvin lærari og arbeiðir á Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
- Meðan Útvarpið hevur fylgt mær gjøgnum barna- og ungdómsárini inn í vaksnamannalívið, so kom Sjónvarpið sum ein fremmandur fuglur brestandi inn í gerandisdagin. Útvarpið eigur dagin og er eitt gott samtaluevni. Vit fáa gjøgnum hendan miðilin seinastu tíðindini. Og er einki av áhuga, so kunnu vit grenja um úrvalið av útlendskum tilfari, brúka kjaft um tey sum annars sleppa framat mikrofonini, hava meiningar um upplestarar og tíðindafólk, hata rimmarjassin, heimskvæðið ella kvøðuljómarnar.
- Sjónvarp Føroya eigur kvøldið, men kravið er eftirhondini at ein tíðindasending ella annað føroysk tilfar er á skránni. Føroysku miðlarnir sleppa veruliga at royna seg í framtíðini, tí kappingin um lurtarar og hyggjarar - ella skulu vit siga brúkarar av fjølmiðlum - fer helst at harðna munandi eftir aldaskiftið, sigur Steintór Rasmussen.
Reini ólitaði og kritiski boðskapurin
Sætti ummælarin í røðini verður Rigmor Dam, sum eru free-lance blaðfólk á Sosialinum, har hon dekkar Føroya Løgting og Tórshavnar Byráð. Hon er 27 ára gomul og er útbúgvin lærari. Seinastu sjey árini hevur hon verið búsitandi í Keypmannahavn, har hon í lestrartíðini starvaðist á Oyggjaskeggja í uml. 6 ár, m.a. sum blaðstjóri í 2 ár.
- Í sjónvarpinum dámar mær væl reportagur um eitthvørt, søguligt tilfar, enskar skemtisendingar, svenskar filmar og mentunarsendingar. Í Útvarpinum er fimmarin mín ¹yndissending¹, tí hon sum einasta sending ger nyttu av einastandandi møguleikanum hjá útvarpsmiðlinum, at draga inn lurtaran í sendingina. Hetta er ein sigur fyri fólkaræðið, at fólk sleppa ósensurerað framat eini mikrofon, sum røkkur út um alt landið. Harumframt dámar mær væl tíðindini í útvarpinum, tí tey sum oftast eru vælskipað og løgd fram á ein seriøsan hátt.
- Eg orki ikki fyri demagogiskum viðmerkingum, opportunismu, ella journalistum, sum gera sínar egnu niðurstøður til mál. Best dámar mær tann reina ólitaða, men samstundis kritiska, boðskapin, har tað er upp til móttakaran sjálvan at gera sína niðurstøðu. Hetta er eisini mítt egna mál sum blaðfólk, hóast tað altíð vilja vera fólk, sum føla seg yvirsæð ella mistolkað.
- At ummæla í Føroyum er torført. Vit eru ein lítil tjóð, har fólk kenna hvønn annan. Kortini er tað neyðugt at ummæla tað sum verður borið út, tí tað er einasti háttur vit kunnu gerast varug við, hvat kundi verðið gjørt betri. Men kritikkurin skal vera sakligur og undirbygdur, og hetta haldi eg mangan vantar innan ummælaraheimin bæði í føroyskum og útlendskum miðlum. Fólk hava mangan fyri at blíva fornermað og taka kritikkin persónligt. So heilsar man ikki longur uppá viðkomandi ella man skrivar eina langa verjutalu, har greitt verður frá, at ummælarin hevur misskilt tilfarið, sum ummælt er. Hetta er synd tí ætlanin við ummælinum er ikki at sápla nakran niður persónliga, men við kritiskum eygum at greina útkomna tilfarið og at gera sínar heilt subjektivu viðmerkingar til tað. Og tað vil altíð vera upp til hin einstaka at taka kritikkin til sín ella at lata vera, sigur Rigmor Dam.
Vit ynskja ummælarunum at vera vælkomnir!