Jóansøkufestivalurin
- Jóansøkufestivalurin í ár var eitt stórt vónbrot. Hann var eitt stórt vónbrot, tí so fá fólk vóru á festivalinum. Av tí sama varð hann eisini eitt alvorligt, fíggjarligt bakkast.
Tað staðfestir Kristan Holbæk, sum er peningarøkil hjá festivalinum og ein av fyrireikarunum.
Men hann staðfestir samstundis, at tað vánaliga úrslitið hevur alt annað enn fingið tey at fella í fátt.
Tvørturímóti hava tey tikið í egnan barm.
Tey eru nú í ferð við at reisa seg aftaná teir fíggjarligu timburmenninar eftir jóansøkufestivalin. Og vit hava spurt ein av fyrireikaranum, um hesin festivalurin yvirhøvur hevur nakra framtíð, eftir lúsingin, tey fingu í ár.
Og tað heldur Kristian Holbæk avgjørt at hann hevur.
- Vit hava lært av teimum mistøkum, vit hava gjørt og vit ætla at herja á aftur næsta ár, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at skal jóansøkufestivalinum verða lív lagað er neyðugt at skipa hann øðrvísi, bæði í sniði og í innihaldi.
Óheppið útgangsstøði
Kristian Holbæk ásannar, at útgangsstøðið fyri jóansøkufestivalinum varð eitt sindur óheppið.
- Festivalurin varð provokeraður ígongd í 2005, tí hann varð skipaður sum eitt mótsvar til sandoyingar, sum gjørdu av at halda Mjús sama vikuskiftið, sum jóansøkan skuldi vera. Slíka framferð skilti suðuroyingar ikki og gjørdu tískil av at stápla eitt mótsvar á føtur.
- Tað var eisini ein ásannan av, at nú eru so nógv tilboð av øllum handa slagi, at jóansøkan trongdi til endurnýgging fyri yvirhøvur at yvirliva. Tað er ikki longur nóg mikið við hoppuborgum, luftballónum, pylsum og tivoli við vinningurin av plasti.
- Men skal tað eydnast, skulu vit hava eitt sindur av skapanargleði í aftur jóansøkuni, so at vit fáa ment nýggj, áhugaverd tilboð til allar aldursbólkar, uttan at tveita gamlar siðvenjur fyri borð.
Gjørdu fleiri mistøk
Tann fyrsti festivalurin í fjør eydnaðist væl. Hann vardi ein dag og varð lagdur inn í jóansøkuna, sum ein natúrligur partur av henni.
Hann gav eitt fitt avlop, sum so skuldi brúkast til at fíggja festivalin í ár við.
Men í ár var breyðið sligið nógv størri upp og tað er onki yvir at dylja, at festivalurin í ár miseydnaðist.
- Vit skulu hava 1400 fólk fyri at fáa javnvág í roknskapin, men vit seldu bara 800 atgongumerki. So kann ein og hvør gera sær eina mynd av fíggjarliga úrslitinum, men avlopið í fjør er etið upp fleiri ferðir, sigur Kristian Holbæk, uttan at hann tó vil upplýsa tey nágreiniligu tølini.
Og tað heldur hann var spell, tí teir áhoyrarar, sum vóru á festivalinum, vóru í essinum og tónleikurin var í topp. Og tá ið Andrew Strong var á pallinum, vóru hóast alt, eini 1000 fólk og lurtaðu. Samstundis vóru tónleikararnir sera væl nøgdir við umstøðuna og tænastuna, teir fingu
Eftir hansara tykki vóru mistøkini fleiri.
- Vit gjørdu ein festival, sum vardi í fleiri dagar, har vit høvdu nógv nøvn á skránni og festivalurin varð hildin langt burtur frá vanliga jóansøkuhaldinum.
- Men hetta gjørdi eisini, at ístaðin fyri at verða ein partur í jóansøkuni, gjørdust festivalurin ein kappingarneyti. Tað var ongantíð ætlanin og her tapti festivalurin eisini so dyggiliga, tí fólk valdu jóansøkuna framum. Tað var enntá so, at fleiri, sum høvdu atgongumerki til jóansøkufestivalin ongantíð komu á festivalplássið.
- Fólk hugnaðu sær í býnum og tað var ov langt á festival. Tí komu tey ongantíð so langt. Nògv høvdu uttan iva ætla sær á festival, men tey komu ikki so langt.
- Samstundis sigur ein tummulfingurregla, at eins nógv fólk keypa atgongumerki á staðnum, sum tey, ið keypa í forsølu, tí næstan ongin keypti á staðnum. Tann reglan helt ikki, tí næstan ongin keypti atgongumerki á staðnum.
Tóku ikki av møguleikanum
Kristan Holbæk vil kortini ikki geva hesum alla skyldina.
- Hóast umstøðurnar at ferðast vóru avbera góðir, var ómøguligt at lokka norðoyingar suður.
- Tað er bara veruleikin, at tað vísir seg at vera ómetaliga langt úr Havnini til Suðuroyar, staðfestir hann.
Men størri var vónbrotið, at suðuroyingar heldur ikki tóku festivalin til sín.
- Tað var eitt vónbrot, tí her høvdu suðuroyingar møguleika at fáa eitt gott upplivilsi, men tí møguleikanum tóku teir ikki av, eins og fólk norðanfjørðs tóku av møguleikanum at gera G- og summarfestivalin til eitt positivt upplivilsi.
- Ìstaðin hevur jóansøkufestivalurin skøvað umdømið hjá suðuroyingum og tað er tað keðiligasta av øllum.
Hann heldur, at tað er eisini ein munurin í hugburðinum hjá norðoyingum og suðuroyingum.
- Klaksvíkingar og gøtufólk stóðu hundrað prosent saman um summarfestivalin og G festivalin og Klaksvíkar- og Gøtu Kommuna stuðlaðu eisini tiltakinum í nógv størri mun enn kommunurnar í Suðuroy stuðlaðu jóansøkufestivalinum.
Hann leggur kortini dent á, at hann er sera fegin um stuðulin frá kommununum í Suðuroy, tað skal ikki skiljast so.
- Men stuðulin vit fingu her suðuroy er ikki so framrættaður, sum tann stuðul, ið aðrir festivalar hava fingið.
- Tað var eisini ómetaliga torført at fáa hjálparfólk til taka eina hond í á jóansøkufestivalinum. Á einum minni donskum festivali við 10.000-15000 fólkum, eru tað vanliga eini 1.000-1.500 hjálparfólk
Og tað skerst heldur ikki burtur, at tað var ómøguligt at fáa ein føroyskan høvuðsstuðul av týdningi. Tí varð tað íslendska bryggjaríið, Vífillfell, sum var høvuðsstuðul, og tað játtaði fyritøkan at kalla beinanvegin.
Festivalur í nýggjum hami
Men Kristian Holbæk heldur, at hinvegin mugu vit eisini ásannað, at tað er við at koma inflatión í festival-hugtakið. Í einum landi við sløkum 50.000 fólkum er neyvan pláss fyri meiri enn tveimum, stórum festivalum og tað gekk so útyvir jóansøkufestivalin.
Men hann heldur, at tað er harðliga brúk fyri tilboðum til børn, ung og tilkomin afturat ítróttinum.
- Børnini og tey ungu verða stimbrað ov lítið, tí tað eru so fá tilboð til tey.
- Og jóansøkufestivalurin verður aftur næsta ár, ongin ivi um tað, leggur hann afturat
Fyrireikararnir arbeiða nú av kraft fyri at fáa tað fíggjarliga í rættlag, so at farast kann undir at leggja næsta festival til rættis, við tí lærupeningi í viðførinum, sum tey fingu av hesum festivalinum.
- Men eg haldi, at tað er neyðugt, at festivalurin er ein integreraður partur í sjálvari jóansøkuni og eg haldi, at tað er neyðugt at broyta innihaldið og kanska eisini navnið, tí eg haldi, at tað er komið inflatión í festivalhugtakið í Føroyum.
Sostatt haldi eg eisini, at festivalurin eigur at liggja undir sjálvari jóansøkunevndina, men so krevur hon, at nevndin eisini verður víðkað til at umfata aðrar áhugabólkar enn akkurát ítróttarfeløgini.
- Eg haldi eisini, at festivalurin skal ikki vara í fleiri dagar. Hann skal bara vera ein dag við lutfalsliga fáum, men góðum nøvnum og einum ella tveimum stórum høvuðsnøvnum.
- Samstundis haldi eg, at jóansøkufestivalurin skal vera annað enn bara tónleikur. Barnasjónleikur, dansur og annað úr Føroyum og útlondum, kundi verið eitt frískt íkast til festivalin.
Hann heldur eisini, at festivalurin skal vera á fleiri smærri pallum ymsastaðni í býnum, so at vit fáa fleiri, smáar, intimar framførslur, við onkrum størri palli til høvuðsnøvnini.
Heita á suðuroyingar um stuðul
Fyrsta stigið at endurreisa jóansøkufestivalin varð tikið herfyri, tá ið hvørt húski í Suðuroy fekk skriv við áheitan um fíggjarligan stuðul og við áheitan um at melda seg inn í festival-felagið og sostatt fáa avsláttur av atgongumerkjunum.
Næsta stigið at endurreisa jóansøkufestivalin verður tikið síðst í oktober, tá ið ið stórt tiltak verður í Suðuroy í samstarvið við Norðurlandahúsið.
Tá fara Peter Abrahamsen og Bell Pepper Boys á pallin, saman við frálíka vísusangaranum, Stanley Samuelsen og kórinum Glymur.
Ætlanin hevur verið at hetta tiltakið skuldi vera í Ítróttarhøllini í Trongisvági, men enn hava tey ikki fingið at vita, um tað ber til at fáa høllina til tiltakið.
- Og so verður arbeitt haðani frá, til vit aftur kunnu bjóða fólki vælkomin á jóansøku á Tvøroyri næsta ár, sigur Kristian Holbæk