Miðnámsútbúgvingar nú og í framtíðini

Svanna Hanusardóttir

Lærari á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði

 

Í valstríðnum higartil hava fjølmiðlarnir og politisku flokkarnir víst miðnámsútbúgvingunum óvanliga stóran áhuga. Men viðgerðin hevur í stóran mun verið sera grunn. Sjálvt um onkrar royndir hava verið at fingið skúlapolitisk ella pedagogisk sjónarmið inn í kjakið, hava fjølmiðlarnir at kalla ikki loftað teimum. Tí hesar viðmerkingar.

 

Vinnuskúlar

Í verandi valskeiði er tað eydnast samgonguni at samtykkja og seta skjøtil á byggingina av skúladepli í Marknagili fyri vinnumiðnámsútbúgvingarnar. Hetta er ein góð loysn, og tað er í tøkum tíma, at serliga tekniski skúlin fær tíðarhóskandi umstøður. Hetta eru skúlar, sum eru rættaðir beinleiðis ímóti vinnuni.

 

Studentaskúlin

Samstundis fegnist eg um, at Studentaskúlin ikki er partur av hesi loysn. Studentaskúlin og HF eru alment búgvandi og lestrarfyrireikandi útbúgvingar, men tó ikki beinleiðis rættaðar ímóti nøkrum ávísum, neyvt defineraðum, máli.

 

Ágangur

Tað er áhugavert at síggja, hvussu allir fjølmiðlar, bløð, útvarp og sjónvarp umframt politikarar og býráðsformaðurin í Havn eru á einum máli um, at Studentaskúlin skal úr Hoydølum, ongantíð ov skjótt. Hvussu ber tað til, at øll nú leypa á leistum fyri at avmontera ein skúla, sum øll vita hevur havt alstóran týdning fyri landið í 70 ár? Latið okkum hyggja eitt sindur at, hvussu gongdin hevur verið.

 

Gongdin

Í 1994 læt táverandi landsstýri skriva út arkitektakapping um nýggjan skúla í Hoydølum. Setningurin var, at skúlin skuldi byggjast við verandi bygningum sum grundarlagi og annars verða tíðarhóskandi upp á allar mátar. Áhugin fyri kappingini var stórur. Í mai 1996 fingu arkitektarnir, sum vunnu kappingina, boð frá Føroya Landsstýri um at fara í gongd at projektera nýggja skúlan við grundarlagi í kappingartilfarinum og viðmerkingum frá skúlanum.

Í februar 1997 var projektið klárt, og øll útlit vóru til, at gongd skjótt bleiv sett á at byggja nýggja skúlan. Mett varð, at byggingin fór at taka 3 til 4 ár, og at væl bar til at hava skúla har í byggitíðini.

 

Kúvendingar

Men nú hendi eitthvørt onkustaðni í tí politisku og fyrisitingarligu skipanini. Á 60 ára føðingardegi skúlans handar Eilif Samuelsen, táverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, skúlanum ta ivasomu gávuna: ein nýggjan skúla onkra aðrastaðni í býnum. Merkiliga skjótt bleiv hetta staðið Marknagil, ikki sum serstakur skúli, men sum partur av einum depli, og 16. oktober 1997 kom skriv frá Eilif Samuelsen, har boðað varð frá, at projektið í Hoydølum varð steðgað.

Ein onnur kúvending er farin fram í býráðnum í Havn. Tveir býráðsformenn, Jan Christiansen og Heðin Mortensen, hava báðir givið býarverkfrøðinginum til uppgávu at tekna og at útvega øll neyðug loyvi til at gera veg og parkeringspláss í Hoydølum. Arbeiðið fór í gongd, men nú hendi enn eina ferð eitthvørt onkustaðni í tí politisku og fyrisitingarligu skipanini. Nú steðgaði so eisini hetta projektið. Og ikki nóg mikið við tí. Nú ber knappliga einki til.

 

 

Bygnaður

Eitt er at byggja bygningar. Men týdningarmeiri er innihaldið í bygningunum. Sum er, hava næmingarnir, sum fara úr fólkaskúlanum møguleika at velja millum fleiri ymiskar miðnámsútbúgvingar. Verður skipanin, sum ætlanin er at seta í verk í Marknagili, framd, fær helvtin av ungdóminum í Føroyum ongan valmøguleika. Veruleikin er, at vit fáa ein skúla, ein eindarskúla við breytum, sum ganga tvørtur um skúlaformarnar. Skúlarnir, hvør við sínum eyðkennum, hvørva. Lærararnir verða settir á sama skúla og undirvísa á øllum breytum. Og so kunnu vit t.d. spyrja, hvør skal vera próvdómari? Segði nakar gegnistrupulleikar?

 

Einsrætting

Tað er sera løgið, at vit í dag, samstundis sum vit senda ungdómin út í alla verðina at útbúgva seg, tí vit rópa eftir ymiskleika, fara beint mótsettan veg og einsrætta alt grundarlagið, sum tey ungu skulu byggja sína útbúgving á. Hvussu ber tað til, at so nógv knappliga eru so samd um, at hetta er tað rætta? Tað styrkir í hvussu so er ikki mentanarligt fjølbroytni at stúgva 50% av Føroya ungdómi inn í ein og sama skúlabygning. Heldur áttu vit at varðveitt og útbygt tær ymsu mentanirnar, sum verandi skúlaskipanir hóast alt umboða.

 

Umsiting

Í oddagrein í Sosialinum varð sagt, at depilsætlanin mátti setast í verk til at sleppa undan dupultfunktiónum. Men skulu vit tosa um dupultfunktiónir, er depilin eitt skúladømi um júst dupultfunktiónir. Depilsleiðslan fer at vera ein dýr teggja. Sambært álitinum, sum varð lagt fram í tinginum í heyst, verða umframt tríggjar deildarstjórar ein yvirstjóri og eitt depilsstýri. Ein slíkur superstjóri, sum als ikki finst í skipanini í dag, fer ikki at fáa einki í løn. Depilsstýrið skal mannast við kvalifiseraðum fólkum, sum eisini skulu hava løn. Heldur ikki tann funktiónin er til í dag. Og so tosa vit um sparingar! Nei, sum rektarin á studentaskúlanum vísir á, so verður ikki talan um sparingar, heldur tvørturímóti.

 

Hví Hoydalar?

Í valsending í Útvarpinum nevndi fyrrverandi rektarin í Hoydølum, at hann upprunaliga ynskti, at skúlin í Hoydølum skuldi vera verðandi ein skúli fyri seg, men at hann tíverri kom í minniluta í fyrireikingarnevndini.

Rektarin í Hoydølum vísir í grein fyri stuttum á, at tann optimala støddin á einum studentaskúla er 500-800 næmingar.

Studentaskúlin hevur akkurát eina góða stødd. Tað gongur sjón fyri søgn, at hon riggar, hóast tær sera vánaligu umstøðurnar. Næmingarnir trívast og kenna nærveru og tryggleika – grundleggjandi treytir fyri læring. Samstundis er ein skúli av tí støddini nóg stórur til at bjóða eitt fjølbroytt úrval av lærugreinum.

Ein skúladepil til 1500-1800 næmingar fer at kosta væl omanfyri hálva milliard – væl at merkja áðrenn ein einasti stólur er komin inn! Skúlaloysnin í Hoydølum verður ikki dýrari enn studentaskúlaparturin í Marknagili.

Fyri stuttum almannakunngjørdi Mentamálaráðið tvær nýggjar kanningar um skúlaumhvørvið í Hoydølum. Onnur var um pedagogiska umhvørvið og hin um fysiska umhvørvið. Í tí pedagogisku kanningini stendur, at Hoydalar er eitt vakurt stað, har tað væl ber til at umbyggja og útbyggja, uttan at tað kostar meiri enn at byggja nýtt – tó treytað av, at verandi bygningar eru í nóg góðum standi. Í tí teknisku kanningini verður staðfest, at hóast bygningarnir eru í vánaligum standi, vegna vantandi viðlíkahald, ber væl til at umvæla teir sum part av einum nýggjum skúla.

Útvarpið segði frá kanning, sum ein flokkur í Hoydølum hevur gjørt. Næmingarnir vóru m.a. spurdir um, um teir ynsktu ein skúla í Hoydølum ella í Marknagili. Av teimum spurdu segði ein triðingur seg velja Hoydalar. Tá ið hugsað verður um tann massiva ágangin, skúlin hevur verið fyri, má tað sigast at vera ein rættiliga stórur partur.

Einar nútímans Føroyar eiga at hava eitt nýmótans undirvísingarverk, har fjølbroytni og góðska hava hægsta prioritet.

Tey ungu í miðøkinum skulu hava somu møguleikar at velja sum tey ungu í hinum pørtunum av landinum. Tí tað er neyvan nakar sum hugsar um at flyta Tekniska Skúla í Klaksvík og HF-Skeiðið í Klaksvík í ein depil á Kambsdali ella at flyta skúlarnar á Kambsdali til Klaksvíkar?

 

Framtíðin

Depilsloysnin við eindarskúla, har 60-70% av fakliga innihaldinum skal vera eins fyri øll, fer fyri studentaskúlan at lækka fakliga stigið. Verður hon framd, fara føroysk foreldur so um 10-20 ár at senda børn við bókligum hegni á Sorø ella Herlufsholm, sum tey gjørdu fyri eini øld síðani? Framburður?

Sum er fara hundraðtals næmingar á danskar eftirskúlar hvørt ár. Tey flestu koma tó aftur á miðnámsskúla í Føroyum, tí at tilboðini eru fleiri og góð.

Og enn ber til at binda um heilan fingur. Ein studentaskúli í Hoydølum, í nýggjum bygningum, verður ein borgan fyri góðsku og fjølbroytni og víðum globalum útsýni.

At ein slík loysn eisini, betri enn nøkur onnur ætlan, varðveitir og tryggjar Hoydalar sum ta landslagsperlu, staðið er, átti samstundis at talað til hennara fyrimun.