Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, 1. partur

Um endurminningarnar hjá Heðini Brú: ? Mark millum veruligt og óveruligt lív var ikki til. Heðin Brú »Endurminningar«.

 

Greinin er av tekniskum orsøkum sett í tveimum pørtum. Báðir partar standa í hesi útgávu av Internet-Sosialinum

Tá ið »Endurminningar« hjá Heðini Brú kom út í 1980 var tað ikki púra óvæntað. Tær fyrstu 170 síðurnar, ið siga frá uppvøkstrinum fram til 1918, høvdu áður verið prentaðar í Varðanum frá 1972-1978, og hesin parturin er tann mest livandi og tann við flest brigdum í lýsingini av persónum og umhvørvi. Helst tí, at jú longur aftur í tíðini ein hending er farin fram, jú lættari er at hava hana á lofti, uttan at alt ov nógv fara upp á gos. Men ivaleyst eisini tí at barnaárini á ellisárum gerast týðuligari og týðuligari, meðan vaksnaárini hava lyndi til at fána burtur.

Heðin Brú ger í endanum á bókini vart við, at hann hevur hildið seg aftur undir skrivingini av endurminningunum: »Hetta var so tað sindrið, sum eg havi ætlað mær at skriva. Lítilsvert og einkisligt, tað sigst ikki annað. Brot úr endurminningum, tey sum eg nú havi lagt í at skriva og sum eg havi lagt í at minnast«. Kortini er hetta »sindrið« nærum 400 síður til longdar.


Barnaár

»Tað man hava verið lítið veiggj í mær, líka frá tí eg kom undan móðurfaldi«. Hetta eru fyrstu orðini í »Endurminningum«, og tey gera vart við eina aðallind í frásøgnini og í pørtum av skaldskapinum við. Tað er kenslan av at vera heilsuveikur og tískil forfjónaður. Hann eigur ikki lut í felagsskapinum hjá teimum frísku og sterku. Skjótt fær hann ta sjálvsfatan, at hann er eitt býtisbarn, eitt, sum eisini í eygunum á teimum allarnærmastu ikki megnar at gera tað rætta. Líðandi kemur kenslan av at vera órættaður, og nú eru vit í námindu av Høgna í »Lognbrá«.

Tann mest livandi og hugvekjandi parturin av »Endurminningum« er um barnaárini í Skálavík beint eftir aldarmótið. Tann nýggja tíðin er ávegis, men í einari gamlari bóndabygd eru tað mong sum ikki varnast hetta - ella vilja varnast tað - og eina tíð heldur lívið fram sum vant. Hvussu barnið sansar og upplivir verður víst í glógvandi brotum og við sjónarhornum sum dýpa tað lýsta.

Spakuliga fylgja vit høvundinum upp ígjøgnum árini og eru við honum og pápanum á fjalli, við hinum dreingjunum eftir pisum, hann rekur gæs og seyð og mangt annað, men bæði sjúkan og tað at vera lítilsmettur av øðrum er honum ein tung byrða. Hetta, hvussu onnur fata hann, gerst høvuðsfíggindin og so serliga hugburðurin hjá foreldrunum. Hann ætlar sær at vísa teimum, at sjálvt um honum dámar at lesa, so er dugur í honum kortini. At sita við bók, varð jú roknað sum tíðarspilla ella tekin um leti. Ein skyldmaður úr aðrari bygd stuðlar honum í at fara til skips, og at hann skal sleppa at lesa, tá ið ikki annað arbeiði er at tríva í.



Undir Íslandi og í Keypmannahavn

Túrarnir til skips og serliga eitt ódnarveður, sum lesarin kennir aftur úr »Fastatøkum«, verða livandi og nágreiniliga lýst, men dronginum vantar fiskieydnu, og hann ger tí av, at hann vil fáa sær útbúgving. Fyrst er hann á ársskeiði á Háskúlanum veturin 1919/20, eitt skeið sum fær ómetaligan týdning fyri hann, og síðani gongur leiðin í 1922 til Danmark. Árini á ymsum gørðum, einamest um Lyngby-leiðina, og á Landbohøjskolen inni í Keypmannahavn hoyra eisini upp í tann dyggara partin av endurminningarbókini. Lýsingin av hvussu hann í heilum líður hungur árini á Landbohøjskolen, men er ov stoltur at siga fólki frá, er sterk. Hon boðar frá tí treiskni sum kravdist, skuldi hann megna at útinna ta ætlan, sum varð løgd heima í Skálavík og umborð á sluppunum undir Íslandi. Seinni verður sagt um hann: »Tú er ikki av Búðarslagnum fyri einki, treiskt sum skammurin!«

Stríðið við familju og umhvørvi annars, ið ikki litu honum til at fullføra eina útbúgving, fekk høvundin at gera av, at hann vildi aldrin aftur til Føroya. Hann søkir arbeiði í Tasmanien og Kina, men hetta eydnast ikki, og áðrenn langt umlíðir hevur hann - sum hann inni við seg sjálvan alla tíðina hevur tráað eftir - fingið arbeiði í Føroyum. Hann gerst hjálparmaður hjá landbúnarráðgevanum og eftir at hava havt eini tvey onnur størv, verður hann sjálvur landbúnaðarráðgevi.

Tveir triðingar av endurminningunum eru um uppvøkstur og útbúgving, meðan tann seinasti triðingurin er frá arbeiðslívinum heima í Føroyum. Vaksnamannaárini fáa sostatt lutfalsliga stutta viðgerð, og ógvuliga fáir persónar verða nevndir við navni. Hesin parturin er tí - hóast vælskrivaður - eitt sindur glærur og blóðlítil. Tað er kanska eisini ilt at hugsa sær, at hetta kann verða stórt øðrvísi í einum so fámentum og ættarkærum samfelag.


Órættan sum drívmegi

Kenslan av at vera forfjónaður, av ikki at verða virdur er til staðar frá fyrstu byrjan, men í staðin fyri at geva skarvin yvir, gerst okkara høvuðspersónur, hóast sjúku og likamligar veikleikar annars, harðbalin. Hann gloymir ikki, hvussu fólk eru ímóti honum, men vinnur á øllum við tí støðutakan, at hann skal vísa teimum.

Frá fyrstan tíð var høvundinum ikki júst spádd nøkur dugnagóð framtíð, og ein maður skal hava sagt um hann, tá ið hann var 1_ ára gamal: »Hatta, nei hatta er ikki lívført, tak um beinini og slá høvdið í stein, hasum skapast einki burtur úr í hvussu er«. Og gjøgnum uppvøksturin sigur sami maður javnan: »Tað hevði eg forsvorið, at tú dró undan ta ferðina vit fóru til Havnar við tær á sinni, tí eg havi aldri sætt so tandrasligt barn«. Her kemur eitt mynstur til sjóndar, eitt mynstur, sum ferð eftir ferð ger vart við seg: fólk hava ikki álit á tí unga Heðini Brú, men viðganga seinni bilsin, at tey greidliga fóru skeiv.

»Hesin veikleiki hekk við meg upp gjøgnum barnaárini, var tíðum hjá lækna, livdi av sjúkrakosti. Men sum frá leið batnaði so líðandi«. Hetta kundi verið yvirskriftin til ein fittan part av endurminningunum, og tað lýsir samstundis menningina hjá frásøgumanninum. Orðini hjá H.C. Andersen »Først gaar Man saa grueligt meget igennem og saa bliver Man berømt« kunnu ikki uttan víðari nýtast um Heðin Brú, men hann skal ígjøgnum ein reinsannareld, áðrenn hann kemur á sín ásetta sess í tilveruni. Vit eru ikki fjart frá búningarskaldsøguni, sum í bygnaði mangan minnir um endurminningar.

Øll barnaárini og vakstrarárini - og seinni við - er hann nervaður av sjúku, einahelst vegna skeiva og viðhvørt vánaliga føði. Men akkurát henda vanheilsa er allarhelst orsøkin til, at Heðin Brú fekk áhuga fyri lesnaði og gjørdist landbúnarráðgevi og rithøvundur og ikki fiskimaður, sum hinir úr somu korum sum hann. Sjúkan er bæði mótspælari og treyt fyri hansara menning. Hon er allastaðni og hevur við sær, at drongurin fær kensluna av at verða illa viðfarin av foreldrunum: »Og at eg var eitt satt óargadýr, var einki at ivast í, so mikið varð njelt á meg um dagarnar«. Undirlutakensla ger eisini vart við seg: »Hesa broyttu støðuna til brøðurnar hugsaði eg nógv um, fataði ikki hví teir vildu ikki hava meg uppi í spæli, helt tað var tí at eg nyttaði einki. Eg var sjúkur og lá tíðum í seingini. Og tann sum tað ger, hann nyttar einki«.

Sjúkan gerst í uppvøkstrinum eitt haft, sum umhvørvið ikki lítur honum styrkina til at gera seg leysan av: »Mamman helt, eg skuldi ikki sleppa við. Hon hevði einaferð burtur av heft seg við, at eg var sjúkur og einki til mannar«. Her verður í fáum setningum gjørt vart við, hvat tað er drongurin stríðist ímóti, og hví tað var neyðugt at fara til skips og síðani til Danmark. Fyri at gerast vaksin, er hann noyddur at kvetta alt samband við heimið.