orð fyri at verða ein óvanliga treiskur maður. Óli Breck-mann skal einaferð hava sagt um treisknið hjá honum, at Edmund er sum at leiða eina kúgv í trappu. Høvuðspersónurin sjálvur heldur, at politisku [...] mótstøðumenninir skjótir at finna okkurt. Eg haldi hatta er yvirmett. Eg eri treiskur á tann hátt, at eg haldi fast um at finna loysnir sum geva eitt úrslit. Tað liggur ikki í mær at gera loysnir sum tapa [...] nni fyri at fáa tað besta burturúr. Eg vil kortini siga, at tað er ikki ringasta imageið at hava í politikki, at ein er treiskur, vísir løgtingsformaðurin skemtandi á. Bridge og urtagarður Hóast føðin
til at verja irakiskan suverænitet, kundi tað týtt uppá, at flokkurin eisini var farin at hugsa meiri álvarsliga um okkara egna suverænitet. Stórur partur av teimum almennu Føroyum, vóru ímóti at okkara [...] tí vánaligasta, og skuldi tað hent, sum fleiri væntaðu, at samgongan skrædnaði, so var tað ikki óhugsandi at omanfyri nevndu flokkar kundu byrja at tosa meiri álvarsliga saman um parlamentariskt samstarv [...] u støðuna, men at Miðflokkurin skuldi gera tað sama í spurninginum um kríggj, tað fekk fleiri at undrast. Tí meiri enn nakar annar flokkur, er tað júst Miðflokkurin, sum hevur roynt at slúsa tey tíggju
eg siga, at Jenis av Rana er ein av teimum fáu í hesi tíð, sum veruliga tora at ganga ímóti streyminum, og at tala Guds orð inn í eina samtíð, har Guds orð sýnist at hava alt minni og minni at týða. Tað [...] lov fyri, at vit hava fólk, sum tora at standa føst upp á Guds orð og lyftir. Og ikki minst, at halda hesum fram fyri fólki okkara. Vónandi fer land okkara ongantíð at fattast slík - tá fer at standa illa [...] lagt til merkis, at serliga seinastu tíðina er ein herferð sett í gongd ímóti Jenis av Rana, løgtingsmanni og trúgvandi. Maðurin verður skírdur at jagstra minnilutabólkar, at lúgva og at gera nær um alt
felagsskapi. Og har er tað, at ungdómurin kemur inn, tí tað vísir seg at vera alneyðugt, at ungdómurin gjøgnum eina miðvísa norðurlendska uppaling verður tilvitaður um týdningin av at kenna á sær norðurlendska [...] eru tilvitað um týdningin av at fáa tey ungu við, so er vandi fyri at játtanir og tiltøk, sum vit seta í verk, onki virði hava um fá ár. Tí fari eg at gera alt, sum eg kann at raðfesta ungdómin so høgt sum [...] vit í formansskapinum vóru so heppin at verða boðin við til setanina av stevnuni Ung i Norden á Læraraskúlanum, sigur Ole Stavad og ásannar, at tað var fantastiskt at uppliva so nógv ung og so nógv ymisk
grettu ongantíð orð um at gevast, men vit fingu heilt einfalt ongar fyrispurningar longur. So man kann siga, at vit bara bíða eftir, at onkur fer at ringja og biðja okkum koma at spæla , sigur Tór Verland [...] sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Teir báðir prátaðu aftur og fram, um hvør mundi verða ein hóskandi loysn, og at enda skeyt Janus upp, at Tór Verland kundi syngja. Tór Verland segði, at hann ikki tímdi [...] Verland heldur, at føroyingurin tók stak væl ímóti fløguni. Janus Trúgvason leggur afturat, at teiminingin eisini var sera góð. Hetta var tíðin, tá bólkar fóru frá at geva bond og LP ir út til at geva fløgur
boringar fara at taka, men eg kann hugsa mær, at sjálvar boringarnar fara at vara nakað longri enn ein mánaða, kanska tveir mánaðir ella meira. Hann sigur, at basaltfláirnar eru ringar at bora og farið [...] øðrum feløgum at fáa lut í hesi vinnu, sigur hann. Basin í Runavík Jan Mortensen væntar, at oljubasin á havnalagnum hjá Runavíkar Havn fer at verða nýttur, nú Statoil og BP komandi árini fara at bora á føroyska [...] sjálvsagt eins og flestu føroyingar, at vit sum frá líður fara at fáa eina oljuvinnu, sum kann geva føroyska samfelagnum eitt íkast, men hann ásannar, at hetta eftir øllum at døma liggur nøkur ár frammi í tíðini
venjarin ikki valdi at taka onkran av stóru skjúttunum út eina løtu. Bæði fyri at luft og so sanniliga eisini fyri at siga teimum, at í hondbólti eru tað altso sjey mans á einum liði. Tað varð tó ikki gjørt [...] megnaði hartil at rópa liðfelagarnar nakað upp, soleiðis at teir nú av álvara fóru at stríðast. Og tá so Jota seinni kom aftur á vøllin, hevði hann fingið neyðugu hvíldina og var til reiðar at taka liðfelagarnar [...] bóltin. Ivaleyst átti talan eisini at verið um tveir fingrar, ta´hann royndi at halda mótstøðuleikara, tá StÍF kontraði, men onkursvegna mettu dómararnir, at tað nú var rætt at nýta seinasta gula kortið. Strandingar
eisini at hava størri yvirskot enn B36 menninir, tá dysturin var av, og megna teir at seta leikferðina upp á sama støði í teimum seks írestandi dystunum, er einki at ivast í, at mótstøðuliðini fara at køvast [...] eftir hetta nevnast, at omanfyri standandi hypotesur væl kunnu hugsast at geva nakrar stuttligar støður í teimu dystum, sum enn eru eftir at leika. Hvussu fara til dømis klaksvíkingar at hugsa, um teir í trið [...] møguleika at basa skurunum, men við at gera hetta samstundis skifta sítt UEFA-Cup atgongumerki um við eina Inter-Toto billet? Jú , sanniliga eru møguleikarnir nógvir, men hinvegin er so bara at vóna, at bæði
mong ár síðani, at tað varð farið undir at føra miðvísan politikk í kappróðrarfelagnum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Málini eru millum annað at luttaka við fleiri manningum, at manningarnar skulu [...] altíð hava nógv mikið at taka av. Vit rokna við, at fleiri av teimum, sum hava róð, men sum ikki eru við í ár, fara at luttaka aftur næsta ár, og harvið fer so líðandi at bera til at økja um manningartalið [...] arbeitt varð við at manna bátarnar í vetur, vísti tað seg, at tað bar ikki til at fara longri upp enn at manna Páll Fanga. Tá ið manningarnar høvdu vant eina tíð, vísti áhugin seg at vera størri, so tað
hevur gáað eftir, at júst við at atkvøða fyri hesi kynisku samgongu, gera tey seg kanska sekan í at senda bæði skyldfólk og grannar, kanska sjeyndahvønn í útlegd. Hetta átti at fingið nógv at hugsa seg væl [...] mannminkandi! Hetta svarar til, at menn taka nøgluna úr bátinum, beint áðrenn teir leggja árarnar inn, soleiðis at næsta manning fær toyggið við at tetta. Vert er ikki at taka okkurt brotið upp úr ovurrúgvuni [...] samgongumenn roynt at skapt mytur um, hvussu danir bóru seg at í 1946, og allir hava teir øgiliga ilt av, at kongur, Christian tíggjundi upploysti løgtingið og sendi tað heim. Men somu menn gloyma at siga fólki