Herferðin móti Jenis av Rana

Sonni Jacobsen

Havi lagt til merkis, at serliga seinastu tíðina er ein herferð sett í gongd ímóti Jenis av Rana, løgtingsmanni og trúgvandi. Maðurin verður skírdur at jagstra minnilutabólkar, at lúgva og at gera nær um alt tað, ið ilt er.
Havi fylgt rímiliga væl við tí, Jenis av Rana hevur ført fram, serliga í bløðunum, men eisini úr tingi (gjøgnum, fjølmiðlarnar) og á annan hátt. Eg kann saktans viðganga, at eg havi ikki altíð verið 100 prosent samdur í øllum tí, Jenis hevur ført fram, men eg vil pástanda, at reint andaliga og bíbilskt, so hevur Jenis av Rana rætt í meira enn 95 prosentum av tí, hann førir fram. Helst reiðuliga tað. Eingin er feilfríur, og tað vildi verið tápuligt at pástaðið annað. Men sum orðatakið so væl sigur, tann sum einki ger, hann ger heldur einki feil. Men, so bakvent tað enn er, so er júst tað er ein feilur. - Einki at gera. Men, hvør lættari er ikki tað? Hinvegin vil eg samstundis siga, at reint andaliga og bíbilskt, so hava Jenusar mótstandarar rætt í minni enn 5 prosentum av tí, teir føra fram. Kanska reiðuliga tað.
Hvat ger Jenis?
Hvat er so alt tað ringa Jenis av Rana ger? Hann verjir Guds orð! Hann verjir Guds útvælda fólk, Ísrael. Hann tosar ímóti gudloysi og heiðinskapi. Reint persónliga vil eg siga, at Jenis av Rana er ein av teimum fáu í hesi tíð, sum veruliga tora at ganga ímóti streyminum, og at tala Guds orð inn í eina samtíð, har Guds orð sýnist at hava alt minni og minni at týða. Tað skal faktiskt ikki so lítið av dirvi til. Eg eri ikki bláoygdur, langt frá. Faktiskt eri eg rættuliga kritiskur, tá tað kemur til at meta um fólk - ikki minst átrúnaðarliga. Og eg slúki ikki alt rátt, bert tí tann ella tann sigur eitt ella annað. Tvørtur ímóti geri eg, sum Paulus áminnir okkum, eg dømi alt væl og virðiliga út frá Guds orði. Kortini vági eg at siga, at Jenis av Rana er einki minni enn ein profetisk rødd inn í sína samtíð! Tað hann áminnir um, er einfalt, at vit ikki mega ganga heidnar gøtur og ikki at taka við siðunum hjá teimum heidnu. - Hetta er ikki søtur tónleikur í oyrunum á fólki, sum vilja ganga sín egna veg - burturi frá Gudi. Heldur er tað beisk tala, tí øll øsingin.
Hoyrir politikkur og átrúnaður saman?
Ein ikki so lítil partur av øllum kjakinum hevur verið, um tað er rætt at blanda politikk og átrúna saman? Eg vil seta ein einfaldan spurning: Kann ein trúgvandi góðtaka heidnar lógir? Um hann ger, gongur hann so ikki á heidnum vegum? Um tú sigur ja, so er svarið sera einfalt, politikkur og átrúnaður hanga saman. Tú kanst ikki vera kristin í kirkju ella í samkomuhúsi, og heiðin á tingi! Vit eru ein skapningur - ikki fleiri - Eru vit kristin, eru vit kristin allastaðni. Bæði í kirkju, samkomuhúsi, á tingi, við hús, úti, inni, burturi og heima - og við valborðið. Persónliga haldi eg ikki, at tað er rætt, at ein trúgvandi velur ein vantrúgvandi inn á ting. Tá tann vantrúgvandi - tann trúgvandi hevur valt - er við í lógarsmíði, sum er ímóti Guds orði, so ger tann trúgvandi seg samsekan. Tú hevur jú sett hann ella hana har!
Harvið er ikki sagt, at ein skal velja ávísan flokk, men ein trúgvandi eigur - eins og øll onnur - at seta fólk inn á ting, sum ein veit verjir eins áhugamál. Hetta eri eg bangin fyri at mong gloyma. Annars vil eg siga, at er tað nakað Gamlatestamenti lærir okkum, so er tað, at tá ein politiskur leiðari ella leiðsla gongur Guds vegir, so streymar signingin. Gongur henda sama politiska leiðsla mótsættan veg, burtur frá Gudi, so er banningin í durunum. So kom ikki sum ein trúgvandi og sig, at politikkur og átrúnaður einki hava við hvørt annað at gera!
Tann stóra ranglæran
Størsta ranglæran í vesturlendska heiminum í dag er, at Gud er góður, Gud er kærleiki og at hann góðtekur alt. Gud er góður! Gud er kærleiki! Satt. - Men - hann góðtekur ikki alt. Gud okkara er oyðandi eldur, sigur Hebearabrævið 12 .29. Ella, sum vit lesa í Jóh. 3. 36, so eru vit áhaldandi undir Guds vreiði, so leingi vit ikki hava vent um og hava tikið við frelsuni, sum bert finnist í Jesusi Kristi (Aps. 4. 12). At enntá prestar og heilar kirkjur mangastaðni standa fram og siga, at vit kunnu liva og hátta okkum júst sum vit vilja. Gud elskar sín skapning. Vit kunnu nokta at taka við frelsuni, ella frelsa er ikki neyðug. Gud hevur skapt okkara syndigu natúr, tí kunnu vit kunnu liva í hori, vit kunnu liva sum samkynd, vit kunnu liva í øllum óreinskum. Giftast og skiljast, giftast og skiljast. Og tá lívið er liðugt, stendur himmalin opin. Eingin dómur er, einki helviti er. Bara ein himmal og ævig gleði. - Lygn og bedrag! Lógin er máttur syndarinnar, sigur Paulus. Júst tað, at vit gera ímóti Guds boðum, er megin í syndini - sjálv driftin. So djúpt er syndafallið. Tað er einans eitt fullkomið umvendilsi, sum kann bjarga okkum undan mátti syndarinnar. "Men so mongum, sum tóku ímóti honum (Jesusi) gav hann mátt (kraft - styrki) til at verða Guds børn." Jóh. 1.12. Vit skulu ikki bert standa til svars fyri hvørjari ger okkara, men enntá fyri hvørjum ógagnsorði, vit hava tala. (Matt. 12.36). Út frá hesi rangu læru, at Gud góðtekur alt, ella at vit eru fødd sum vit eru og einki kann gerast við tað, ella ástøðinum, at eingin Gud er í heila tikið, sprettur "humana" ástøði, at vit kunnu síggja burtur frá øllum tí bíblian lærir. Vit kunnu áseta ógudiligar og ókristiligar lógir, og tað fær ongar fylgjur.
Gamlastestamenti lærir okkum, at hetta far fylgir longu her á jørð.
Jesus lærir okkum, at hetta far fylgjur í ævinleikanum.
"Hvørt ógagnsorð" merkir eisini, hvørt orð tala ímóti Guds vilja og Guds orði - bíbliuni.
Hesi ting eru tað millum annað mótmælandi røddir vilja lasta m.a. Jenis av Rana fyri at áminna okkum um. Okkara gerðir, privatar og politiskar fáa fylgjur - her í lívinum - og í ævinleikanum!
Tað skal sigast, at tíbetur er Jenis av Rana ikki einsamallur, hann er kanska bara ein av teimum, sum rópar harðast, tí fær hann eisini meginpartin av skolunum.

Gud havi lov fyri, at vit hava fólk, sum tora at standa føst upp á Guds orð og lyftir. Og ikki minst, at halda hesum fram fyri fólki okkara. Vónandi fer land okkara ongantíð at fattast slík - tá fer at standa illa til.