Jóanes Nielsen
Tá USA, Bretland, og teirra sameindu á vári í 2003 lupu á Irak, hendi tað gleðiliga, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, tóku stig til ein mótmælisfund í miðbýnum í Havn. Um tað mundið var samstarvið í fullveldissamgonguni av tí vánaligasta, og skuldi tað hent, sum fleiri væntaðu, at samgongan skrædnaði, so var tað ikki óhugsandi at omanfyri nevndu flokkar kundu byrja at tosa meiri álvarsliga saman um parlamentariskt samstarv. Tað var í øllum førum mín hugsan tann dagin mótmælisfundurin varð hildin. Í sosialum spurningum eru flokkarnir rættiliga samdir, og nú Javnaðarflokkurin var ímóti krígnum og gjørdi sítt til at verja irakiskan suverænitet, kundi tað týtt uppá, at flokkurin eisini var farin at hugsa meiri álvarsliga um okkara egna suverænitet.
Stórur partur av teimum almennu Føroyum, vóru ímóti at okkara land var drigið uppí kríggið. Og júst tað at verið uttanveltaður, hevur uppá nógvar mátar verið okkara serstøða, ella so frægt sum tað nú ber til hjá einum hjálandi at markera seg sjálvstøðugt. Fólkaflokkurin hevur langtsiðani brotið ta uttanveltaðu støðuna, men at Miðflokkurin skuldi gera tað sama í spurninginum um kríggj, tað fekk fleiri at undrast. Tí meiri enn nakar annar flokkur, er tað júst Miðflokkurin, sum hevur roynt at slúsa tey tíggju boðini uppí sína stevnuskrá, og fimta boð sigur týðiliga og klárt, at tú mást ikki sláa í hel. Boðið er heilagt, tað var tað í hvussu so er til ein ávísur persónur byrjaði at tulka tekstin. Men flestu reglar hava síni fylgiskjøl, hví ikki eisini tey tíggju boðini? Er tað hugsandi at onkur sum stendur Javhe nær, hevur sent formanninum í Miðflokkinum tey fylgiskjølini sum ikki rúmdust á boðtalvunum sum Moses knuggaði oman av Sinai fjalli? Irak fevnir jú um meginpartin av tí gamla Babylonska ríkinum, og tað var tann tíð tá kelivættini hjá Jahve liðu skamm og pínu undir harðræði Nebukadnesars. Og tá stórur partur av heiminum hatar Irak, hví skuldi Jahve ikki eisini kunna hata eftirkomaranar hjá Nebukadnesar?
Føroyski blaðheimurin royndi at halda høvdið kalt hesar álvarsligu dagar. Um tað var av humaniterum, ella kanska av opportunistiskum ávum, ber til at tjakast um. Men kortini vóru nøkur undantøk. Á Fregnum meinti Brynhild Thomsen at kríggi var uppá sítt pláss, og hon brúkti fleiri teigar at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Eg veit ikki um hon framvegis hoyrir til tann káta kríggjskarðan. Men Kim Simonsen sum eisini var talsmaður fyri krígnum, hevur mær vitandi ikki broytt støðu. Tvørturímóti hevur hann tikið uppá seg leiklutin sum eitt slag av mentunarligum ambassadøri fyri nettup USA.
Eg minnist ikki, nær Kim Simonsen av álvara byrjaði at skriva sínar greinar, men sum frá er liðið, munnu tað vera eini 6-7 ár síðani. Á sama hátt sum heiðinskapur og ólevnaður skapti ein Victor Danielsen, so haldi eg, at mann kann siga, at fullveldistilgongdin gjørdi sítt til, at Kim Simonsen fekk luft undir veingirnar. Og onki objekt er honum ov lítisvert at viðgera. Hann hugleiðir um kotið hjá Høgna Hoydal, hvat flagtekjurnar á nýggju føroysku húsunum signalera, og um væntandi patos í okkara skaldskapi. Stundum hevur man kortini hug at geispa, og spyrja seg sjálvan, havi eg ikki lisið hetta fyrr, ella er maðurin ikki farin at minna eitt sindur um eina føroyska útgávu av pizza Åge? Í Dimmalætting 4. august, hevði hann eitt ummæli av filminum Fahrenheit 9/11 hjá Michael Moore. Serliga endin á ummælinum fall mær fyri brósti:
"... Eftir er bert at siga, harragud Michael Moore kann vera ófólkaligur, grovur, ónærisligur og smakleysur. Hetta er ein hin vánaligati filmurin, ið eg havi sæð millum tíggju túsundavís av filmum. Hetta er ikki list, men minnir um eina svínska sjónvarpssending um ein mann, ið hatar Bush. At Frankaríki og Tarantino hava givið hesa propagandasendingini heimsins størstu filmvirðisløn, vísir hvussu nógv fransmenn hata USA og Bush, at tey vilja ofra umdømi hjá filmfestivalinum í Cannes, við at geva dólginum Moore hesa virðisløn. Shame on you mr. Moore!"
Eg haldi, at man kann skýra hatta brotið fyri konspirasjónsteori í hægsta potens. Kim Simonsen generaliserar seg sjálvan niður í reint hugsjónarlig rot, tá hann í fullum álvara vil vera við, at Moore fekk virðislønina tí fransmenn hata USA og Bush. Minnir hatta ikki ófrættakent nógv um pástandin, at sigoynarar eru tjóvar, ella at jødarnir krossfestu Jesus? Akkurat hvør setti seg í samband við virðislønarnevndina? Jacques Chriac, Jean-Luc Godard ella Michel Houellebecq? Hvussu gongur tað fyri seg reint tekniskt, tá man ofrar umdømi hjá filmfestivalinunm í Cannes?
Møguliga er Moore bæði grovur og dólgakendur, men hvat so? Jean Genet kundi eisini vera grovur, maðurin hevði enntá eitt dráp á samvitskuni. Ella tak William Burroughs. Ella okkara egna superpsyko J.H.O. Djurhuus. Tann dagin tað verður brúkt sum eitt listarligt kriteriði, at listarfólk ikki skulu vera ófólkaligt, grov, ónærislig ella smakleys, tá er tað Kristilig Lurtarafelag ella onkur líknandi stovnur, sum hevur yvirtikið leiklutin sum dómari í listaheiminum. Og uttan at blúgvast endar Kim Simonsen ummælið við orðunum: Shame on you mr. Moore!
Skamma teg, verður ofta glepsað eftir børnum. Men eg havi ongantíð hildið, at tey orðini lýstu børn nakað serligt. Heldur sigur glepsið ein heilan hóp um okkara protestantistisku uppaling. Í hvussu so er, kann ein, ið rópar seg eina modernaða sekulariseraða menniskju ikki loyva sær enda eitt ummælið við sovorðnum tvætli sum "shame on you". Ella man tað vera soleiðis, at maðurin hvørki hevur kenslu ella skil fyri filmslist, men brúkar ummælið sum eitt kærkomið høvið til at rakka niður andstøðingarnar ímóti Irak krígnum? Í so fall, er Kim Simonsen eitt grelt úttrykk fyri tí polarisering, sum finst í Føroyum, so væl sum úti í heimi. Tað er at skerja seg sjálvan frívilliga, at gerast ein pseudopatriotiskur yankee.
Sum so nógv onnur, ið royna at kanna pulsin hjá síni tíð, so hevur Kim Simonsen eitt sera ambivalent tilknýti til sítt heimland. Eg vildi skotið uppá, at helmingurin av hansara skriving snýr seg um henda ambivalens. Hví tað so plágar mannin, at Michael Moore líður av einum líknandi ambivalensi mótvegis sínum heimlandi, er ikki sørt av eini gátu. Bæði í vavi og dýbd er USA øgiligt, og í amerikanskum bókmentum lærir ein at kenna tað tankagóðs og tær kenslur og tey ymisku rákini, sum landið rúmar. Og ein niðurstøða sum tað rættiliga skjótt ber til at draga, er, at ambivalensurin hjá Moore, hvørki er eitt nýtt amerikanskt fyribrigdi, og enn minni nakað undantak. Tvørturímóti. Síðani á Mark Twains døgum hevur ambivalensurin verið partur av sjálvari rótskipanini í amerikanskum bókmentum.
Ikki ólíkur Richard Nixon í sjeytiárunum, hevur Georg Bush nú vit skriva 2004, megna at gjørt heimlandið hjá Moore til eitt altjóða hatursobjekt. Og hvat ger eitt listarfólk í tí førinum? Nógv lata sjálvandi standa til. Men tey, ið kenna ábyrgd fyri síni samtíð, fara á barrikadurnar. Ein teirra er Michael Moore.










