Ungdómurin skal alast upp í norðurlendskum anda

Tað er ein avgerandi uppgáva at skapa rúm, har tey ungu læra um týdningin av norðurlendska samstarvinum og harvið eisini samleikan. Og tað eru royndir mínar, at tá tey ungu sleppa at uppliva, hvussu nógv vit í roynd og veru hava í felag, so tendrar tað tey veruliga, sigur Ole Stavad, formaður Norðurlandaráðsins.

Ein hin størsta uppgávan í norðurlendskum samstarvi er at læra komandi ættarlið um týdningin av tí felags norðurlendska, við teimum mentanarligu, sosialu og politisku virðum, sum hartil hoyra. Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Ole Stavad, formann Norðurlandaráðsins, nú vit práta um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum.
- Norðurlendska samstarvið er einasta altjóða samstarvið, ið vit taka lut í, sum eisini hevur sál. Ikki bara politiska sál, men eisini fólkaliga sál, heldur formaðurin fram, nú vit hava sett honum stevnu inna á skrivstovuni hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Niels Halm. Restin av formansskapinum situr úti í Klingruni og etur góðan mat, men formaðurin sigur seg ikki vera so svangan, at hann ikki hevur tíð til eitt prát við okkum. Hann er mitt í einum politiskum kortspæli, har hann eitt nú púra tilvitað hevur lagt fundin hjá formansskapinum í Norðurlandaráðnum í Føroyum. Men tað er ein heilt onnur søga, tí í dag fara vit at práta við hann um leiklutin hjá norðurlondum í framtíðini og í tí sambandinum sjálvsagt eisini um týdningin av at skipa verður fyri stórum tiltøkum og stevnum, sum Ung i Norden, ið hevur prýtt býarmyndina seinastu vikuna. 
 
Sálin í salinum
- Vit upplivdu millum annað sálina í norðurlendska samleikanum, tá vit í formansskapinum vóru so heppin at verða boðin við til setanina av stevnuni Ung i Norden á Læraraskúlanum, sigur Ole Stavad og ásannar, at tað var fantastiskt at uppliva so nógv ung og so nógv ymisk mál savnað saman í einum felags tiltakið, og ikki minst at síggja tey ungu framføra mentanarlig innsløg á einum so høgum støði. Og í hesum sambandi nevnir hann serstakliga innsløgini úr útnorðuri, har hann heldur, at Ísland, Grønland og Føroyar kunnu vera erpin.
- Skilji ikki, hvaðani tit fáa hesi skapanarevnini. Kanska hevur eitt lítið fólk betri møguleikar og størri tørv á at málbera seg listarliga og kreativt. Tí eitt lítið fólk skal í roynd og veru megna tað sama, sum eitt stórt, og tí rokni eg eisini við, at tað eru ómetaliga nógv evnarík fólk í teimum stóru londunum, sum ongantíð sleppa at royna seg og har evnini sum so fara fyri skeyti, sigur hann. 
Uppá spurningin, sum hann dugur at ímynda sær eina framtíð fyri norðurlendska samstarvið og samleikan, sigur hann, at tað so avgjørt veldst um, um vit eru nóg klók til at gagnnýta komandi satsøki, og hann staðfestir í sama viðfangi, at um hugt verður at teimum donsku ungu, so venda tey sær suðureftir móti Evropa ella vestur í hav móti USA.
- Tí er tað ein serstøk og avgerandi uppgáva at skapa rúm, har tey ungu kunnu uppliva týdningin av norðurlendska samstarvinum, tí um vit onki gera, er vandi fyri, at tey ungu ikki læra norðurlendska samleikan at kenna. Samstundis eru royndir mínar, at tá tey ungu sleppa at uppliva, hvussu nógv vit í roynd og veru hava í felag, so tendrar tað tey veruliga, sigur Ole Stavad.
 
Norden fyri pensionistar
Og hann heldur ágrýtin fram og greiðir frá, at tað at læra ungdómin um týdningin av norðurlendskum samstarvi, samleika, felags mentan og virði, er ein uppgáva og ábyrgd, sum nógv ymisk mugu átaka sær. Og hann nevnir eitt nú Norðurlandaráðið, tá tað stuðlar einari verkætlan sum Ung i Norden.
- Ella Norrøna Felagið, sum eisini átti at tikið tað sum eina avbjóðing at styrkja ungdómsøkið, tí felagsskapurin minnir alt meira um eitt pensionistafelag, sigur hann, og nevndir aðrar skipanir, so sum vinarbýarsamstarvið, har ung fólk skifta millum kommunurnar.
- Hetta er ikki bara neyðugt av søguligum orsøkum, tí í globaliseraða heiminum er tað ein sannroynd, at vit her norðuri klára okkum best á nærum øllum økjum. Tí er tað so neyðugt, at vit kenna týdningin av einari sterkari felags framtíð, við virðum og mentanarligum felagsskapi. Og har er tað, at ungdómurin kemur inn, tí tað vísir seg at vera alneyðugt, at ungdómurin gjøgnum eina miðvísa norðurlendska uppaling verður tilvitaður um týdningin av at kenna á sær norðurlendska samleikan.
 
Ungdómurin raðfestast
Norðurlandaráðið er farið undir stórar broytingar á mentanarøkinum og um vit ikki eru tilvitað um týdningin av at fáa tey ungu við, so er vandi fyri at játtanir og tiltøk, sum vit seta í verk, onki virði hava um fá ár. Tí fari eg at gera alt, sum eg kann at raðfesta ungdómin so høgt sum til ber, bæði í mentanarsamstarvinum og í játtanunum, sigur Ole Stavad. Og hann greiðir víðari frá, at í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og ger tilmæli um, hvat skal vera av peninginum, sum verður til avlops, í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, ið vórðu samtyktar í Reykjavík, og sum hann sigur seg annars ikki taka undir við.
- Nú er uppgávan at fáa eitt nýtt og týðandi innihald í og rundan um alt mentunarøkið, og eftir mínari sannføring skal ungdómurin í hesum sambandi raðfestast so høgt sum til ber. Eisini fari eg, í allari beskeðinheit at gera mína ávirkan galdandi í felagnum Norden, har eg eri nevndarlimur, sigur hann.
 
Felags røddin í ES
Uppá spurningin um hvørt norðurlendski felagsskapurin fer at hóra undan mótvegis tí alsamt sterkari evropeiska samveldinum, sigur Ole Stavad, sum er tiltikin føroyavinur, at hann ongantíð hevur sæð norðurlond sum ein mótsetning til ES.
- Norðurlendski samleikin er týdningarmikli grundarsteinurin, men tað finnast eisini nógvar uppgávur, sum vit ikki megna at loysa einsamøll her norðuri, og vit mugu heldur ikki hava nóg mikið í okkum sjálvum, sigur hann og greiðir frá, at vit skulu vera tilvitað um felagsskapin og um mentanarligu virðini, sum eru bygd upp her hjá okkum, og sum ger okkum øðrvísi enn hini londini.
- Hóast eg ikki síggi tað sum nakran stóran trupulleika, má eg ásanna, at vit sjálvsagt høvdu staðið sterkari, um øll norðurlondini vóru limir í ES. Tað má taka tað tíð, sum tað tekur, sigur Ole Stavad, samstundis sum hann sigur seg vera sannførdan um at broytingar liggja fyri framman viðvíkjandi tilknýtinum hjá útnorðuri til ES.
- Sjálvur eri eg sannførdur um, at sum frálíður verða øll norðurlondini limir í evropeiska samstarvinum og eg má eisini viðganga, at í summum førum haldi eg avgjørt, at vit mangla eina sterkari norðurlendska rødd rundan um borðið í ES, sigur ein vónríkur Ole Stavad, meðan hann fegnast um at vitja aftur í Føroyum.
 
--
FAKTA:::
 
Ole Stavad úr Danmark er formaður í Norðurlandaráðnum í 2006
Hann varð valdur í Reykjavík 27. oktober 2005.

Ole Stavad er føddur í 1949. Hann hevur verið fólkatingslimur fyri danska Javnaðarflokkin síðani 1980. Hann ver valdur í Norður Jútlandi, har hann býr í lítla býnum Brovst. Ole Stavad hevur verið skattamálaráðharri tvær reisir og seinast var hann vinnumálaráðharri upp til stjórnarskiftið í Danmark í 2001.

Hann var næstformaður fyri danska Javnaðarflokkin 1995-2000 og hann hevur verið formaður fyri donsku deildina hjá Norðurlandaráðnum síðani 2001.
 
--