Val-kalejdoskop

Høgnatáttur er við at vera at enda, ? hann hevur ikki gingið væl, men tað, sum er illa yrkt, verður ofta illa kvøðið.

Narcissisturin, Høgni Hoydal vildi hava fólk at trúgva uppá sítt discount-loysingarmodel, har vit ómansliga skuldu fáa danir at finansiera okkara loysing. Hetta var óhoyrdur frekleiki! Samgongan fer yvir í søguna sum meira hjálparleys enn sjálvt sjálvstýrislandsstýrið á sinni. Samgongumenn hava einki annað avrikað enn forpestað viðurskiftini við Danmark og kutað av blokkinum, beint áðrenn teir fara frá. ? Sera ússaligt! Avbera mannminkandi!
Hetta svarar til, at menn taka nøgluna úr bátinum, beint áðrenn teir leggja árarnar inn, soleiðis at næsta manning fær toyggið við at tetta.
Vert er ikki at taka okkurt brotið upp úr ovurrúgvuni av tilfari:

Høgnesisk paranoia
Ein partur av søgufalskingini hjá hesi samgongu hevur verið at skapt eina mytu um, at føroyska gehejme-nevndin, sum skuldi samráðast við Nyrup varð illa viðfarin av Nyrupi og Marionnu Jelved.
Hetta er steyrrøtt lygn. Sanna hendingagongdin var akkurát øvugt. Faktiskt var Høgni Hoydal so grovur, trúttandi og ófólkaligur undir samráðingunum, at løgmaður mátti biðja um »time-out« fyri at kyrra og sissa varaløgmann. Slíkt kann man gera við ein statsministara í tíggju minuttir ella kanska eitt korter, men so heldur ikki meira! Men hvat hendi: Danska stjórnin mátti bíða í meira enn ein tíma eftir landsstýrismonnum. Tá gjørdist ovboðið hjá bæði Nyrupi og Jelved. Og tí fóru tey út til tíðindamenn og søgdu, sum var. Hesi tíðindi hava føroyskir journalistar síðani bronglað og avskeplað.
Hesar upplýsingar, sum eg upprunaliga hevði frá føroyskari keldu, havi eg seinni fingið váttað frá sjálvari Marionnu Jelved, og satt at siga, hvørjum skal man heldur trúgva: Jelved ella Hoydal. Svarið er einfalt, vit vita, at Høgni Hoydal aldri hevði klárað at tikið ein lygnadetektor.
Hava fólk longu gloymt, hvussu varaløgmaður segði frá fundi við Frank Jensen: Jú, nú var leyst og liðugt og rættarmál skuldu yvirtakast ? hetta citeraði Hoydal skammleyst frá fundinum. Men táið Frank varð spurdur um sama fund, helt hann tað vera sera áhugavert, men teir høvdu yvirhøvur ikki tosað um evnið. So illa lýgur hesin floksformaður.

Útlendsk uppíblanding
Eitt annað ódámligt fyribrigdi í valstríðnum er, at fólkatingsmaður tjóðveldisins kom dragandi við einum grønlendskum lagsbróðuri, harra Kleist, sum so legði beinleiðis út í føroyskt valstríð. Hetta er ósmæðið og smakkleyst. Men tað undrar ikki, tí loysingarmenn hava altíð verið raskir at fáa sær russiska, íslendska, norska ella aðra útlendska hjálp at knekta føroyingar við.
Tað gav at bíta, táið feðgarnir Patursson ferðaðust um landið undan krígnum við einum norskum docenti, sum teir vóru grúiliga ernir av. Hesin skuldi leggja føroyingum lag á loysingini frá Danmark. Men eftir kríggið gjørdist tøgn um docentin og loysingarekspertin, tí hann var ein av teimum allarfyrstu, sum varð dømdur fyri landasvik sum quislingur á Akershus. Men allir loysingarmenn vistu langt áðrenn kríggið, hvar hesin maður var at finna politiskt! T.d. úttalaði loysingarmaðurin, Jóannes seg bara til »Tidens Tegn«, eitt ultranationalt norskt blað, sum hevði nógv samband við norskar nazistar.

Loysingarmenn vildu senda lógligt ting heim við danskari hjálp
Annars hava samgongumenn roynt at skapt mytur um, hvussu danir bóru seg at í 1946, og allir hava teir øgiliga ilt av, at kongur, Christian tíggjundi upploysti løgtingið og sendi tað heim.
Men somu menn gloyma at siga fólki frá, at sjálvur Jóannes Patursson í 1937 skrivaði til bæði Stauning, statsministarin og kongin Christian tíggjunda og bað hann senda eitt lógliga valt løgting heim, tí hetta løgting ikki vildi, sum hann vildi. Hetta var í herviligu Gráu-bóks tíðini.
Loysingarmenn skylda okkum eina frágreiðing um, hví tað, sum kongur varð biðin um at gera móti føroyingum og teirra parlamenti áðrenn kríggið, knappliga var heilt skeivt at gera aftaná kríggið. Brøvini hjá Jóannesi til kongs og Stauning kunnu skjalprógvast.
Hvør hevur rætt at døma grannan til útlegd?
Í juli mánaði ár 2000 segði Herman Oskarsson við danska blaðið, »BT«, at um vit fingu fullveldi, noyddust, ið hvussu er 6000 menniskju at flyta úr Føroyum. Hetta er helst lágt sett, men hetta er erligari tala, enn hjá samgonguni, sum móti betri vitandi nærmast vil geva okkum ta fatan, at vit saktans kunnu vera Danmark og danska hjálp fyriuttan.
Men aftur til tey 6000 ? hvat er tað fyri ein arroganca, sum gevur monnum rætt til at arbeiða soleiðis, at sjendi hvør føroyingur ikki meira skal kunna búleikast í egnum landi, og hvør skal rýma. Er tað nakar, sum hevur gáað eftir, at júst við at atkvøða fyri hesi kynisku samgongu, gera tey seg kanska sekan í at senda bæði skyldfólk og grannar, kanska sjeyndahvønn í útlegd. Hetta átti at fingið nógv at hugsa seg væl um, áðrenn tey seta í valkross. Eingin fer væl av, at annar fer illa!

Ódámligt propaganda-monopol
Flestøll vita, at heilavaskingin úr Tinganesi hevur verið persónliga stýrd av varaløgmanni eftir besta diktatoriska mynstri. Hann hevur brúkt embætisverkið til beinleiðis flokspropaganda. Samstundis og parallelt hevur fjølmiðlafólkið systematiskt hildið Føroya fólk fyri spott við einræðislyndi og høvuðkambaframferð, soleiðis at høgnesisku myturnar og tvangstankarir altíð eru slopnir framat og hava fingið framíhjárætt. Fólk eiga at minnast til, hvat alt cirkussið hevur kostað.
Tann naiva Hvítabókin, grundlógarklubburin, fullveldisbóklingurin, pílagrímferðirnar til Íslands, har menn vóru og fregnaðust, um teir vóru føroyingar ella ikki!
Og hvør er so stuttmintur í dag, at hann ikki enn er skelkaður yvir fyrisagnirnar og direktivini úr London, har eiturkoppurin Kjartan Hoydal, sjálvur oljubabba hevur sitið og blanda seg uppí landsins stýri. Hesin kynikarin, sum langtsíðani hevur forlovað seg við amerikanskari oljukapitalismu og ætlar at avreiða okkum øll oljurættindi til privatan, altso amerikanska kapital.
Hetta prógvar, at hesir tjóðveldismenn eru teir sonnu sambandsmenninir, amerikanskir ella íslendskir sambandsmenn, meðan heimastýrisflokkarnir eru reellir sjálvstýrismenn, tí teir vilja varðveita føroyskan identitet innanfyri ríkisfelagsskapin. Uttanfyri ríkisfelagsskapin fer okkara spinkli identitetur, serliga málsliga og mentanarliga beinanvegin fyri skeyti! So einfalt er tað. Danmark er ein skái, ikki ein bági!
Vert er at leggja sær alt hetta í geym. Havt eigur eisini at vera í huga, at Hoydalsguru hevur hóttað við at frátaka fólki skrivifrælsi. Tað hevur heldur ikki verið nógv talufrælsi hesi seinastu fýra høvuðkambaárini. Tað hevur nærmast verið talubann! Ongantíð høvdu vit kunnað fingið eina meira ófrælsar Føroyar enn júst undir hesum monnum, sum hava bygt allan sín politikk uppá undirlutakenslu og danskarahatur, men eru fúsir at avreiða okkum til annað kyniskt útlendskt vald, og tað verður ikki við mýkindum! Vert er at leggja sær alt hetta í geyma. Tað sigur nógv um, hvussu ófrælsar Føroyar høvdu blivið undir hesum monnum.