Føroyska luttøkan í oljuvinnuni uttanlands hevur størsta týdningin

- Tað, sum upp á sikt tænir okkum best í løtuni, er, at føroysk feløg fáa ein leiklut í oljuvinnuni uttanlands, eins og eitt nú Atlantsflog hevur fingið sátt­málar í Noregi og Thor í Hósvík hevur fingið sáttmálar ymsastaðni kring knøttin við sínum virksemi. Á henda hátt kunnu føroysk feløg luttaka í olju­virk­semi alt árið, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Formaðurin í havna­nevndini hjá Runavíkar kommunu, Klæmint Østerø, er samdur við stjóran í Vinnuhúsinum

Jan Mortensen, stjóri í Vinnu­húsinum, er samdur við Magna Arge, stjóra í At­lantsflogi um, at tað hevði tænt føroysku tænastuvinnuni betur, um ætlaðu boringarnar á føroyska landgrunninum hjá ávikavist Statoil í 2006 og boringin hjá BP í 2007, høvdu ligið í forleingilsi av hvørji aðrari og ikki í hvør sínum ári, sum annars liggur í kortunum.
Teir halda báðir, at tá ið tíðarskeiðið er so stutt, sum tað vanliga er í einum boriskeiði, er torført hjá tænastuvinnuni í Føroyum seta nakað veruligt á kjøl.
Stjórin í Atlantsflogi held­ur, at tað bæði hevði tænt føroysku tænastuvinnuni og oljufeløgunum, um báðir brunnarnir, sum skulu borast á basaltinum, vórðu boraðir í sama ári.
- Hetta hendi eitt nú í fyrstu útbjóðingini, og tað kom sera væl við hjá vinnuni, sigur Magni Arge.
Men ymiskar orsøkir kunnu liggja til grunds fyri, at brunnarnir ikki verða boraðir í sama ári.
Upp á sikt
Jan Mortensen ivast ikki í, at tænastuvinnan hevði fingið mest burtur úr boringunum, um tær lógu hvør eftir aðrari, tí tá hevði tíðarskeiðið, har virksemið var í landinum, verið longri.
Stjórin heldur hinvegin, at tað er ikki hetta, sum hevur størstan týdningin fyri føroysku tænastuvinnuna.
- Tað, sum upp á sikt tænir okkum best í løtuni, er, at føroysk feløg fáa ein leiklutí oljuvinnuni utt­an­lands, eins og eitt nú At­lantsflog hevur fingið í Noregi og Thor í Hósvík hevur fingið ymsastaðni kring knøttin við sínum virksemi. Á henda hátt kunnu føroysk feløg luttaka í oljuvirksemi alt árið.
Jan vísir á, at boringarnar vanliga ikki taka langa tíð, men nú farast skal niður ígjøgnum basaltið, er vænt­andi, at tíðin verður nakað longri, enn hon hevur verið við undanfarnu boringar.
- Eg dugi ikki at meta um, hvussu langa tíð hesar boringar fara at taka, men eg kann hugsa mær, at sjálv­ar boringarnar fara at vara nakað longri enn ein mánaða, kanska tveir mánaðir ella meira.
Hann sigur, at basaltfláirnar eru ringar at bora  og farið verður langt niður.
Jan sigur, at eitt eru so sjálvar boringarnar; annað er fyrireikingarnar, áðrenn borurin verður settur í hav­botnin.
- Eg vóni sjálvsagt, at før­oyska tænastuvinnan fer at fáa nakað burtur úr hes­um  men ikki minst; at teir aktivitetir, sum verða her heima, meðan bor­að verður, fara at skapa fleiri føroyskum feløgum enn higartil møguleikar í olju­vinnuni uttanlands
Hann vísir á, at sum er, eru tað ikki onnur føroysk feløg enn Atlantsflog og Thor, sum hava nakað munandi virk­semi í oljuvinnuni uttan­lands.
- Men kanska verður møgu­leikin, sum nú stendur fyri framman, startskotið hjá øðrum feløgum at fáa lut í hesi vinnu, sigur hann.
Basin í Runavík
Jan Mortensen væntar, at oljubasin á havnalagnum hjá Runavíkar Havn fer at verða nýttur, nú Statoil og BP komandi árini fara at bora á føroyska landgrunninum.
Hann vísir á, at eftir­met­ingar eru gjørdar av, hvat aktivitetirnir hava lagt eftir seg, og hann ivast onga løtu í, at nakað liggur eft­ir, tá ið borað verður á land­grunninum.
- Men, sum sagt; tað, sum eg haldi hevur størstan týdning í løtuni, er, hvat fáast kann burtur úr uttanfyri Føroyar í komandi árum.
Jan vónar sjálvsagt eins og flestu føroyingar, at vit sum frá líður fara at fáa eina oljuvinnu, sum kann geva føroyska samfelagnum eitt íkast, men hann ásannar, at hetta eftir øllum at døma ligg­ur nøkur ár frammi í tíð­ini.
- Vit hava verið spentir hvørja ferð, borað hevur ver­ið á landgrunninum, og soleiðis verður eisini hesa­ferð, nú borurin um ikki so langa tíð verður settur á basaltið.
Stjórin í Vinnuhúsinum hevur eisini heft seg við, at feløgini, sum standa aftanfyri komandi boringarnar, eru bjartskygd.
- Men soleiðis hevur tað eisini verið áður  og vit kunnu bara vóna tað besta, sigur Jan Mortensen.
Fitt av virksemi
Klæmint Østerø, sum er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu og er útbúgvin verkfrøðingur, sigur, at kommunan kennur sína skyldu sum veitari á bryggjuni.
- Oljufeløg og lands­mynd­ug­leikar hava gjørt av, oljuútgerðarhavnin liggur á økinum hjá Runavíkar Havn, og kommunan fer at gera alt fyri, at útgerðarhavnin hjá oljuvinnuni verður varðveitt í kommununi.
Tí er Klæmint heldur onga løtu í iva um, at tað aftur hesaferð fer at verða fitt av tænastuvirksemið í økinum sambandi við komandi olju­leiting undir Føroyum.
- Jú, hetta gevur rættiliga stórt virksemi á landi, sigur hann.
Klæmint vísir á, at Statoil fer at bora við einum flótandi boripalli, og hetta gevur upp­aftur meira virksemi, enn tá ið borað verður við einum boriskipi.
- Eitt boriskip hevur tað mesta av útgerðini umborð, meðan ein flótandi boripallur fær ein nógv størri part av útbúnaðinum úr landi, og tað verður so í hesum førinum av oljuútgerðarhavnini í Runa­víkar kommunu.
Hann sigur, at vanligt er, tá ið flótandi boripallar verða nýttir til leiting, verð­ur pallurin forsýnaður so hvørt.
Møguleikar
Klæmint er samdur við Jan Mortensen, stjóra í Vinnu­húsinum um, at tað, sum hevur størstan týdning, er, hvat spyrst burtur úr føroysku lut­tøkuni í sambandi við olju­vinnu aðrastaðni.
- Nú leitað verður eftir olju so tætt uppat okkum, og tað kanska er skjótari at sigla higar til lands enn til Stavanger ella Aberdeen, eru avgjørt møguleikar hjá før­oyskum fyritøkum at liggja fram við og blanda seg upp í kappingina sum veitarar
Hann heldur, at føroyskir veitarar kanska í ov stóran mun hava satsa upp á olju­vinnuna í Føroyum, men hava hugt ov lítið eftir møgu­leikum uttanfyri land­oddarnar.
- Tí er at vóna, at føroyskar fyritøkur hesaferð fara at hyggja meira eftir, hvat spyrj­ast kann burtur úr hesi vinnu upp á sikt, sigur Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu.