skal ikki bara at donsku stjórnini fyri at reka gamlan hjálandapolitikk. Sambært tí sum kom fram í síðstu viku, fekk landsstýrið síðsta summar at vita frá verjumálaráðnum, at tørvur var at seta í gildi nakrar [...] løgið, at løgmaður hevur ligið á málinum í eitt ár og ikki viðgjørt málið politiskt. Víst hava vit lítið at siga á hernaðarliga økinum, men tað ber heldur ikki til, at vit bara yppa øksl, og siga, at á hasum [...] løgting sagt ja. Eitt annað, sum vit eiga at hava í huga í samband við hernaðarliga revsilógina, er, at Løgtingið fyri umleið hálvumøðrum ári síðani mælti til at seta gomlu hernaðarligu revsilógina úr gildi
áhugaðir í at fáa meg út á Toftir at spæla, sigur Fríðin Ziskason, sum leggur doyðin á, at hann ikki er vorðin ósamdur við venjaran Kurt Mørkøre. ? Hjá KÍ eru nógv fólk um boðið, og tað vísti seg, at eg ikki [...] ikki slapp at spæla nóg mikið, sigur hann, og tí valdi hann at skifta felag. Hann heldur ikki, at tað verður so nógv lættari at sleppa á lið hjá B68, tí nýggja felag hansara hevur eisini gott fólk og fleiri [...] Jacobsen, formaður í KÍ, sigur, at Fríðin setti seg í samband við leiðsluna við ynski um at skifta felag, og hesum hevur leiðslan givið leikaranum loyvi til. Eftir er bara at fáa smálutirnir millum KÍ og
er sera hugaligt, at hugsað verður um at fáa ullina til høldar, sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi á Stóru Dímun. Men hann ivast koritini í, hvussu nógv fer at verða lagt fyri til tess at fáa ullina innsavnaða [...] dagar um summarmála, tá gamalt er at siga, at lundin tekur land. Men tey vænta lundan hvørt kvøld, tað skal vera. ?Tað plagar at vea so, greiðir Dímunarbóndin frá, at fyrstu lundarnir koma í bakkan um [...] tíðindini um ullarmóttøkuna, Vinumálastýrið ætlar at seta á stovn, at prísurin í dag liggur um fýra krónur fyri kilog, og so hevur líkasum ligið í luftini, at tað skal vera minstiprísur í framtíðini. ? Í okkara
havi valt at gevast í I AM, so fari eg heilt víst at hava nóg mikið at gera. Mikkjal sigur, at hinir í I AM taka tað ógvuliga lætt, at hann er givin. Men sjálvur er hann avgjørdur, tíðin er komin at taka seg [...] og fyrr var tað soleiðis, at tá eg fór á pall, so hevði eg ongantíð nervar. Men av tí, at tað var so langt síðani seinast, fekk eg nervar hesuferð, og soleiðis eigur tað ikki at vera. Sjálvur býr Mikkjal [...] Sharon Weiss. Vit fara at spæla keltiskan tónleik, sum er ógvuliga krevjandi, og har eru nógvar detaljur, og tað leggi eg meg nógv eftir. Mikkjal sigur, at tað hevur verið læruríkt at spæla við I AM, men
Framtíðin óviss Um orsøkina til, at VÍF hevur verið somikið einaráðandi, heldur Sóley, at tað er ikki bara at hava góðar leikarar. - Í fleiri dystum hevur munurin verið, at vit hava orka betri. Vit hava vant [...] er, hvussu liðið hjá VÍF fer at síggja út komandi árið. Tað hevur verið nevnt, at onkur ætlar at gevast, meðan aðrar kanska leita sær nýggjar avbjóðingar, og vit spurdu at enda Sóley, hvussu framtíðin [...] síðani, at vit tryggjaðu okkum gullið, og tí hevur mann kanska bara bíðað eftir endanum nú. Spurd, um hetta var tað, sum gjørdi, at tær móti VB noyddust av vøllinum sum taparar, sigur Sóley, at tað var
vórðu mint á tað alneyðuga í at hava roykvarnarar. Spurningurin er, um hetta ikki áttið at verið lógarkrav. Kartni Jacobsen vísir tó á, at hetta hevði kravt av myndugleikunum, at teir høvdu eftirlit við, um [...] eiga øll at hava áhuga í at hava roykvarnarar í sínum húsum. Hetta heldur leiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn, Kartni Jacobsen. Húsini á Gripsvegnum, sum brendu sunnunáttina, høvdu eftir øllum at døma ongar [...] menn út at seta teir upp, tí fólk hugsa ofta ikki um slík viðurskifti, sigur Kartni Jacobsen. Petur á Lava Olsen á Brunaumsjón Landsins er samdur við brandmeistaranum, og hann heldur, at vit áttu at farið
skeið, tí at tær hava hug at læra okkurt nýtt, ella tí tær standa á einum vegamóti í lívinum, har teimum tørvar at læra meiri um teirra persónligu eginleikar,« sigur Anette Sundby. Orsøkin til, at hon hevur [...] serligu kvinnuskeið, er, at hon hevur verið fyri stórum mótburði í lívi sínum. Tað hevur gjørt, at hon ofta hevur ivast í sínum kvinnuvirði. Fyri at vinna á ivanum hevur hon stríðst fyri at endurskapa kensluna [...] til at skapa broytingar í lívsgrundarlagnum, sum tú kanska droymir um, men ikki veitst, hvussu tú skalt fremja. Á skeiðnum er møguleiki at gera sær tankar um lívið, at hugsa seg gjølla um og at arbeiða
undrar okkum stórliga, at Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg, hvørs flokkar taptu fólkatingsvalið, nú royna at stýra tí, sum Norðuratlantsbólkurin ger á fólkatingi. Men til tess at fáa allar misskiljingar [...] misskiljingar burtur, fara vit við hesum at minna á, at ? Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini eru vald av grønlendska og føroyska fólkinum, eftir at okkara stevnumið vórðu løgd fram til fólksins støðutakan [...] hava skipað Norðuratlantsbólkin á fólkatingi. Endamálið er at samstarva um viðurkenning av tjóðarrættindunum hjá føroyingum og grønlendingum og at fáa allar upplýsingar á borðið um hernaðarviðurskifti, b
Skotlandi fyri at hyggja nærri at alduorku. Hetta við alduorku ljóðar óivað ógvuliga fremmant hjá mongum. Ì stuttum ber til at siga, at nýtir brim til at gera streym við. Tað eru ymisk sløg av alduorku, men [...] Gregersen. Tað varð nevnt frammanundan fráferðini, at Føroyar vóru at meta sum eitt gott pláss fyri at útvinna alduorku, og líkt er til at SEV nú fer at geva hesum møguleikanum eina gjølliga umhugsan. Á [...] Orka Møguleikin at útvinna alduorku í Føroyum tykist nú at vera munandi minni ein fjarskotin tanki, enn hann var fyri einari góðari viku síðani. Eitt føroyskt ferðalag hevur fyri kortum verið í Skotlandi
Eddie Gustafsson úr Svøríki. At tað fór at verða soleiðis, visti Jákup Mikkelsen longu, áðrenn hann í heyst skrivaði undir nýggjan sáttmála við Molde. At tað skal nógv til fyri at verða besti málverjin í felagnum [...] tykist vera greitt, at um tað skal eydnast føroyska landsliðsmálverjanum at spæla í Tippuliguni, so skal Jákup vísa alt tað, sum fyri tveimum árum síðani bar við sær, at hann varð mettur at vera ein tann stinnasti [...] Enn er einki avgjørt, men venjingardystirnir boða frá, at Jákup Mikkelsen av álvara verður noyddur at stríðast fyri at vinna plássið millum stólparnar á besta liðnum hjá Molde. Kappingin er sera stór við