Vónar betri ullarprís

Hugskotið við ullarmóttøku er gott, sigur Dímunabóndin, sum kortini ivast í, um tað fer at loysa seg at gera nakað stórvegis burtur úr innsavning, um prísurin ikki verður betri enn tað, higartil hevur veirð frammi

Landbúnaður


?Tað er sera hugaligt, at hugsað verður um at fáa ullina til høldar, sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi á Stóru Dímun. Men hann ivast koritini í, hvussu nógv fer at verða lagt fyri til tess at fáa ullina innsavnaða, um prísurin ikki verður heldur hægri enn tað, higartil hevur verið nevnt.
Nevnt hevur veirð í samband við tíðindini um ullarmóttøkuna, Vinumálastýrið ætlar at seta á stovn, at prísurin í dag liggur um fýra krónur fyri kilog, og so hevur líkasum ligið í luftini, at tað skal vera minstiprísur í framtíðini.
? Í okkara føri er tað knapt nokk fyri frakt, sigur Óla Jákup úr Dímun, sum kortini ásannar, at hann er í eini serstøðu, tí alt skal flúgvast av oynni.
Hjá onkrum, sum til dømis er granni hjá eini móttøku, verður tað sjálvandi meira lønandi. Men hann heldur tó, at fýra krónur ljóðar í lægra lagi.
Skuldi ullin verið goldin í lutfalli til tað, hon kostaði, tá tikið varð í móti ull seinat, skuldi prísurin verið rættiliga nógv hægri, vísir Dímunarbóndin á. Minst einar tíggju- tólv ferðir tað, sum nú er nevnt, heldur hann.

Tað várar
Várið er farið at merkjast á Dímun, sigur Óla Jákup. Fyrstu lombini eru komin, og hann væntar, at tað fer at lemba regluliga frá nú av.
Lunda hevur hann ikki sæð í bakkanum enn, sigur hann, hóast farið er nakrar dagar um summarmála, tá gamalt er at siga, at lundin tekur land. Men tey vænta lundan hvørt kvøld, tað skal vera.
?Tað plagar at vea so, greiðir Dímunarbóndin frá, at fyrstu lundarnir koma í bakkan um kvøldið. Lomviga hevur ikki verið nógv at sæð av higartil í ár heldur.
Annars er fólk úti í Dímun um dagarnar fyri at útbyggja tyrlupallin, so hann lýkur tey krøv, sett verða, sigur Óla Jákup úr Dímun. Hetta er arbeiði, sum byrjað varð upp á seinasta heyst, ið nú verður gjørt liðugt.