Enn er einki avgjørt, men venjingardystirnir boða frá, at Jákup Mikkelsen av álvara verður noyddur at stríðast fyri at vinna plássið millum stólparnar á besta liðnum hjá Molde.
Kappingin er sera stór við nýggja Molde málverjan, Eddie Gustafsson úr Svøríki. At tað fór at verða soleiðis, visti Jákup Mikkelsen longu, áðrenn hann í heyst skrivaði undir nýggjan sáttmála við Molde. At tað skal nógv til fyri at verða besti málverjin í felagnum, var orsøkin til, at Jákup ikki metti tað vera ráðiligt at fara við landsliðnum niður á Kypros. Meðan landsliðið var á Kypros, var Jákup saman við Molde í Spania, og nú eru teir aftur í Spania.
Molde ferðalagið kom leygardagin suður til La Manga, og har skulu teir vera í tvær vikur. Molde luttekur í vetrarkapping. Tað verður kappast í tveimum bólkum. Fýra lið eru í hvørjum bólkinum, og Molde er í bólki saman við norska meistaraliðnum Rosenborg, Örgryte úr Svøríki og russiska Anzhi. Fyrsti dysturin hjá Molde var mánadagin ímóti russiska liðnum. Dysturin endaði málleysur. Umstøðurnar eru góðar í La Manga, men mánakvøldið var nakað av síðuvindi.
Kappingin
Stóri spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast hjá Jákupi, sum kappast við evnaríka svian. Higartil hevur einki verið avgjørt. Í dystunum, sum vórðu spældir síðst í januar og fyrst í februar, skiftust teir báðir um at verja málið. Í fyrsta dystinum á hesi venjingarleguni var Eddie Gustafosson í málinum.
Spurningurin er so, um svenski venjarin, Gunde Bengtsson, á ferðini til Spania fer at spæla við sama málverjanum alla tíðina, ella um hann enn eina ferð ætlar at geva teimum báðum málverjunum møguleikan í øðrum hvørjum dysti. Tað fara vit at frætta meiri um seinni. Men tað tykist vera greitt, at um tað skal eydnast føroyska landsliðsmálverjanum at spæla í Tippuliguni, so skal Jákup vísa alt tað, sum fyri tveimum árum síðani bar við sær, at hann varð mettur at vera ein tann stinnasti málverjin í Danmark.