Norðuratlantsbólkurin virkar á egnum grundarlagi

Norðuratlantsbólkurin virkar á egnum grundarlagi

Umboðið hjá Tjóðveldisflokkinum og teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, hava skipað Norðuratlantsbólkin á fólkatingi.

Endamálið er at samstarva um viðurkenning av tjóðarrættindunum hjá føroyingum og grønlendingum og at fáa allar upplýsingar á borðið um hernaðarviðurskifti, búskaparlig viðurskifti, og annað, sum higartil hevur verið dult fyri fólkinum í Grønlandi og Føroyum.
Norðuratlantsbólkurin fer harafturat at upplýsa um føroyska og grønlendska sjálvstýrisstríðið bæði í Danmark og í øðrum londum.

Hetta er ein søgulig avtala, sum vit eru sera fegnir um. Vit eru sannførdir um, at vit við hesum samstarvi fara at fáa nógv burturúr fólkatingsarbeiðinum, og at tað verður til frama fyri allar føroyingar og grønlendingar. ? Og ikki bert til frama fyri einstaklingar og ávísar politiskar flokkar.

Av orsøkum, sum vit ikki kenna ella skilja, er stovnanin av Norðuratlantsbólkinum eftir øllum at døma fallin summum fyri bróstið í Føroyum. Løgmaður hevur sent formanandi brøv til føroysku fólkatingsumboðini, og Jóannes Eidesgaard hevur harðliga átalað Lars Emil Johansen fyri, at hann samstarvar við Tjóðveldisflokkin í Norðuratlantsbólkinum.

Tað undrar okkum stórliga, at Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg, hvørs flokkar taptu fólkatingsvalið, nú royna at stýra tí, sum Norðuratlantsbólkurin ger á fólkatingi.

Men til tess at fáa allar misskiljingar burtur, fara vit við hesum at minna á, at

? Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini eru vald av grønlendska og føroyska fólkinum, eftir at okkara stevnumið vórðu løgd fram til fólksins støðutakan.

? Norðuratlantsbólkurin fer at virka fult og heilt í samsvari við tey stevnumið, sum grønlendsku og føroysku veljararnir við síni atkvøðu hava álagt okkum at fremja í verki.

? Norðuratlantsbólkurin fer ikki á nakran hátt at lata seg stýra av skrivum og formaningum frá Jóannesi Eidesgaard og Anfinni Kallsberg. Vit standa ikki til svars fyri hesum báðum monnum, men fyri okkara veljarum.

Annars eru løgmaður og Jóannes Eidesgaard eins og øll onnur vælkomnir at venda sær beinleiðis til Norðuratlantsbólkin, um ivamál eru.

Vit vónum um eitt gott og meira samstarvshugað nýggjár.