Mikkjal Hvannastein, gittarspælarin í I AM: Vil hava avbjóðingar

Mikkjal Hvannastein, sum hevur verið gittarspælari í I AM seinastu seks árini, hevur valt at gevast sum gittarspælari í bólkinum. Grundina sigur Mikkjal vera, at hann vil spæla okkurt, sum er meira krevjandi

Tónleikur: ? Eg vil koma víðari, eg vil spæla meira og tað eg vil spæla skal vera meira tekniskt krevjandi, sigur Mikkjal Hvannastein, gittarspælari í I AM.
? Eg havi gjørt nógvan tónleik sjálvur, og eg havi tosa við aðrar tónleikarar, og kanska kemur okkurt burturúr har. Sjálvt um eg havi valt at gevast í I AM, so fari eg heilt víst at hava nóg mikið at gera.
Mikkjal sigur, at hinir í I AM taka tað ógvuliga lætt, at hann er givin. Men sjálvur er hann avgjørdur, tíðin er komin at taka seg saman og gera okkurt við tónleikin.
? At ferðast til Klaksvíkar var nú heldur ikki tað stuttligasta í verðini. Vit hava ikki spælt nakað serligt í seinastuni. Síðani november mánaða í fjør hava vit bara spælt til eitt tiltak. Vit spældu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um vikuskiftið, og fyrr var tað soleiðis, at tá eg fór á pall, so hevði eg ongantíð nervar. Men av tí, at tað var so langt síðani seinast, fekk eg nervar hesuferð, og soleiðis eigur tað ikki at vera.
Sjálvur býr Mikkjal í Havn, og sigur hann, at møguleikarnir eru nógv fleiri í høvuðsstaðnum enn í Klaksvík. Nú hevur hann hug at fara tann instrumentala vegin. Spæla Toto, Dream Theater, Extreme-líknandi tónleik. Í løtuni undirvísir Mikkjal eisini í gittarspæli á Tórshavnar Kvøldskúla.
? Nú eri eg opin fyri øllum avbjóðingum. Í juli mánaða skal eg spæla saman vð Edvard N. Debess, Kaj Johannesen, sum er kendur úr Moirae, Magnus Johannesen og Sharon Weiss. Vit fara at spæla keltiskan tónleik, sum er ógvuliga krevjandi, og har eru nógvar detaljur, og tað leggi eg meg nógv eftir.
Mikkjal sigur, at tað hevur verið læruríkt at spæla við I AM, men tað er ikki nakað hann beinleiðis fer at sakna. ? Eg fari at sakna mátan løgini komu fram uppá. Einaferð vandu vit tríggjar ferðir og heili tvey nýggj løg komu burturúr.
Men tíðin er komin at royna nakað nýtt. Mikkjal er ikki longur. Hann var.