Hondbóltstos
Eftir at hava vunnið og vunnið í nærum tvey ár, kann tað til tíðir gerast heldur torført at seta seg upp til dystirnar. Hetta ásannaði liðskiparin hjá VÍF, Sóley Mikkelsen, tá vit eftir seinasta dystin fingu orðið á hana.
- Tað hevur annars ikki bilað hjá okkum, men jú. Seinastu dystirnar hava vit merkt tað. Tað eru hóast alt fimm umfør síðani, at vit tryggjaðu okkum gullið, og tí hevur mann kanska bara bíðað eftir endanum nú.
Spurd, um hetta var tað, sum gjørdi, at tær móti VB noyddust av vøllinum sum taparar, sigur Sóley, at tað var kanska ein partur av tí.
- Bæði og. Sjálvandi vildu vit vinna, men hinvegin vóru vit kanska ikki heilt á toppinum, og tað er nakað, sum kostar móti VB. Líka mikið, hvussu støðan er, so stríðast tær altíð til tað seinasta, og tað hevur ofta givið úrslit hjá teimum.
Framtíðin óviss
Um orsøkina til, at VÍF hevur verið somikið einaráðandi, heldur Sóley, at tað er ikki bara at hava góðar leikarar.
- Í fleiri dystum hevur munurin verið, at vit hava orka betri. Vit hava vant hart og miðvíst síðani juni mánað, og hetta hevur gjørt, at vit í dag eru sera væl fyri likamliga, og tí hava vit ofta havt tað eyka í okkum, tá nógv hevur staðið á.
Ein spurningur, sum helst upptekur nógv fólk í løtuni, er, hvussu liðið hjá VÍF fer at síggja út komandi árið.
Tað hevur verið nevnt, at onkur ætlar at gevast, meðan aðrar kanska leita sær nýggjar avbjóðingar, og vit spurdu at enda Sóley, hvussu framtíðin hjá henni sær út í løtuni.
- Heilt erligt, so veit eg ikki. Eg havi ikki so mikið sum tikið støðu til, um eg fari at spæla komandi árið. Tað má eg gera upp við meg sjálva, men eg kann siga somikið sum tað, at spæli eg ikki næsta ár, so gevist eg. Eg eri vorðin ov gomul til at kunna taka eitt ár burtur frá, sigur hon at enda.