koronusmittan, sum hevur vunnið seg fram í hópinum hjá Manchester City. Tveir spælarar og tveir persónar í venjaratoyminum hava fingið staðfest koronusmittuna. Talan er um spælararnar Kyle Walker og Gabriel [...] nógvar dystir millum jól og nýggjár. Longu sunnudagin skal Manchester City spæla aftur móti Chelsea. So er spurningurin hvussu hetta kemur at ávirka skránna í Premier League komandi tíðina.
tunnilin, síðani um 12.000, og um jólini hava koyrt millum 5.000 og 6.000 bilar um dagin. Og tunnilsupplatingin hevur gingið væl, sigur Teitur Samuelsen, og felagið hevur ikki hoyrt um nakran trupulleika [...] hava koyrt um 74.000 akfør gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hann lat upp beint undan jólum. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyartunlinum, fyri in.fo. Fyrstu báðu dagarnar koyrdu um 15.000 bilar [...] trupulleika av nøkrum slag. Tá spurdur, um tølini samsvara við vónirnar hjá felagnum, sigur Teitur Samuelsen, at tað er ilt at meta um. – Tað er ilt at siga, men tað kann gott vera, at hetta er í yvirkantinum av
Grotinum selur um 15 – 20.000 tons tilsamans av Sild, Makreli og Svartkjafti – tað skiftir nakað frá ári til ár. Telur tú so Faroe Pelagic, Kollafjørð og Varðan afturat, so er talan um ikki smáar nøgdir [...] Abrahamsen fyri hjálp og beinasemi um at fáa serligur gávuna fram, svarar hann aftur: ” Glaðir at kunna hjálpa! Um hetta kann halda útflutninginum til Russlands uppi ella økja um hann, er hetta absolutt hjálp [...] Hetta var síðsti partur av kvotu, Norðborg átti í ES-sjógvi. Síðani hevur verið eina mest talan um jólafrí hjá manningini á Norðborg. Men umborð á Eystnes vóru tveir serligir fyrstipakkar. Tá ið umboð
kalla meg B36-spælara. Eg síggi fram til eitt spennandi kappingarár, har eg ætli mær at geva mítt íkast, so felagið røkkur sínum málum, og gevur áskoðarunum nakað at gleðast um. Tað hava áskoðararnar uppiborið [...] nýggjar avbjóðingar. Hann styrkir væl um hópin og hansara royndir á høgum støðið kemur heilt víst hópinum til góðar” sigur Dan Brimsvík, sum fegnast um, at tað hevur eydnast B36 at fáa hendan [...] B36 hevur styrkt seg á miðvøllinum. Talan er um 27 ára gamla danan, Mathias Thrane, sum verður lýstur sum ein skilagóður og tekniskt dugnaligur miðvallari. Mathias Thrane spældi í ár við 1. deildarliðnum
sum vann greipuna í fjør. – Eg skal fyrst og fremst vinna mær fast pláss á liðnum. Og so hjálpa liðnum at røkka so langt sum gjørligt. Klári eg hetta, er næsta málið at spæla meg nærri føroyska A-landsliðnum [...] fjør við B36, men hevur skift til grannarnar úr HB saman við Michal Przybylski. – Eg havi hugsað nógv um hetta, har eg havi viga fyrimunir og vansar. Men orsøkin til at eg havi valt at skifta til HB, er fyrst [...] meðan spælarar sum Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Øssur Dalbúð og Jákup Højgaard halda ikki fram.
politikk um, at kemur ein innbjóðing, ið felagið og spælari síggja sum ein góðan møguleika, so sleppur spælarin at royna seg á hægri stigi. Hetta gevur spælarunum møguleika at vísa seg fram aðrastaðni [...] áhuga. Tí skal hann, so skjótt sum koronafarsóttin er av og til ber at ferðast vanligt til Hollands, at venja við ungdómsliðnum hjá Ajax. Ajax hevur gjørt avtalu við FC Midtjylland, um at teir kunna sleppa [...] Tað er altíð hugaligt, tá útlendsk feløg vísa áhuga fyri føroyskum spælarum. Serliga tá talan er um stór og viðurkend feløg sum eitt nú Ajax, sigur Jákup í Stórustovu, ið er umboðsmaður hjá Heina
Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um at gera hølini í Gamla Svimjihyli í Vági um til ein sal til konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar, og til morgunsang hjá Vágs Skúla [...] øðrum endanum og síðani verður hann so líðandi djúpar, til hann er heilt djúpur í hinum endanum. ##med4## Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, er uppskot gjørt um at broyta hann til ein sal til [...] byggistig, men játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda fram. ##med5## – Við einum sali í gamla svimjihyli, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði hjá skúlanum
heilt aftur móti 1800-talinum og rakk fram til 1995, tá felagið hevði 100 ár á baki. Nú vit skriva 2020, og Føroya Skipara & Navigatørfelag hevur lagt 125 ár aftur um seg, hevur Jógvan Arge aftur skrivað [...] 200 síður við nógvari søgu og bæði gomlum og nýggjari myndum. - Henda bókin røkkur frá 1990-unum og fram til 2020. Hetta seinna skeiðið hava verið bæði ringar og góðar tíðir eins og í tí fyrra skeiðnum, [...] vórðu eisini krøv sett føroyskum myndugleikum at gera broytingar í fiskivinnuni. Her skuldi minkast um inntøkutrygdina, og fiskivinnan á landleiðini skuldi leggjast í eina kvotuskipan. Í bókini verður eisini
var, tóku fleiri hetta fram, at nógv er hent, síðani “RUTH” røkti siglingina inn á Skálafjørðin fyri um hundrað árum síðani. Hetta er ein sjálvsøgd niðurstøða, tá ið hugsað verður um, hvussu føroyskir politikarar [...] duffar við sama lag. Soleiðis kundi verið hildið fram, men vit kundu eisini farið inn á onnur øki enn mentanarøkið. Bara sum dømi hetta: 7. Kanningar vísa, at um 25 % av okkara ungdómi “hevur ilt í sálini” [...] tykist at geva sær far um, hvat ið henda biddingin ger við okkara sjálvsvirðing. Og stjórnarskipanarlóg hava vit onga. Sagt við myndamáli: “RUTH” – hon duffar við sama lag. 9. Og so heilt at enda: Tjóðin
Newcastle spælir í Premier League. Tað fyrsta tú reypar um, tá ið tú ringir til onkran av okkum, ella vinum, er at reypa um Newcastle, serliga um teir vinna. Samfelagsviðurskiftu hava altíð havt hansara [...] ikki ein persónur sum tosar so nógv um slekt, men hann fortelur oftani frá hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur, at vitja familjuna har. Serliga tosar hann um Ingibjørg systir Martin abban [...] hann og mamma altíð fyri. Pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Umframt, at hava koyrt lastbil og arbeitt á Suðurfisk í fleiri ár. So hevur pápi havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta