Eystnes í Sankta Pætursborg um jólini

Seint fyrsta jóladag legði Eystnes hjá Smyril Line at við hópin av fiskavørum úr Føroyum í Skt. Pætursborg. M.a. hevði Norborg skipað eini 740 tonsum av makreli umborð á Eystnes nakrar dagar framman undan í Norðhavnini.

 

Hetta var síðsti partur av kvotu, Norðborg átti í ES-sjógvi. Síðani hevur verið eina mest talan um jólafrí hjá manningini á Norðborg.

Men umborð á Eystnes vóru tveir serligir fyrstipakkar. Tá ið umboð fyri býráðið vóru á vitjan í Ruslandi í januar mánaða í ár, lovaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri at senda teimum fisk yvir. Hetta sum eina heilsan úr Klaksvík við áminning um gott vinarlag, og at vit vóru væl havdir har yviri í januar í ár. 

Við góðari hjálp frá Kósini, Christian í Grótinum, North Pelagic og í hesum føri Smyril Line, og skiparanum á Eystnes, Harry Abrahamsen so skuldi bara hálvtalað orð til.

##med2##

Eystnes tók loðs kl. 15 fyrsta jóladag og kl. 19 vóru teir inni. Agenturin fyri vørini hjá skipinum, Sergey Ulyanov á Seabroters skuldi taka sær av jólapakkunum til Stjórnina í Skt. Pætursborg og so eisini tann eini til borgarstjóran í Pushkin, Vladimir Omelnitsky.

##med3##

Takkarkvøða

Longu fyrrapartin í gjár koma skriv frá Vladimir Omelnitsky, har hann takkar borgarstjóranum fyri uppmerksemi og fyri tann framúr fiskin, ið sendur varð. Tað tyktist, sum jólamaðurin er komin allan tann langav egin úr Føroyum við einum kærkomnum pakka, sum vit eru ógvuliga takksom fyri, segði Vladimir Omelnitsky, borgarstjóri, millum annað og ynskti øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

Eystnas fór úr Skt. Pætursborg á miðdegi í dag, og er nú ávegis til Hirtshals. Teir væntast at vera frammi fyrrapartin 30.12.20.

Í Russlandi verða jólini ikki hildin fyrr enn á trettindu, 6. januar. So tá kunnu teir helst fáa ein góðan fiska- ella flakabita frá Gadus, Norðborg ella bara úr Klaksvík.

##med4##

Føroyar 39%

Tá ið greitt varð formanninum í Uttanríkisnevndini hjá stjórnini í St. Pætursborg, Evgeny D. Grigoriev, frá, at av teirri nøgd av fiskavørum, Russland innflytir uttan úr heimi, stendur Føroyar fyri 39 %, undraðust hann og fylgi hansara. Tó var formaðurin í Uttanríkisnevndini skjótur at svara við einum fyrikomandi smíli, ”Vit vilja fegin hava meir av tykkara frálíku fiskavørum”!

Føroyar útflyta hópin av pelagiskum fiskavørum til Russlands – Bert Nort Pelagic, sum selur fyri Norðborg og Christian í Grotinum selur um 15 – 20.000 tons tilsamans av Sild, Makreli og Svartkjafti – tað skiftir nakað frá ári til ár. Telur tú so Faroe Pelagic, Kollafjørð og Varðan afturat, so er talan um ikki smáar nøgdir.

##med5##

Stutt frá orði til handling

Tað er hugaligt at búgva í einum landi, har tað ber til at fara á “støð” og spyrja eitt stórt skip: “Hvagar gongur leiðin”? Og tá so skipið fer heilt til Russlands, ber til eftir eini handavend at fáa pakkar við, eyðmerktar til tveir persónar í milliónbýnum Skt. Pætursborg.

##med6##

Tað eru mong sum eiga lut í tøkkini fyri at hetta kundi lata seg gera, at fáa tveir góðar fiskapakkar til Skt. Pætursborg: Kósin, Norðborg, North Pelagic og Smyril line.

##ms##

Tá ið eg takki skiparanum á Eystnes, Harry Abrahamsen fyri hjálp og beinasemi um at fáa serligur gávuna fram, svarar hann aftur: ”Glaðir at kunna hjálpa! Um hetta kann halda útflutninginum til Russlands uppi ella økja um hann, er hetta absolutt hjálp til sjálvhjálp bæði fyri okkum og aðrar”!

##med7##

Viðfestar eru nakrar myndir, Harry Abrahamsen, skiparin á Eystnes hevur tikið av havnalagnum í Skt. Pætursborg – og so eisini nøkur skermklipp frá Marine Traffic, undirritaði hevur tikið av Eystnes.

##med8##

##med9##

##med10##