74.000 akfør fyrstu vikuna

Tunnilin hevur verið væl móttikin

Tað hava koyrt um 74.000 akfør gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hann lat upp beint undan jólum.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyartunlinum, fyri in.fo.

Fyrstu báðu dagarnar koyrdu um 15.000 bilar gjøgnum tunnilin, síðani um 12.000, og um jólini hava koyrt millum 5.000 og 6.000 bilar um dagin.

Og tunnilsupplatingin hevur gingið væl, sigur Teitur Samuelsen, og felagið hevur ikki hoyrt um nakran trupulleika av nøkrum slag.

Tá spurdur, um tølini samsvara við vónirnar hjá felagnum, sigur Teitur Samuelsen, at tað er ilt at meta um.

– Tað er ilt at siga, men tað kann gott vera, at hetta er í yvirkantinum av tí, sum vit høvdu roknað við.

– Nú liggur tunnilin beint við Havnina, so tað er skjótt at fara ein biltúr, sigur Teitur Samuelsen, sum metir, at tunnilin er meira at rokna sum ein býartunnilin heldur enn ein tunnil millum tvær oyggjar.

– Tunnilin er sjálvandi millum tvær oyggjar, men økini eru so tætt bygd við báðar munnarnar, sigur Teitur Samuelsen.

Tað ber til at koyra ókeypis gjøgnum tunnilin fram til 10. januar.