Dysturin millum Everton og Manchester City, sum skuldi verða í kvøld klokkan 20, er avlýstur. Orsøkin er koronusmittan, sum hevur vunnið seg fram í hópinum hjá Manchester City.
Tveir spælarar og tveir persónar í venjaratoyminum hava fingið staðfest koronusmittuna. Talan er um spælararnar Kyle Walker og Gabriel Jesus. Hartil verður sagt, at fleiri tilfeldir eru í hópinum. Heilsufrøðiligu myndugleikarnir hjá Premier League hava tí mælt til, at dysturin í kvøld ikki verður spældur.
Tað er tiltikið í Onglandi, at spæla nógvar dystir millum jól og nýggjár. Longu sunnudagin skal Manchester City spæla aftur móti Chelsea. So er spurningurin hvussu hetta kemur at ávirka skránna í Premier League komandi tíðina.