Miðvallari við Superligaroyndum til B36

B36 hevur gjørt sáttmála við miðvallaran og fyrrverandi AaB og OB Superliga spælaran, Mathias Thrane

B36 hevur styrkt seg á miðvøllinum. Talan er um 27 ára gamla danan, Mathias Thrane, sum verður lýstur sum ein skilagóður og tekniskt dugnaligur miðvallari. Mathias Thrane spældi í ár við 1. deildarliðnum Nykøbing FC, men hevur spælt 40 Superligadystir fyri AaB og OB.

- Við Mathias fáa vit ein hartarbeiðandi og dugnaligan miðvallara, sum setur hørð krøv til sín sjálvan og sum er svangur at royna nýggjar avbjóðingar. Hann styrkir væl um hópin og hansara royndir á høgum støðið kemur heilt víst hópinum til góðar” sigur Dan Brimsvík, sum fegnast um, at tað hevur eydnast B36 at fáa hendan spælaran.

- Eg eri glaður og errin av at kunna kalla meg B36-spælara. Eg síggi fram til eitt spennandi kappingarár, har eg ætli mær at geva mítt íkast, so felagið røkkur sínum málum, og gevur áskoðarunum nakað at gleðast um. Tað hava áskoðararnar uppiborið, sigur Mathias Thrane.

Hann er í nýggjur í felagnum saman við Bjarka Nielsen og Bárði Olsen, meðan Árni Frederiksberg (KÍ), Michal Przybylski (HB) og Stefan Radosavljevic (HB).