Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um at gera hølini í Gamla Svimjihyli í Vági um til ein sal til konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar, og til morgunsang hjá Vágs Skúla.
##med2##
Nú er gongd sett á hesa ætlan, sigur Dennis Holm Borgarstjóri, í tíðindaskrivi í morgun. Í fjør stovnaði Vágs kommuna sín egna musikkskúla og tað hevur altíð verið ætlanin, at hann skal fáa venjingarhølir í Gamla Svimjihyli.
##med3##
Gamli Svimjihylur líkist einum auditorium, tí hann er grunnur í øðrum endanum og síðani verður hann so líðandi djúpar, til hann er heilt djúpur í hinum endanum.
##med4##
Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, er uppskot gjørt um at broyta hann til ein sal til framførslur av ymsum slagi.
Á fíggjarætlanini fyri árið 2020 er eisini sett játtan av til at keypa inn tilfar, sum skal til fyri fíggja fyrsta byggistig, men játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda fram.
##med5##
– Við einum sali í gamla svimjihyli, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði hjá skúlanum og musikkskúlanum - og ikki minst hjá almenninginum, verða eisini umstøður til at skapa heilt øðrvísi tiltøk í Vági, sigur borgarstjórin.
Í nýggja salinum verða eini 200 sitipláss, umframt at tað verða siti- og standipláss á balkongini kring salin og umstøður verða eisini til, at rørslutarnað sleppa inn.