Fyri aðru ferð hevur kendi útvarpsmaðurin, Jógvan Arge, skrivað hátíðarrit fyri Føroya Skipara & Navigatørfelag. Hitt fyrra ritið fór heilt aftur móti 1800-talinum og rakk fram til 1995, tá felagið hevði 100 ár á baki.
Nú vit skriva 2020, og Føroya Skipara & Navigatørfelag hevur lagt 125 ár aftur um seg, hevur Jógvan Arge aftur skrivað hátíðarrit, og hetta er ein snøgg bók á 200 síður við nógvari søgu og bæði gomlum og nýggjari myndum.
- Henda bókin røkkur frá 1990-unum og fram til 2020. Hetta seinna skeiðið hava verið bæði ringar og góðar tíðir eins og í tí fyrra skeiðnum, sigur høvundurin og vísir á, at 1990'ini byrjaðu við einum braki, tá bankarnir fóru av knóranum.
Høvundurin vísir á, at við styrkinum, sum føroysku bankarnir fingu úr ríkiskassanum til at fóta sær aftur, vórðu eisini krøv sett føroyskum myndugleikum at gera broytingar í fiskivinnuni. Her skuldi minkast um inntøkutrygdina, og fiskivinnan á landleiðini skuldi leggjast í eina kvotuskipan.
Í bókini verður eisini víst á, at andøvt varð ímóti kvotuskipanini, og tá hon hevði verið roynd í stívliga eitt ár, vendi øll tann føroyska fiskivinnan sær ímóti henni og vildi hava eina aðra skipan, sum reguleraði fiskiskapin og trýstið á fiskastovnarnar við einari fiskidagaskipan heldur enn einari kvotuskipan.
Hetta endaði við, at fiskidagaskipanin varð sett í verk á sumri í 1996.
- Smátt um smátt fór at bragda aftur á grunnunum innan fyri 200 fjórðingar, og tað bragdaði eisini á øðrum grunnum, sum vit kundu fiska á hjá øðrum londum og í altjóða sjógvi.
Í bókini, sum hevur heitið "Teir sigla so væl", verður eisini gjørt burtur úr, at handilsflotin eisini mentist hesi árini við eitt nú farmaskipum og frálandaskipum. Farmaskipini eru størri og skjótari enn áður, og serbygdu frálandaskipini til oljuvinnu standa seg væl í kappingini á altjóða marknaðinum.
- Føroyski handilsflotin er vaksin nógv við nýggju skipanini, Føroysku Altjóða Skipaskránni, nevnd FAS, skrivar høvundurin m.a. í bókini, nú Føroya Skipara & Navigatørfelag rundar tey 125 árini.
Bókin, sum Jógvan Arge hevur greitt úr hondum, fæst til keyps í bókasølunum. Tað er Anker Eli Petersen, sum eigur permuna, rættlesturin eigur Solby Christiansdóttir, og tað er Føroya Prent, sum hevur tikið sær av umbróting og prenti.
- Henda uppgáva - at skriva hátíðarrit um Føroya Skipara & Navigatørfelag á øðrum sinni - hevur ikki verið minni spennandi enn hin fyrra var, sigur høvundurin.