20-ára gamli miðvallarin Stefan Radosavljevic verður at síggja í HB-búnanum í 2021, eftir at partarnir hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála. Hann spældi í fjør við B36, men hevur skift til grannarnar úr HB saman við Michal Przybylski.
– Eg havi hugsað nógv um hetta, har eg havi viga fyrimunir og vansar. Men orsøkin til at eg havi valt at skifta til HB, er fyrst og fremst tí at eg vildi royna nakað nýtt, sigur Stefan Radosavljevic.
Hóast sín unga aldur, hevur hann longu spælt 96 dystir í bestu deildini. Hann hevur verið eyðsýndur í nøkur ár. Fyrst fyri TB, og síðani fyri B36. Nú er málið at vinna sær pláss á liðnum hjá HB, sum vann greipuna í fjør.
– Eg skal fyrst og fremst vinna mær fast pláss á liðnum. Og so hjálpa liðnum at røkka so langt sum gjørligt. Klári eg hetta, er næsta málið at spæla meg nærri føroyska A-landsliðnum, sigur Stefan Radosavljevic.
Hann hevur góðar royndir í europeiskum dystum, og skoraði eitt nú avgerandi málið fyri B36, tá teir spældu seg víðari í Europa League móti The New Saints. Og tað at sleppa at spæla við í europeiskum dystum var nakað, sum hevði stóran týdning, nú hann valdi at skifta felag.
– Tað at spæla úti í Europa, og at sleppa at spæla Champions League fyri fyrstu ferð, vigaði nógv. Tað er spennandi at sleppa at royna, og tað kann HB bjóða, sigur hann at enda við heimasíðuna hjá HB.
Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski og Bjarti V. Mørk eru komnir til, meðan spælarar sum Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Øssur Dalbúð og Jákup Højgaard halda ikki fram.