er eisini við til at pilka fakfelagsfólk niður, tí vit eru mong sum ganga og halda, at tað eru bara vit, sum hava eina líkinda meingin um eitt og annað. Men tá ið vit so hittast á einum skeiði, sum hesum [...] at tað eru so mong onnur sum eisini hava skilagóðar meiningar, sum eru verdar at taka til eftirtektar. Og fær hann eisini ein eykavinning burturúr einum skeiði, sum hesum. ? Vit hitta nógv fólk, og í k [...] kaffisteðgunum fáa vit nógv gott prát um ymisk mál, sum rørist í teimum ysmu feløgunum Størri demokrati Vit spurdu eisini Eyðfinn Petersen um, hví hann heldur, at tað hevur gingið so strilti at savna tey
baltiska vikan sum verður frá 18. til 22. november. Og hava vit sagt orðið baltisk, hava vit næstan longu ótilvitað avdúkað okkara lítla kunnleika og vantandi innlit í hesa verðina, sum var afturlatin [...] fólkatónleik, sum eisini skal spælast aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið í hesi vikuni verður konsert í Suðri - helst í Porkeri - og hóskvøldið verður farið til Miðvágs og Klaksvíkar. Eisini verður [...] politikkarar vera umboð úr Íslandi og Grønlandi eisini við. Eisini luttaka tíðindafólk. Á henda hátt verður samskiftið ikki bert einvegis, men baltiska pressan fær eisini okkurt heim við í skjáttuni til teirra
Marianne Isager hevur lagt skeiðið til rættis saman við Ellsupu Sumberg, sum eigur tóhandilin Fandango í Havn og selur tógvið, sum Marianne Isager bindir troyggjur sínar úr. Onkur vil kanska halda, at eitt [...] eitt bindiskeið er óneyðugt, tí flest allar føroyskar konur duga væl at binda. - Vit duga væl at binda, men allar kunnu hava gleði av at fáa nýggj hugskot, fáa íblástur til at skapa okkurt ørðvísi og læra [...] n. Klokkan 14, meðan skeiðið enn er, letur framsýningin við troyggjunum upp. Framsýningin verður eisini sunnudagin, og tá er opið frá kl. 15 til 18.
Sum tykkum øllum kunn-ugt eru vit føroyingar í hesum døgum í ferð við at fyrireika okkum til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Vit hava í hesum sambandi valt at fara hóvliga til verka og hvørki »kanna [...] Stavanger maritime skole, sum var undirskrivað 26. februar í ár. Nógv fólk hava longu verið í okkara grannalondum á ymsum skeiðum, sum hava við oljuvinnuna at gera. Hesir, sum í dag fáa handað prógv, hava [...] samarbeiðið, sum er grundað millum undirvísingarstovnarnar í Føroyum og í okkara grannalondum ? í hesum førinum í Noregi, fer uttan iva at bera enn størri fruktir í framtíðini. Vit hava eisini grund til at
spurnarblað lagað til eina kanning, sum varð gjørd í meginpartinum av Europa samstundis. 26 lond eru við í kanningini. Kannngin var løgd fram á tíðindafundi í gjar, samstundis sum hon var almannakunngjørd í hinum [...] at føroyska spurnarblaðið líktist nógv tí, sum hini londini høvdu brúkt, og at tað tí ikki var nakar trupulleiki, at vera við í útlendsku kanningini. - Tá vit fóru undir kanningina í Føroyum, ráddi um at [...] soleiðis, at skúlabørnini samstundis, sum tey skuldu svara, fingu vitan og upplýsingar um tey evni, ið spurt varð um. Næmingarnir eru ókendir - Harnæst løgdu vit okkum eftir, at næmingarnir vóru ókendir
tónleikararnir Jákup Zachariasen, sum spælir gittar, Jan Zachariasen, sum spælir bass, Jens Kristian Guttesen, sum spælir sello, og ein íslendskur obospælari er eisini við á fløguni. Tað er fremsti føroyski [...] tikið tónlistaútbúgving í Íslandi við fagott sum sololjóðføri. ? Tá eg var 12-ára gamal komu nakrir musikkskúlalærar til skúlan at vísa fram ljóðføri, sum vit kundu spæla uppá. Millum tey ljóðførini var [...] verður ivaleyst mátin tey eru spæld uppá, sum fer at hugtaka føroyingar, tá fløgan Making Melody kemur á gøtuna næsta týsdag. Tað er 30-ára gamli Jógvan Zachariasen, sum gevur fløguna út. Á fløguni eru 14 skeringar
Landsskúlafyrisitingin hevur so eisini verið við í tilrættaleggingini. Oljufelagið Statoil hevur so eisini verið við til at fíggja tiltakið. Ætlanin er at lærararnir, sum nú hava fingið grundútbúgving í [...] landið og har greiða frá hesi nýggju vinnu og hvat hon krevur av fólki, sum vilja útbúgva seg tann vegin. Vit prenta her røðuna, sum Eilif Samuelsen helt, tá hann handaði teimum fimm lærarunum prógvini. [...] sjálvur landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sum handaði prógvini. Teir fimm lærararnir eru teir fyrstu, sum hava verið í Noregi og har nomið sær kunnleika og royndir á oljuøkinum. Her
at trivið í. -Frágreiðingin er eisini ætlað at vera eitt grundstøði undir einum orðaskifti leggur hann aftrat. Tá so lítið hevur verið frammi, so er tað kanska tí, at vit hava verið so gjølligir og at nógv [...] Uppskotið til oljulóggávuna verður ikki lagt fyri tingið í næstu viku, soleiðis sum higartil roknað við, nú landsstýrið hevur avgreitt málið og latið tað víðari til tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður [...] tað verður helst eingin fundur í næstu viku. So oljulóggávan verður helst at bíða til framløguna, sum verður týsdagin tann 18. november sigur tingformaðurin. Tað hevur so við sær, at 1. viðgerð verður
brekið og sjúka sum brimið við klettin av lívstrá tey máaðu burtur, inntil hann at enda sum klettur í brimi gav andan upp, møtti tí Drátti. - sum varðveitir, troystar í sorgum, til ein dag vit hittast í himmalsins [...] loysa seg at keypa eitt til John eisini, men helt at tað skuldi roynast kortini. Eg gloymi ongantíð andlitið á John, tá hann sá páskareggið. Og júst smílið og láturin, sum eyðkendi John, sita rimmarfast [...] minni mínum fyri restina av lívinum. Eisini í løtum tá hann ikki var so væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og breitt sum onkuntíð, men hann royndi kortini. Í
nýggja lóggávu við. Vit eiga at hava lært av undanfarnum tíðum, har vit hava kvett á stokkinum við katastrofalum avleiðingum. Vit síggja hvussu raksturin hjá ymsu skipabólkunum er í hesum áliti og tað er [...] yvir 2 til 3 ár. Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir eina fornýgging av fiskiflotanum sum skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan, er allur mettur [...] skip. Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin - sum er minst líka umráðandi - er at fáa lønsemi í vinnuna. Hesir báðir trupulleikar hanga neyvt