Bardagamaður farin
Í orrustum miklum og runsivalsstríði,
hann stóð eins og klettur í brimi.
Tá lítil var orka, var seiggið tess meiri,
hann bardist tó við hvørjum limi.
Og brekið og sjúka sum brimið við klettin
av lívstrá tey máaðu burtur,
inntil hann at enda sum klettur í brimi
gav andan upp, møtti tí Drátti.
- sum varðveitir, troystar í sorgum,
til ein dag vit hittast í himmalsins borgum.
Hóast vit vistu, tað kundi henda hvørja løtu, so var tað ein stórur hvøkkur, tá eg kom heim mikudagin 10. sept. Yngra dóttirin stóð fyri mær og segði: Babba, veitst tú hvat? John er deyður.
John hevði snýtt deyðan so mangan í evstu løtu, at eg mest sum hevði væntað, at hesin lítli og illa sjúki bardagamaðurin fór at vinna nøkur ár afturat. Men so skuldi ikki verða. Lív hansara, ið var ein bardagi frá byrjan, var nú komið at enda. Megin var nýtt og nú orkaði hann ikki meira.
Mær stendur fast í minni fyrstu ferð, eg hevði samband við John. Eg hevði møtt honum nakrar ferðir áður, men satt at siga ræddist eg eitt sindur, so brekaður hann var. Eg var júst aftur komin úr Aberdeen og hevði keypt páskaregg til børnini hjá Marin og Andras. Eg hugsaði nógv um, um tað mundi loysa seg at keypa eitt til John eisini, men helt at tað skuldi roynast kortini. Eg gloymi ongantíð andlitið á John, tá hann sá páskareggið. Og júst smílið og láturin, sum eyðkendi John, sita rimmarfast í minni mínum fyri restina av lívinum. Eisini í løtum tá hann ikki var so væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og breitt sum onkuntíð, men hann royndi kortini.
Í hesi løtu leita hugsanir mínar til tykkum, Marin, Andras, Bodil, Anton og Margret. Harrin leggur ikki størri byrðar á okkum, enn vit eru ment at bera. Tykkara kærleiki til Harran og til hvørt annað hevur borið higartil og fer at bera, inntil tit ein dag møta John aftur í tí staði, har sorg, sjúka og pína ei er. Eg veit, at tit gjøgnum lívið hava lært at seta álit tykkara til Harran. Hann skal hjálpa tykkum. Eisini ígjøgnum hesa sváru tíð.
Edmund