Eitt stórt stig frameftir fyri føroyskan skúlaskap

-at fýra føroyskir skúlar nú verða førir fyri við egnum lærarakreftum at bjóða útbúgving innan fyri oljuøkið. Hetta samstarvið millum føroyskar skúlar og útlendskar skúlar fer uttan iva at bera enn størri fruktir við sær í framtíðini segði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum handaði fimm næmingum prógv í oljuboring.



Í gjár fingu fimm lærarar, sum dagliga starvast á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík, á Maskinmeistaraskúlanum og á Sjómansskúlanum handað prógv í oljuboring.

Hetta hendi í Tinganesi og var tað sjálvur landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, sum handaði prógvini.

Teir fimm lærararnir eru teir fyrstu, sum hava verið í Noregi og har nomið sær kunnleika og royndir á oljuøkinum. Her serstakliga í sambandi við oljuboring. Skeiðini teir hava verið til hava snúð seg um alt frá trygd til boring.

Hetta er liður í einum samstarvi millum umrøddu skúlar og útbúgvingarstovnar í Stavanger. Samstarvið er komið í lag eftir at føroyingar eru farnir at hugsa um at gera seg klárar til eina komandi oljuvinnu, og tá hevur tað verið rættiliga nátúrligt at leita til Noregs at fáa sær vitan og royndir. Landsskúlafyrisitingin hevur so eisini verið við í tilrættaleggingini. Oljufelagið Statoil hevur so eisini verið við til at fíggja tiltakið.

Ætlanin er at lærararnir, sum nú hava fingið grundútbúgving í oljuboring, skulu fara út til skúlarnar kring landið og har greiða frá hesi nýggju vinnu og hvat hon krevur av fólki, sum vilja útbúgva seg tann vegin.

Vit prenta her røðuna, sum Eilif Samuelsen helt, tá hann handaði teimum fimm lærarunum prógvini. Hann segði:



(Restin av greinini er at finna aðrastaðni á netinum. Talan er um røðuna sum Eilif Samuelsen helt. Hon ber heitið ?Handan av prógvi til 5 lærarar ......?