Tá Norðurlandahúsið leggur skrá sína til rættis, er hon altíð partur av eini størri ætlan og heild. Hetta er okkara politikkur, sigur stjórin, Peter Turtschaninoff. Í fjør gav UNESCO, sum er stovnur hjá Sameindu Tjóðum, út álitið »Okkara skapandi margfeldi«, sum er ein frágreiðing frá Heimsnevndini fyri mentan og menning. Henda nevnd varð mannað av nøkrum av mest virdu »heilum« og vísindamonnum í verðini, og ein av aðalkraftunum var fyrrverandi ST-aðalskrivarin Javier Perez de Quellar.
Endamálið við hesi framløgu var ein roynd at orða ein globalan etikk. Nakrar reglur fyri hvussu vit skulu fara við øllum teimum margbroyttu mentanunum, sum finnast allastaðni á knøttinum.
Týdningarmikið skjal hjá mannaættini
Fleiri meta hesa rapport vera tað týdningarmiklasta skjalið síðani viðtøkurnar fyri mannarættindi vóru samtyktar í 1948, tí tað er ikki á hvørjum degi, at heimspolitikkarar alment seta somu spurningar sum listafólk og heimspekingar altíð hava sett: Hvat er meiningin við lívi okkara, og hvussu skulu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Eitt av grundsjónarmiðunum hjá nevndini var, at lykilin til størri fatan millum tjóðir er at byrjast skal við mentanum teirra.
Orsøkin til, at so stórur dentur verður lagdur á mentan í hesum spurningum er, at sagt verður, at kennir tú mentanina hjá einum fólki, fært tú teg ikki til at oyðileggja hana, ert tú nøkulunda rættsiktaður.
Nú er heimssamfelagið kortini sera trupult at halda skil á. Tað er enntá av summum blivið kallað eitt anarki, tí har finnast jú bara konventiónir og samtyktir, men ongar lógir. Eitt aktuelt dømi um hesa ókontrolleraðu støðu er tað sensurleysa internetið.
Ikki tilvildin, ið ræður
Men nøkur av teimum, sum hava sett sær fyri at arbeiða útfrá hesum týðandi skjali hjá mannaættini og betra um samskifti millum ymsar mentanir eru tey ið leggja skránna til rættis hjá Norðurlandahúsinum.
Har leggja fyrireikararnir seg sum nevnt eftir ongantíð at skipa fyri tilvildarligum tiltøkum, men royna sum best at bera so í bandi, at tey ikki skulu vera heilt liðug, hóast tey ikki longur standa á plakatini hjá Norðurlandahúsinum.
Eitt dømi um slíkan programmpolitikk er tann baltiska vikan sum verður frá 18. til 22. november. Og hava vit sagt orðið baltisk, hava vit næstan longu ótilvitað avdúkað okkara lítla kunnleika og vantandi innlit í hesa verðina, sum var afturlatin í hálva øld. Tí at siga Baltikum um Estland, Letland og Litava er sum at siga Skandinavia um Norðurlond, siga fyrireikararnir. Hóast hesar tríggjar tjóðirnar sjálvandi hava nógv til felags, eru tey málsligu og mentunarligu frábrigdini so avgjørt ikki til at koma uttanum. Her kann leggjast afturat, at tað bara er Estland sum sær finskt sjónvarp og fær árin inn á seg haðani. Eisini var tað avmarkað, hvat fólkið lærdi av enskum, tá Sovjetsamveldið ráddi fyri borgum.
Eiga ongar pengar
Hetta verður eitt stórt tiltak, sigur Peter Turtschaninoff. Av líknandi tiltøkum nevnir hann sámavikuna, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrr í ár. Baltisku londini eru tó púra sør búskaparliga, so neyðugt hevur verið at fingið stuðul til bæði ferð og uppihald frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum hevur valt at stuðla við hálvttriðhundraðtúsund krónum.
Mentan og politikkur í samtíð og framtíð
Umframt dukkusjónleik uttan orð, soleiðis at øll kunnu skilja søgugongdina, listaframsýningar við standmyndum, málningum og tekstillutum verða konsertirnar nógvar. Talan er um klassiskan, rokk-, jazz- og fólkatónleik, sum eisini skal spælast aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið í hesi vikuni verður konsert í Suðri - helst í Porkeri - og hóskvøldið verður farið til Miðvágs og Klaksvíkar.
Eisini verður skipað fyri kjaki og seminari um mentunarstøðuna nú og um útlitini fyri norðurlendskum samstarvi á hesum økinum.
Men á skránni eru eisini tiltøk av politiskum slagi. Týsdagin verður evnini »Samfelagsviðurskiftini í dag og ætlanir fyri í morgin« og »Norðurlendskt samstarv« viðgjørd. Umframt baltiskar og føroyskar politikkarar vera umboð úr Íslandi og Grønlandi eisini við.
Eisini luttaka tíðindafólk. Á henda hátt verður samskiftið ikki bert einvegis, men baltiska pressan fær eisini okkurt heim við í skjáttuni til teirra fólk og tjóðir. Fyrireikararnir vænta, at hetta verður áhugavert hjá bæði politikkarum og vinulívsfólki, av tí at her er talan um marknaðir, hvørs framtíð enn eingin kennir.
Eingin einvegis ferðsla
Men tað er ikki bert á fjølmiðlaøkinum at talan er um tvívegis samstarv. Umframt at føroyskur dansur verður á skránni eitt av kvøldunum, vitjar Tórshavnar Manskór eisini í Baltikum í hesi vikuni. Tað verður nevniliga Atlantic Airways, ið skal flyta tey 35 fólkini úr Baltikum til Føroya. Eingin orsøk er at flúgva hagar við tómum flogfari, so við sangarunum fæst meira enn tann eina flugan við brestinum hjá Atlantsflogi, og Manskórið fær eina bíliga konsertferð.
The Commitments
Men sum kunnugt eru tað ikki bert baltisk nøvn á skránni. Leygarkvøldið 22. november verður nevniliga gallakonsert í Norðurlandahúsinum, har írsku »Stars of Commitments« og føroysku »Kjølar«, sum fyrr í ár lovaðu at geva fløgu út, eisini fara at luttaka.
Jú, hetta verður eitt stórt tiltak siga tey í Norðurlandahúsinum, sum vóna, at vitjanin fer at betra um kunnleikan og samskiftið millum útjaðararnar báðar Baltikum og Útnorður. Okkara tiltøk eru nevniliga altíð partur av onkrum størri, siga tey.