Skeiðið verður hildið í sambandi við, at kenda danska bindikonan Marianne Isager kemur til Føroya við framsýning sínum við troyggjum, ið hava inka-mynstur.
Marianne Isager hevur lagt skeiðið til rættis saman við Ellsupu Sumberg, sum eigur tóhandilin Fandango í Havn og selur tógvið, sum Marianne Isager bindir troyggjur sínar úr.
Onkur vil kanska halda, at eitt bindiskeið er óneyðugt, tí flest allar føroyskar konur duga væl at binda.
- Vit duga væl at binda, men allar kunnu hava gleði av at fáa nýggj hugskot, fáa íblástur til at skapa okkurt ørðvísi og læra nýggjar teknikkir, sigur Elsupa.
Marianne hevur gjørt nógvar øðrvísi bindiuppskriftir, og hugskotini til fleiri av uppskriftunum hevur hon frá sínum ferðum kring heimin. Eitt nú var hon herfyri í Afrika, og frá tí ferðini komu fleiri uppskriftir.
Uppskriftirnar til inka-troyggjurnar gjørdi Marianne eftir eina ferð í Suðuramerika.
20 kvinnur verða á skeiðinum í Smiðjuni leygardagin. Skeiðið byrjar kl. 9 og heldur fram til út á seinnapartin. Klokkan 14, meðan skeiðið enn er, letur framsýningin við troyggjunum upp.
Framsýningin verður eisini sunnudagin, og tá er opið frá kl. 15 til 18.