Tað er einki nýtt við løgunum, tí tey eru øll gomul og kend løg, men tað verður ivaleyst mátin tey eru spæld uppá, sum fer at hugtaka føroyingar, tá fløgan Making Melody kemur á gøtuna næsta týsdag.
Tað er 30-ára gamli Jógvan Zachariasen, sum gevur fløguna út. Á fløguni eru 14 skeringar og tær eru allar instrumentalar. Helmingurin er andaligur tónleikur og helmingurin klassiskur.
Og tað sjáldsama við fløguni er, at fagottin verður brúkt sum sololjóðføri á øllum løgunum, og tað er ongantíð áður gjørt á eini føroyskari útgávu.
? Orsøkin til at eg havi gjørt hesa fløguna er, at eg vil gjarna hava fagottina fram sum sololjóðføri, sigur Jógvan Zachariasen, sum er einasti føroyski fagottspælarin.
Fagott er eitt stórt træblásiljóðføri, og verður bæði kallað klovnurin í symfoniorkestrinum og tann grátandi einkjan. Í tí liggur týdningurin, at ljóðføri spennir víða, frá tí friðarliga og sentimentala tónanum, til tann lætta og spælandi.
Tikið tónlistaútbúgving
Jógvan Zachariasen hevur spælt fagott síðani hann var 12-ára gamal, og hann hevur tikið tónlistaútbúgving í Íslandi við fagott sum sololjóðføri.
? Tá eg var 12-ára gamal komu nakrir musikkskúlalærar til skúlan at vísa fram ljóðføri, sum vit kundu spæla uppá. Millum tey ljóðførini var ein fagott, og eg varð alt fyri eitt hugtikin av hesum ljóføri. Eg byrjaði at spæla fagott, og eg gavst ongantíð aftur, greiður Jógvan Zachariasen frá.
Seinni fór Jógvan til Íslands á tónlistaskúla, og eisini tá hann í síðani fór til USA at lesa teologi fylgdi fagottin honum, og hann gjørdi nógv við at spæla har yviri, bæði í orkestri og øðrum høpi.
Í summar gjørdist Jógvan leiðari av einum bíbliuskúla í Motherwell, einum forstaði til skotska stórbýin Glasgow, og tað er har at hann, kona hansara og tey tvey børnini nú búleikast.
Friðarlig fløga
Jógvan Zachariasen hevur altíð havt fagottina við sær, har hann hevur vúð og ferðast. Hann hevur gjørt nógv við at tala til kristilig møti og annað og tá hevur hann eisini spælt á fagottina. Eisini hevur hann spælt nógv við í føroyska Symfoniorkestrinum og í Aldubáruni.
? Tað hevur ferð eftir ferð hent seg, at fólk eru komin til mín, og hava biðið meg tikið tað upp, sum eg spældi. Nú havi eg gjørt tað, og týsdagin kemur fløgan út, sigur hann.
? Fløgan er friðarliga, og eg havi brúkt tónan hjá tí grátandi einkjuni og ikki klovninum á hesi fløguni, sigur hann og sipar til nøvnini, sum hansara ljóðføri hevur fingið fest á seg.
? Einki av løgunum er upprunaligt, men øll eru væl kend. Helvtin eru andaligir sangir og hin helvtin er klassisk løg, sum tey flestu munnu kenna.
Millum tey andaligu løgini kunnu nevnast Amazing Grace, Stór er tí trúfesti, So sum eg eri og Harrin nú kallar. Og millum tey klassisku stykkini eru Air hjá Bach, Finlandia, og Adagio hjá Corelli.
Óli Poulsen ljóðblandað
Øll løgini eru tikin upp í Føroyum. Nakað er tikið upp í EVR-Studio, nakað í Zak Zac studio, og eisini Norðurlandahúsið og Útvarpshøllin hava virkað sum upptøkuhøli.
Regin Guttesen spælir klaver og ljómborð til teir andaligu sangirnar, meðan Jóahnnes Andreasen spælir til tey klassisku løgini. Annars eru tónleikararnir Jákup Zachariasen, sum spælir gittar, Jan Zachariasen, sum spælir bass, Jens Kristian Guttesen, sum spælir sello, og ein íslendskur obospælari er eisini við á fløguni.
Tað er fremsti føroyski tónleikaframleiðarin, Óli Poulsen, sum hevur ljóðblandað fløguna í Medley Studio í Danmark.
Fløgan er upptikin frá mitt í juni mánaða til síðst í juli mánaða, ljóðblandingin fór fram í september, og týsdagin verður høvi at keypa fløguna í sølubúðunum kring landið.