Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðani 1989 gjørt spurnarblaðkanningar í 9. flokki í Føroyum viðvíkjandi hugburði, atburði og vitan á rúsevnisøkinum.
I 1995 varð spurnarblað lagað til eina kanning, sum varð gjørd í meginpartinum av Europa samstundis. 26 lond eru við í kanningini. Kannngin var løgd fram á tíðindafundi í gjar, samstundis sum hon var almannakunngjørd í hinum londunum í Europa.
Útlendska kanningin líkist tí føroysku
Pál Weihe segði á tíðindafundinum, at føroyska spurnarblaðið líktist nógv tí, sum hini londini høvdu brúkt, og at tað tí ikki var nakar trupulleiki, at vera við í útlendsku kanningini.
- Tá vit fóru undir kanningina í Føroyum, ráddi um at seta spyrjandi og undirvísandi spurningar soleiðis, at skúlabørnini samstundis, sum tey skuldu svara, fingu vitan og upplýsingar um tey evni, ið spurt varð um.
Næmingarnir
eru ókendir
- Harnæst løgdu vit okkum eftir, at næmingarnir vóru ókendir, og teir skúlar børnini ganga í, ikki kundu kennast aftur.
Eitt nú var kanningin gjørd soleiðis, at næmingarnir fyri tað mesta skuldu seta kross við spurningarnar. Lærarnir hjá børnunum kundu sostatt ikki kenna svarini hjá næmingunum aftur á skriftini. Skúlarnir vóru ikki flokkaðir hvør sær o.s.fr..
- Hetta er ein heildarkanning við 41 spurningum, sum hevur verið gjørd á hvørjum ári í Føroyum síðan 1989, sigur Pál Weihe.
Av tí at føroyski kanningarhátturin kundi samanberast við tann útlendska, fekk Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, til uppgávu at umseta spurningarnir, og tillaga teir til føroyskir næmingar í 9. flokki.
Størri grundarlag
at byggja á
Tað er av stórum týdningi at gera slíkar kanningar. Ikki bert fyri okkum í Føroyum, men eisini fyri hini londini, ið sostatt hava størri grundarlag at byggja sínar kanningar á.
Áhugavert, men tó sera álvarsligt er, sæst á kanningini, at føroysk skúlabørn hava met í royking.
Sambært kanningini roykja 35 pst. av føroysku børnunum í aldursbólkinum 15 - 16 ár. Í Danmark er talið 15 pst.
Viðvíkjandi rúsdrekka, so er støðan ikki so vánalig, men har tað snýr seg um hash, so hava ein av 10 næmingum í 9. flokki í Føroyum, gjørt sær royndir við hash.
Týdning fyri heilsuna
Pál Weihr sigur um úrslitið av stóru kanningini, sum nú fyriliggur, at hon skal motivera landsins myndugleikar at gera nakað við hesar trupulleikar.
- Av heilsuligum grundum er tað av týdningi, at vit hyggja at tølunum hjá okkum sjálvi, og eftir, hvat hendir á økinum í londunum kring okkum, sigur Pál Weihe.
Hann undrast á, at hóast hugburðurin til royking er broyttur nógv seinastu árini, so sæst tað ikki aftur millum skúlabørn í Føroyum
- Tubbak er størri trupulleiki í Føroyum enn alkohol. Tað er álvarsligt, av tí at royking elvir til hjartasjúkur og krabbameinssjúkur.
- Ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum, stava frá royking, sigur Pál Weihe.
Um kanningina og royndirnar av hesum arbeiði, sigur Pál Weihe, at hon er ætlað at geva skúlunum vitan um støðuna, og um hvussu viðurskiftini eru í Europa innan sama fyribrigdi.
Mugu broyta hugburð
- Samanberingar geva okkum møguleikar at umhugsa, hvussu umráðandi tað er at broyta hugburð innan skúlan, viðvíkjandi royking.
- Eitt nú átti tað ikki at verið loyvt at roykt í skúlunum, út frá tí grundgeving, at tann, sum ikki hevur lært at roykja, heldur ikki hevur nakran tørv til tess.
- Fólk verða bundin at roykingini. Tað er ein kemisk prosess, sum er ógvuliga trupul at gera seg leysan av, sigur Pál Weihe.
Leystliga sigur kanningin, sum er gjørd í 26 londum, samanborið við føroysk viðurskifti á økinum, at børn roykja meir í Føroyum. Tey byrja eitt sindur seinni at drekka. Kortini er hashroykingin lægri her enn aðrastaðni, men at ógvuliga lítlar nøgdir eru av øðrum rúsandi evnum í Føroyum.