Ósamsvar var millum hæddarmátararnar á tyrluni, sum rendi saman við eitt ferðafólkaflogfar í Washington D.C.
Hetta kom fram í vikuni í hoyringum, sum amerikanska samferðslutrygdarráðið, NTSB, hevði, skrivar tíðindastovan Reuters.
Eingin av teimum 64 fólkunum umborð á flogfarinum og trimum fólkum í tyrluni yvirlivdu samanstoytin.
Eftir at hava kannað flogdáturnar hjá tyrluni í februar, greiddi NTSB frá, at tað var ósamsvar millum hæddarmátararnar.
Ósamsvarini eru síðani kannað nærri. Millum annað hava royndir verið gjørdar við trimum tyrlum av sama slagi, sum tyrlin, ið rendi saman við ferðafólkaflogfarinum nærhendis Ronald Reagan flogvøllinum í januar.
Umrøddu tyrlurnar eru Sikorsky Black Hawk Limas.
Úrslitið av kanningini, sum er almannakunngjørt í vikuni, vísir, at avlesingarnar hjá radarhæddarmátaranum og barometrisku hæddarmátaranum hjá tyrlunum ikki eru tær somu.
Kanningarstjórin Marie Moler segði við hoyringarnar, at hæddarmátararnir vístu ein mun á millum 80 og 130 føtur, ella 24 til 40 metrar, á flogi.
Í stýrdum royndarumhvørvi er munurin millum 6 og 17 metrar.
- Tá rotorarnir á tyrluni vendu, og fingu tyrluna at fara uppeftir og í framdrift, minkaðu virðini á hæddarmátarunum munandi og vóru lægri gjøgnum allan flogferðina, sigur Moler.
Formaðurin í NTSB, Jennifer Homendy, hevur lýst ósamsvarið sum týðandi og fer at kanna málið nærri.
- Eg eri ørkymlaður. Møguleiki er fyri, at tað, sum manningin sá, var sera ymiskt frá sjálvari hæddini, segði hon og legði afturat:
- Ein munur á 100 føtur (30 metrar, red.) er týðandi í hesum føri.
Embætisfólk hava sagt við hoyringar, at tyrlur skulu halda seg undir 200 føtum, tá tær flúgva nærhendis Potomac-ánni, har samanstoyturin hendi.
Ritzau/Reuters