viku. Síðani hava partarnir samráðst, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn eru eingi útlit fyri semju. Steðgur hevur verið í samráðingunum í nátt, men tær eru tiknar upp aftur í morgin. Freistin [...] er farin á midnátt í annaðkvøld, men semingsmaðurin sigur, at einki hendur fyrr enn hann gevst við meklingini og staðfestur, at tað ber ikki til at finna semju. Men hann sigur eisini, at enn eru tey als
løta, tá B36 knógvaði OFK Titograd á útivølli í Europa League undankappingini, men tað gjørdist ein minnilig, gevandi, men eisini strævin uppgáva at møta turkiska fótbóltsrisanum, Besiktas. TRÝST á PÍLIN [...] formanssessinum í B36 hevur lagt frá sær. Tað er ein troyttur Rúni Herup Olsen, ið hevur lagt frá sær, men hann undirstrikar, at talan hevur verið um nøkur sera gevandi og spennandi ár sum nevndarlimur, og [...] síðani 2012. Tað stóð illa til hjá B36 í 2012, og felagið var í sera tungum, fíggjarligum sjógvi, men tað eydnaðist at venda gongdini, og síðani 2013 er tað eydnast B36 hvørt ár at vinna sær luttøku í
skal lata festið frá sær, í seinasta lagi tá ið hann fyllir 70, men tey hava ikki gjørt so nógv við at handhevja hendan partin av lógini. Men nú verður mannagongdin skerpað og í næstum fer Búnaðarstovan tískil [...] tískil at at senda festarum, ið eru fyltir 70 ár, bræv við boðum um at lata festið frá sær. Men við tað, at so lítið er gjørt við hetta áður, fáa teir eina skiftistíð upp á eitt ár. Somuleiðis fara teir [...] áðrenn freistin er farin, fellir festið aftur til Búnaðarstovuna, sigur Búnaðarstovna á heimasíðu síni. Men teir festarar, sum ikki góðtaka avgerðina hjá Búnaðarstovuni, kunnu kæra avgerðina til Fiskimálaráðið
seinnapartin. Men hann møtti ikki upp, og síðani hevur eingin sæð hann aftur. Síðani hevur verið leitað eftir honum við tyrlu, bjargingarskipið, løgreglufólki við hundum og staðkendum fólki, men alt til fánýtis [...] Leitingin hevur eisini verið darvað av veðri, bæði tað, at dagarnir eru stuttir, men tað hevur eisini verið kavi og ringt sýni. Men í dag er ætlanin at gera eina roynd afturuat og í løtuni eru tey í ferð við
seinnapartin, men tá ið hann ikki var komin fram, tá ið Ritan fór, varð boðað frá og síðani hevur eingin hvørki sæð, ella hoyrt nakað til hann. Tey leitaðu annars á øllum hugsandi støðum í gjár, men løgreglan [...] gangandi, men sum tyrlan ikki slapp so væl fram at í gjár fyri veður. Í dag hevði hann skift ætt, og tey hildu tí, at har var framkomandi í dag, tá ætlanin var at kanna tey plássini meira gjølla. Men tað verður
týskararnir eru likamliga sterkari enn føroyingar, men ikki so nógv sterkari, at tað var ræðandi. Helgi H. Hoydal er tó vónsvikin um seinastu 10 minuttirnar, tá menn byrjaðu at hyggja uppá máltalvuna, og tað góða [...] smokkaði saman seinastu løtuna. Men samlaða góða upplivingin gevur Helga H. Hoydal brell uppá meira. Hann hevur drigist við sjúku, og fór tí tíðliga av vøllinum ímóti Týsklandi, men nú fer hann til songar fyri
tríggjar dystirnar hann hevur byrjað inni, men viðhaldsfólkini hjá B36 kunnu fyribils taka tað róligt. - Eg havi hoyrt um, at tað er áhugi fyri mær harfrá, men fyribils eru ikki umstøður til at fara av [...] av landinum at spæla fótbólt. Eg havi ikki slept dreyminum, men í løtuni eri eg bundin av millum annað Master-læru og brúdleypi komandi summar, sigur Odmar Færø. Tí er líkt til, at B36 viðhaldsfólkini koma [...] koma at síggja Odmar Færø í hvítum og svørtum í eitt ár afturat, men at sterki miðverjin møguliga fer at royna fótbóltseydnuna í framtíðini. Hann er valdur til dagsins spælara á landsliðnum seinastu tríggjar
friðarligt. Okkur smávegis ferðsluóhapp hevur verið í hálkuni, men í gjár varð ein maður skuldsettur fyri at hótta ein annan mann – ikki við vápni, men við orðum, og nú arbeiðir løgreglan við at útgreina tað [...] brádliga funnu tey ikki sonin aftur. Sonurin, sum var trý ára gamal, var farin út um at spæla í kavanum, men tá ið tey rópu eftir honum, var hann horvin. Tey ringdu til løgregluna, sum fór at leita, og tað var [...] tí endamáli at kanna um bilførarar koyrdu ávirkaðir av rúsevnum. Fleiri bilførarar vórðu kannaðir, men einki mál spurdist burtur úr.
hann fór skeivur, men har kom ongantíð proppur í heilt. Bjarni Petersen sigur, at á Oyggjarvegnum, við Norðradalsskarð, var heldur ikki koyrandi eina løtu, so eisini har hava tey grivið. Men har er at kalla [...] illa í dag, og tað hevur tarnað fersðluni eitt sindur. Hetta er fyrsti rættiligi kavadagurin í vetur, men Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað var rættiliga lokalt, at kavin kom niður [...] ferðsla, tá ið veðrið er sum í dag. Hann sigur, at væntandi fer at tað at kava eina løtu afturat, men hann sigur, at sum tað sær út nú, er eisini væntandi, at tað verður nakað av kava í morgin, so tað
Stórabretland kann útseta Brexit til 22. mai. Tað váttar Donald Tusk, formaður fyri Evropeiska Ráðið. Men ES hevur eitt krav, og tað er, at Stórabretland aftur fyri skal samtykkja umstríddu skilnaðaravtaluna [...] bretskur forsætisráðharri hevur roynt at fingið meiriluta fyri sínum boði upp á eina skilnaðaravtalu, men hendan hevur ikki vunnið frama í bretska Undirhúsinum. Verður avtalan vrakað aftur í næstu viku, so [...] freistin bara til 12. apríl. Upprunaliga skuldi Stórabretland fara úr ES um 8 dagar, altso 29. mars, men ósemjurnar í bretska Undirhúsinum um eina skilnaðaravtalu við ES, hava ført við sær, at Theresa May