Útlendskur áhugi fyri Odmari Færø

Tað hevur vakt ans, at miðverjin hevur verið stinnur á landsliðnum

Tað er áhugi úr útlandinum fyri Odmari Færø, sum er miðverjin og liðskipari hjá B36. Sum skilst er talan um feløg úr millum annað bestu deildini í Danmark og Noreg. Miðverjin hevur spælt avbera væl á landsliðnum seinastu tríggjar dystirnar hann hevur byrjað inni, men viðhaldsfólkini hjá B36 kunnu fyribils taka tað róligt.

 

- Eg havi hoyrt um, at tað er áhugi fyri mær harfrá, men fyribils eru ikki umstøður til at fara av landinum at spæla fótbólt. Eg havi ikki slept dreyminum, men í løtuni eri eg bundin av millum annað Master-læru og brúdleypi komandi summar, sigur Odmar Færø.

 

Tí er líkt til, at B36 viðhaldsfólkini koma at síggja Odmar Færø í hvítum og svørtum í eitt ár afturat, men at sterki miðverjin møguliga fer at royna fótbóltseydnuna í framtíðini. Hann er valdur til dagsins spælara á landsliðnum seinastu tríggjar ferðirnar hann er byrjaður inni. Odmar Færø er 27 ára gamal.