Í kvøld hava ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES gjørt av, at Stórabretland kann útseta Brexit til 22. mai. Tað váttar Donald Tusk, formaður fyri Evropeiska Ráðið.
Men ES hevur eitt krav, og tað er, at Stórabretland aftur fyri skal samtykkja umstríddu skilnaðaravtaluna, sum tvær ferðir er vrakað í bretska parlamentinum. Theresa May, bretskur forsætisráðharri hevur roynt at fingið meiriluta fyri sínum boði upp á eina skilnaðaravtalu, men hendan hevur ikki vunnið frama í bretska Undirhúsinum.
Verður avtalan vrakað aftur í næstu viku, so verður freistin bara til 12. apríl.
Upprunaliga skuldi Stórabretland fara úr ES um 8 dagar, altso 29. mars, men ósemjurnar í bretska Undirhúsinum um eina skilnaðaravtalu við ES, hava ført við sær, at Theresa May hevur biðið ES um at útseta freistina. Hon vildi hava freistina at vera 30. juni, soleiðis at bretar kunnu fáa tíð at semjast um at fáa eina avtalu í lag. Men nú eitur dagfestingin altso 22. mai.